Tómt í landskassanum?

Hví skal tað vera ókeypis at brúka vegakervið? Vegakervið hevur kostað samfelagnum nógv – heilt ofta verður tikið til, at tað er ein íløga. Dagliga kostar tað eisini nógv – í form av viðlíkahaldi, ferðsluvanda, fleiri sløgum av dálking og øðrum negativum árinum á trivnaðin. Hví skal alt hetta onki kosta?

Hetta er planbúskapur: staturin ger av, at vit øll skulu gjalda fyri bilkoyring – antin vit hava tørv á tí ella ei. Kann tað loysa seg at brúka vegakervið, hava brúkararnir eisini ráð at gjalda fyri tað. Tí er ongin grund at lata vegakervið vera ókeypis at brúka. Hinvegin eru fleiri grundir at leggja brúkaragjald á vegakervið. Tær eru nevndar omanfyri.
Hvussu kann gjald leggjast á vegakervið? Í flestu framkomnu londum er ferðslugjald ein partur av kjakinum um, hvussu ferðslan skal regulerast. Tað er oftast møguleikin at hava teldu við satellittsambandi í hvørjum bili, sum er idealið. Vit hava tó ein annan møguleika: at seta upp einar 30 gjaldstøðir, eins og tær, sum longu finnast í undirsjóvartunlunum, runt um landið. Tøkniliga grundarlagið er longu í lagi, so tað er bert uppsetingin, sum kostar. Hvat kann hon kosta? Tað er sjálvsagt ikki bara sum at siga tað at gissa prísin, men nøkur fólk eiga at vera í landinum her, sum eru før at geva eitt gott boð. 100.000, stykkið, man ikki vera av leið. Um tað so er tað dupulta, kann tað kortini loysa seg. 30 ferðir 100-200 tkr. er 3-6 mió. kr. Fult útbygd kann skipanin hava upp til 90 gjaldstøðir: 18 mió. kr., men ikki er neyðugt at hava so nógvar støðir. Hinvegin, sjálvandi verður gjaldið í tí einstøku gjaldstøðini minni, jú fleiri støðir eru tilsamans.
At byrja við kundi til dømis allar viðlíkahaldsútreiðslurnar av vegakervinum verið lagdar yvir á gjaldsskipanina. Herundir trygging móti omanlopi og leysum seyði. So varð friður av Landsverk, sum hvørt ár ger vart við, at pengarnir eru ov smáir til viðlíkahaldið av verandi vegakervi. Síðan kunnu onnur gjøld so hvørt leggjast afturat – ymisk umhvørvisgjøld, ymisk trygdargjøld og kanska fyri brúksvirðið. Hesi kunnu fara í stóra pott til dømis til at minka um inntøkuskattin ella veitast sum stuðul til barnafamiljur.
3 ella 18 mió. kr. Óansæð er tað bert ein partur av inntøkuni, sum landskassin kann fáa longu fyrsta árið, skipanin koyrir. Hvussu nógv skal samlaða gjaldið vera? Onki órættvíst vildi verið í einum samlaðum gjaldi uppá 500 mió. kr. árliga. Men so stórt skal gjaldið sjálvsagt ikki vera fyrstu árini, meðan samfelagið lagar seg til veruleikan: at ferðslan kostar.