Kongshavnar havnastýri hevur skipað seg við Jan Højgaard, umboðandi Nes kommunu sum formanni og Sæunn Ó. Hansen, umboðandi Runavíkar kommunu, sum næstforkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru: Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu, Steingrím Jacobsen, bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu og Petur Súni Jacobsen, býráðslimur í Eysturkommunu.
Kongshavn er so mikið gamalt navn, at ikki er fullgreitt, hvør upprunin til navnið er, men á heimasíðum hjá kommunum, sum varða av Kongshavnar havnastýri, verður sagt, at navnið Kongshavn finst í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.
- Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. “Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads…..” skýra fróðarrit Skálafjørðin. Skálafjørðurin er longsti fjørður Føroya. Hann er 13 kilometrar av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og 18 kilometrar út í Eystnes.
Lagt verður aftrat, at tað tískil heldur ikki er so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar.
- Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Bara hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi.
Í frásøgn á heimasíðum hjá kommunum, sum varða av Kongshavnar havnastýri, verður víst á, at fyrsta atløgubryggja á Skálafjørðinum, har stór skip kundu leggja at, var á Skipanesi - og ásannast má, at síðan tað hevur verið stór framgongd við atløgubryggjum kring allan fjørðin.
- Tá føroyingar av álvara fóru at keypa skip fyrst í 1900-talinum, sást skjótt, at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymisku havnunum, og í tí sambandi vórðu havnareglugerðir gjørdar.
Hin 18. oktober í 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fór til verka hin 7. februar í 1914, og tískil verður hesin dagur roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar havnastýri.
Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálfjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum gjørligt.
- Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum. Býtið er: Nes kommuna 14 prosent, Runavíkar kommuna 48 prosent, Sjóvar kommuna 23 prosent og Eysturkommuna 15 prosent. Inntøkurnar skulu sambært reglugerðini einans nýtast til at betra um havnaviðurskiftini á Skálafjørðinum, verður lagt aftrat.