byrjað at boksa í ár, enn hann hevði torað at droymt um. - Felagið varð sett á stovn í januar í ár. Tað er nakað, sum aðrir saman við mær hava havt ætlanir um í nøkur ár. Tá ið vit byrjaðu vóru vit eini fimm-seks [...] á grótføroyskum) alt árið runt, tí at aðrar og størri ítróttargreinir fara eisini avstað við fólki. - Felagið er vaksið ótrúliga skjótt. Vit eru sera bilsnir á tann jaliga mátan um, hvussu nógv eru byrjað [...] er fyri ungar boksarar, ið eru undir 12 ár. Hesir boksarar læra bert nøkur heilt grundleggjandi ting um tað at vera boksari. Síðani hava vit vaksnmannaliðið, sum er fyri øll yvir 12 ár. Har eru eini 25 íðkarar
minka um lønarmunin millum kvinnur og menn. Tað heldur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen. Í Danmark vísir ein kanning, at kvinnur kundu forvunnið millum 7.300 og 53.300 krónur meira um árið [...] árið, um maðurin tók bara eina viku meira av barnsburðarfarloyvinum. Meðan lønin hjá manninum at kalla er óbroytt, tá hann fær børn, minkar løn og eftirlønarsamansparing hjá kvinnunum munandi. Lønin hjá henni [...] fara í farloyvi minkar og samfelagsliga gagnið økist, heldur Ólavur Ellefsen. Kunnu vit ikki semjast um 50/50, so eiga vit í minsta lagi at hava somu skipan sum í Íslandi, har pápakvotan er 3 mánaðir, m
Danmark: Um tú ferðast í bili tínum í dag - fríggjadag - so ansa væl eftir vegnum og hinum bilunum í ferðsluni. Vandin fyri at eitt óhapp hendir á vegnum er størri fríggjadagar, enn hinar yrkadagarnar [...] í vikuni. Hetta vísa tøl frá Vejdirektoratet fyri árið 2008, og sum tíðindastovan Newspaq hevur almannakunngjørt. Í miðal hendu 2.773 óhapp á donsku vegunum í 2008, meðan talið var heilt uppi á 3301 óhapp [...] bilførarunum koyra ikki dagliga, slær hon fast. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Danmark er ein sannførdur um, at nøkur av hesum óhappunum kunnu síggjast aftur í blóðinum á teimum ferðandi. - Eitt annað boð uppá
semjusøkjandi atburð ein dag um árið, sigur Levi Hansen, stigtakari fyri MESS. Upprunin til Peace One Day er amerikumaðurin Jeremy Gilley, og tá ið Levi Hansen sá eina dokumentarsending um friðarmannin, var hann [...] hendur, tá ið MESS leygarkvøldið skipar fyri stuðulkonsert við heitinum Peace One Day. -Skal málið um frið og vápnahvíld náast, mugu vit eisini leggja okkum eftir hesum. Hóast Føroyar er eitt friðsælt [...] sørt ovfarin. -Eg haldi tað verða løgið, at føroyingar fyri einari viku síðani, aldrin høvdu hoyrt um Peace One Day. Tað er viðurkent í størsta partinum av heiminum, men føroyingar hava aldrin víst hesum
tungt at fáa endarnar at røkka saman í vetrarhálvuni, og so var eisini hesaferð. Vit hava kortini vónir um betri úrslit sum frálíður, men høgi oljuprísurin er kortini ein støðug avbjóðing, sigur Magni Arge [...] Samstundis tók felagið sum fyrsta felag í Evropa í nýtslu navigatiónsskipanina RNP AR 0.1, sum økir um trygd og reglusemi við fráferð og lending. Tá Airbus-flogfarið varð sett í flúgving, minkaði olj [...] Barcelona. Sjálv flúgvingin við Airbus-flogfarinum hevur riggað sær væl, og ferðafólkini hava verið fegin um flogfarið. Vit gleða okkum til næstu avbjóðingarnar bæði viðvíkjandi rutuflúgving og leiguflúgving
Eingin av teimum trimum kvinnudystunum um vikuskiftið hevði nakað úrslit, ið elvir til bilsni, tí í øllum trimum førum var talan um trý tey fremstu liðini, ið spældu útidystir ímóti liðum, ið liggja lægri [...] tryggan 3-0 sigur, har tað ikki eydnaðist Ternuni at geva stórvegis mótstøðu. Kortini má sigast, at árið higartil hevur hildnast væl hjá toftakvinnum, sum hava vunnið seks dystir higartil í vetur. Men ímóti [...] allarfremstu, er SÍ. Hesa ferð vóru sørvágskvinnur á vitjan hjá KÍF í Kollafirði, og eisini her var talan um ein tryggan 3-0 sigur, hóast arbeiðast mátti eitt sindur meira fyri sakini tey bæði fyrstu settini
liðini verða mannað, hevur lítið verið at frætt um, men í gjárkvøldið høvdu fyrireikararnir fingið fráboðan um átta lið. Tey kundu verið væl fleiri, um teir mongu danskararnir eisini tóku seg saman í [...] stóra hópin, sum fer at kappast restina av hesi vikuni, nú Statoil Kring Føroyar er á skránni fimtandu árið á rað. Hetta er nógv tað mesta nakrantíð, og einki bendir á, at spenningurin heldur verður minni [...] skránni. Súkklaður verður ein einkultstartur upp á 15 kilometrar, og tá fæst ikki minst ein ábending um, hvussu sterkir teir mongu súkklararnir eru, sum ikki áður hava verið at sæð í Statoil Kring Føroyar
dømis til at minka um inntøkuskattin ella veitast sum stuðul til barnafamiljur. 3 ella 18 mió. kr. Óansæð er tað bert ein partur av inntøkuni, sum landskassin kann fáa longu fyrsta árið, skipanin koyrir [...] kann gjald leggjast á vegakervið? Í flestu framkomnu londum er ferðslugjald ein partur av kjakinum um, hvussu ferðslan skal regulerast. Tað er oftast møguleikin at hava teldu við satellittsambandi í hvørjum [...] møguleika: at seta upp einar 30 gjaldstøðir, eins og tær, sum longu finnast í undirsjóvartunlunum, runt um landið. Tøkniliga grundarlagið er longu í lagi, so tað er bert uppsetingin, sum kostar. Hvat kann hon
Vanliga eru almennu útreiðslurnar hækkaðar fleiri prosent um árið, men í ár var talan um eina munandi avmarking og næsta ár verður so talan um eina beinleiðis lækking. - Tað er eitt stórt tak, tí tað er [...] hava lagt, hava vit fingið tamarhald á almennu útreiðslunum og hallið á fíggjarlógini verður burtur um fýra, fimm ár. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eftir landsstýrisfundin í gjárkvøldið, tá ið
ímóti 200 milliónum afturat um árið í blokkstuðli. Harvið fara føroyingar til Danmarkar, sum lutvíst hevur tvífalt so stórt hall sum føroyingar í almenna rakstrinum, at biðja um meiri pengar, so at tað ber [...] Flokkarnir hava undirskrivað samgonguskjalið, politikkurin er lagdur, og semja er um málsøkjabýtið í landsstýrinum. Eisini er semja um, hvussu mest týðandi sessirnir í løgtinginum skulu býtast. Enn er samgonguskjalið