Leggja til brots í kvøld

Súkkling - Tilsamans 54 súkklarar eru við í stóru súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, sum fer í gongd í kvøld við prologi í Klaksvík

Í evstu løtu eru fýra súkklarar aftrat komnir upp í stóra hópin, sum fer at kappast restina av hesi vikuni, nú Statoil Kring Føroyar er á skránni fimtandu árið á rað. Hetta er nógv tað mesta nakrantíð, og einki bendir á, at spenningurin held­ur verður minni, enn hann hevur verið undanfarnar ferðir.
Hvussu tey ymsu liðini verða mannað, hevur lítið verið at frætt um, men í gjárkvøldið høvdu fyri­reikararnir fingið fráboðan um átta lið. Tey kundu verið væl fleiri, um teir mongu danskararnir eis­ini tóku seg saman í lið, men sum skilst, verða teir allir við sum einstak­lingar í staðin.
Vinnarin av kappingini í fjør, Torkil Veyhe, hevur aftur í ár Gudmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen aftrat sær, og teir vunnu saman liðkappingina í fjør. Hafsteinn Ægir Geirsson, sum hevði vunnið einstak­lingakappingina fýra tey undan­farnu árini, hevur aftur í ár tveir aðrar sterkar íslendingar aftrat sær, umframt at teir tríggir súkkl­ararnir úr Belgia koyra sum eitt lið. Annars eru eisini fýra onn­ur føroysk lið og eitt íslendskt, so liðkappingin sær lovandi út.

Byrja í Klaksvík
Lagt verður til brots í Klaksvík í kvøld klokkan 18, tá prologurin er á skránni. Súkklaður verður ein einkult­startur upp á 15 kilometrar, og tá fæst ikki minst ein ábending um, hvussu sterkir teir mongu súkkl­ararnir eru, sum ikki áður hava verið at sæð í Statoil Kring Føroyar.
Og longu í morgin og ovurmorgin eru tveir teir mest krevjandi tein­arnir á skránni. Fyrst í morgin í Eysturoynni, tá byrjað verður í Havn og síðani koyrt til Glyvrar umvegis Selatrað. Og fríggjadagin verður súkklað í Suðuroynni, so hesar báð­ar dagarnar bjóðar kappingin tveir harðar teinar, sum tilsamans eru 184 kilometrar til longdar við bæði longum og brøttum brekkum, ið kunnu fáa rættiliga avgerandi týdning.
Leygardagin verður aftur ein einkultstartur, sum fyri fyrstu ferð er í Vágum, har súkklað verður úr Sandavági til Bíggjar og aftur, og sunnudagin er so aftur ein langur teinur, tá farið verður úr Tjørnuvík til Havnar, umvegis Saksun, Oyggj­ar­vegin og Gomlurætt. Málið henda síðsta dagin verður við Gamla Apotek í miðbýnum í Havn.