kvinna pástóð, at hon hevði sæð Pidda í Bónus leygardagin. Hon greiddi frá, at hon sá Pidda leita eftir einum pakka av piparsós, og at hon enntá heitti á eitt starvsfólk um at hjálpa Pidda at finna hesa góðu [...] sum sóu Pidda leygardagin, eru øll sannførd um, at tað var Piddi, tey sóu, og at tað var leygardagin. Einki av vitnunum kundi tó á nakran hátt prógva, at tey høvdu rætt, og einasta vitni, sum legði eitt [...] Vitnið segði, at Piddi fekk sósapakkan, og við einari Colafløsku undir arminum fór hann at gjalda við kassan. Sjálv rindaði hon fyri vøruna, hon hevði keypt, stutt eftir, og bongin vísti, at hon hevði goldið
kórinum”. Hann vil hava, at skatturin hjá fólkum í útjaðaranum skal lækka, tí at tænastustøði í útjaðaranum er lægri enn tað er í mistaðarøkinum. Hann vil við øðrum orðum hava, at skatturin skal ásetast [...] Reynatúgvu, løgtingsmaður, sum ætlar at leggja uppskot um hetta fyri tingið. Hetta er rættiliga prinsipielt. Í langa tíð hava vit hoyrt andstøðuflokkarnar siga, at samgongan førir høgravíðgongdan politikk [...] skal umfordeilast, fyri at kunna kallast skattur. Til dømis er el-rokningin frá SEV ikki ein skattur, tí tú rindar bara fyri tað, sum tú sjálvur hevur brúkt. Vanliga verður sagt, at politikkur á vinstraveinginum
hvørt kvøld. Vit ynskja at verja okkara starvsfólk og okkara gestir. Vit eru í einari serstøðu, og fyri at koma burturúr hesum so skjótt sum gjørligt, haldi eg, at vit øll eiga at fylgja tilmælunum frá [...] skrivandi stund ivasamt, hvussu tey ymsu støðini fara at hava opið um vikuskiftið og komandi tvær vikurnar. Nakrar av barrunum hava longu tikið eina avgerð um at fylgja tilmælunum, meðan aðrar barrir ikki hava [...] og verður tikið í álvara, sigur Danial Golightly, leiðari. LES EISINI: Skeinkistøð finnast at tilmælinum um at steingja klokkan 22 Vita ikki enn Í dansistaðnum Bassalt í Tórsgøtu hava tey ikki tikið støðu
snýr bæði um at minka um sjálva orkunýtsluna í bygningum, og at skifta oljuna sum orkukeldu út við varandi orku. Átakið ber heitið “Orkutak”. Umframt at vera lønandi, skilt á tann hátt, at afturberingin [...] húsast í bygninginum. Landsverk mælir til, at landið tekur loysnina Orkutak til sín og fær sett ferð á hana við at stuðla fíggjarliga. Hetta fyri heilt ítøkiliga at taka ábyrgdina av hesum øki í álvara og [...] orku. Umráðandi er at fáa sett gongd á skjótast gjørligt, tí umleggingarnar taka drúgva tíð. Talan er um eina samlaða gólvvídd í bygningum á umleið 250.000 fermetrar. Landsverk ynskir, at partar av teimum
bangin fyri koronavirusinum. – Eg fari at siga, at tú ert ein ræðuligur tíðindamaður. Tað er tað, eg fari at siga. Eg haldi, at hatta er ein ljótur spurningur. Eg haldi, at tað er ein ógvuliga vánaligur boðskapur [...] Bondi Beach fyri at forða virusútbreiðslu Gitna Bondi Beach í Sydney verður eftir øllum at døma stongd fyribils í royndunum hjá avstralsku myndugleikunum at fáa fólk at virða boðini um at halda seg burtur [...] skorfleingju fyri at spyrja um virusboðskap Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallaði í gjár tíðindamann hjá NBC News ein »ræðuligan tíðindamann«, tá hann spurdi forsetan, hvat hann fór at siga við amerikanska
týdningarmikið fyri okkum, at hava eitt gott samstarv við vinnufyritøkur og aðrar áhugapartar her heima í Føroyum fyri at tryggja, at granskingin hjá okkum kann vera við til at skapa størri virðir fyri [...] Varðin, Framherji og Hiddenfjord. Høvuðsendamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða [...] granskingarstovnar úti í heimi og hava drúgvar royndir at arbeiða við verkætlanum innan umsiting av fiski- og alivinnu. Harumframt vita vit, at nógvar føroyskar fiski- og alifyritøkur og teirra undirveitarar
Skógrøkt Landsins fyri at takka, at viðarlundirnar eru so prýðiligar, sum tær eru í dag. Víst verður á, at Jákup Leo, sáli, slóðaði undan, við sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at fríðka um grønu økini. [...] hugskoti - fekk fríar teymar frá arbeiðsformanninum til at gera. Hann sigur, at á henda hátt kunnu trø, sum eftir eitt mannaminni hava verið noydd til at víkja fyri veðurlagnum, framhaldandi tæna einum gagnligum [...] býnum. Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. Tey ásanna eisini, at tílíkt, sum ein viðarlund, kemur ikki av sær sjálvum. - Ikki fyri at gloyma tey, sum í sínari tíð plantaðu trøini, er tað fyrst og fremst
Sundalagnum, men tað er ein treyt í føroyskum kappróðri, at tú ert førur fyri at rógva í øllum líkindum, eisini havaldu og eitt sindur av toku. Hetta fer at vera eitt ítróttarligt og fíggjarligt bakkast fyri [...] sum róðrarøki, meðan onnur øki í landinum ganga frí. Er tað so, at Róðrarsambandið hevur roynt at taka róðrarfeløgini í landinum í eið um at gjøgnumføra hesa ætlan, skulu tit í minsta føri koma við einari [...] kappróður. Takk eigur Vagnur Michelsen fyri at bera hesi boð fram, áðrenn RSF fær útruddað allan kappróður í Sundalagnum eina ferð með alla, uttan so mikið sum at koma við einari almennari frágreiðing. Kappróður
Nú verður nógv dýrari at verða sjúkur Beata L. Samuelsen sigur, at hetta er eitt stórt vónbrot, tí hon sigur, at hetta er ikki tað, samgongan lovaði pensjónistunum í valstríðnum. At grundupphæddin í pensjónunum [...] fyri næsta ár, fyri Løgtingið og tað er greitt, at ein bólkur í samfelagnum, sum fer at merkja hetta á egnum kroppi, eru pensjónistarnir. Samgongan ætlar, at grundarupphæddin í fólkapensjónini skal hækkað [...] Hon leggur afturat, at hetta er ein gerð, pensjónistar fara at minnast teimum aftur á næsta løgtingsvali. – Fyribils er hetta bara eitt uppskot frá samgonguni, men eg vóni sanniliga, at tinglimir hugsa seg
Eystnes. Lagt verður aftrat, at tað tískil heldur ikki er so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar. - Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum [...] hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi. Í frásøgn á heimasíðum hjá kommunum, sum varða av Kongshavnar havnastýri, verður víst á, at fyrsta atløgubryggja á Sk [...] har stór skip kundu leggja at, var á Skipanesi - og ásannast má, at síðan tað hevur verið stór framgongd við atløgubryggjum kring allan fjørðin. - Tá føroyingar av álvara fóru at keypa skip fyrst í 1900-talinum