Fallin trø koma aftur til heiðurs og æru

Trø, sum noyddust at víkja fyri veðurlagnum, kunnu nú framhaldandi tæna einum gagnligum endamáli í viðarlundini í Trongisvági.

 

- Í mong ár hava viðarlundirnar í kommununi verið náttúrlig savningarstøð fyri borgarar og vitjandi, ið ynskja at njóta eina friðsæla stund - burtur frá rokaliga gerandisdegnum. Viðarlundin í Trongisvági - rópt plantasjan millum tey lokalu - var leingi tann einasta, ið minti um veruligan skóg, men seinastu árini er viðarlundin við sjúkrahúsið vorðin ein sonn perla, mitt í býnum.

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. Tey ásanna eisini, at tílíkt, sum ein viðarlund, kemur ikki av sær sjálvum.

- Ikki fyri at gloyma tey, sum í sínari tíð plantaðu trøini, er tað fyrst og fremst dugnaligu starvsfólkunum á teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu og Skógrøkt Landsins fyri at takka, at viðarlundirnar eru so prýðiligar, sum tær eru í dag.

Víst verður á, at Jákup Leo, sáli, slóðaði undan, við sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at fríðka um grønu økini. Nú - og tey seinastu árini - er tað serliga Don Terji Hentze, sum saman við starvsfeløgum hevur staðið á odda fyri arbeiðnum at viðlíkahalda og fríðka um viðarlundirnar.

Herfyri skifti heimsíðan hjá Tvøroyrar kommunu orð við Don Terja í viðarlundini í Trongisvági til eitt prát.

- Visit Suðuroy hevði júst latið eitt kort prenta sum vísir, hvørji fuglasløg halda til í økinum. Prýðiliga skeltið er vorðið til eftir hugskoti og tilrættislegging frá Turið Vestergaard í Dali og Eyðfinni Magnussen - og vøkru tekningarnar hevur Astrid Andreasen teknað.

Víst verður á, at eitt tað mest forvitnisliga við skeltinum er ramman kring myndina - og viðabulurin, sum er settur undir rammuna. Við stórum nærlagni hevur Don Terji tilevnað hetta burtur úr viði úr viðarlundini.

- Viðurin er úr trøum, sum farin eru í ódnunum, ið mangan herja kring oyggjarnar. Don Terji sigur, at sjálv talvan aftan fyri skeltið er úr træi, sum fórst í einari ódn í 2011. Henda ódnin fór sera illa við trøunum í Trongisvági.

Hann vísir á, at tá vórðu mong trøð sagaði í stykkir, fylt í bingjur og send til Havnar, har Skógrøkt Landsins var so beinasom at saga trøini í plankar og senda viðin suður aftur, so hann kundi brúkast til ymisk endamál. Viðabulurin undir skeltinum er soleiðis frá einari ódn í 2019.

- Don Terji er væl nøgdur við úrslitið, sum hann - eftir egnum hugskoti - fekk fríar teymar frá arbeiðsformanninum til at gera. Hann sigur, at á henda hátt kunnu trø, sum eftir eitt mannaminni hava verið noydd til at víkja fyri veðurlagnum, framhaldandi tæna einum gagnligum endamáli, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu millum annað í dag.

Meira kann lesast um arbeiði í viðarlundunum í Tvøroyrar kommunu á www.tvk.fo

##med2##