Í morgun mældi løgmaður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikurnar. Hetta tilmælið er komið dánt við hjá fleiri av skeinkistøðunum í Havn, og tað er í skrivandi stund ivasamt, hvussu tey ymsu støðini fara at hava opið um vikuskiftið og komandi tvær vikurnar.
Nakrar av barrunum hava longu tikið eina avgerð um at fylgja tilmælunum, meðan aðrar barrir ikki hava tikið støðu enn.
Hesi steingja
Í Luux hava tey valt at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og har verður sum kunnugt stongt tær næstu tvær vikurnar fyribils. Tað sama er galdandi í Cleopatra.
Sama avgerð er tikin í Hvonn.
– Vit fylgja tilmælunum, sum myndugleikarnir koma við, og vit hava opið til klokkan 22 hvørt kvøld. Vit ynskja at verja okkara starvsfólk og okkara gestir. Vit eru í einari serstøðu, og fyri at koma burturúr hesum so skjótt sum gjørligt, haldi eg, at vit øll eiga at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, sigur Jenny A. Heiðunum, stjóri í Hvonn.
Tað verður eisini stongt í Essabarr.
– Vit taka undir við tilmælinum frá Føroya Landsstýri - Løgmanni, og Essabarr hevur lukkað í vikuskiftinum og verður lukkað so leingi tað er neyðugt. Hetta er ein felagsábyrgd, ið er ásett ein og hvønn borgara umframt privatu vinnuna og verður tikið í álvara, sigur Danial Golightly, leiðari.
LES EISINI:Skeinkistøð finnast at tilmælinum um at steingja klokkan 22
Vita ikki enn
Í dansistaðnum Bassalt í Tórsgøtu hava tey ikki tikið støðu til, hvussu tað verður komandi tíðina.
– Vit gera nokk tað, sum hinar barrirnar gera. Um øll velja at steingja, so gera vit eisini tað. Um øll velja at hava opið, so gera vit tað, ímyndi eg mær, sigur Sigfríður á Plógv, stjóri.
Í Glitnir hava tey heldur ikki tikið støðu enn. Tiltakið “Monkey-night” plagar hvørt hóskvøld at savna nógv fólk saman í Glitnir, og hetta verður í øllum førum ikki avlýst.
– Tað verður opið í kvøld til Monkey, jú. Men vit vita í verandi løtu ikki, hvussu tað verður í vikuskiftinum og fram eftir. Tað taka vit støðu til seinni í dag ella í morgin, sigur Hans Andreassen, stjóri í Glitnir.
Í Sirkus hava tey heldur ikki tikið avgerð um, hvussu tey fara at hava opið komandi tíðina.
– Inntil vit ikki fáa strangari boð, so kunnu vit ikki bara steingja. Eg má fáa nakað meira konkret at vita um, hvussu eg kann bjarga mínari fyritøku, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus.
Í kvøld verður opið sum vanligt í Sirkus.











