Samgongan hevur tikið eitt ódnartak

- Eftir tí fíggjarkarmi, vit hava lagt, hava vit fingið tamarhald á almennu útreiðslunum og hallið á fíggjarlógini verður burtur um fýra, fimm ár. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eftir landsstýrisfundin í gjárkvøldið, tá ið fíggjarkarmurin fyri næstu árini varð handaður Løgtinginum.

Hann vil ikki í smálutir við tølunum, men hann sigur, at endaliga úrslitið fyri næsta ár, verður at hallið á fíggjarlógini verður góðar 600 milliónir.

Og gongst sum ætlað, verður hallið á fíggjarlógini burtur 2014 ella 2015.

Men hann metir, at tað, sum hendan samgongan hevur gjørt við fíggjarkarminum fyri næsta ár, er eitt bragd.

Framskrivingar vísa, at bara við príshækkingum av ymsum slagi, skuldi fíggjarlógin hækka 115 milliónir næsta ár fyri at varðveita sama støði, sum í ár.

- Men kortini hava vit lagt ein karm fyri næsta ár, har føroyska samfelagið bíligari at reka, enn tað verður í ár.

- Vanliga eru almennu útreiðslurnar hækkaðar fleiri prosent um árið, men í ár var talan um eina munandi avmarking og næsta ár verður so talan um eina beinleiðis lækking.

- Tað er eitt stórt tak, tí tað er ikki hent síðani 1993, at tað hevur eydnast beinleiðis at lækka almennu útreiðslurnar.

Hann leggur afturat, at hetta er upptakið eftir undanfarnu samgonguna, sum lækkaði blokkin, uttan at laga almenna raksturin til minkandi inntøkurnar.

- Arbeiðið, sum vit gjørdu í ólavsøkupakkanum og tað, vit hava gjørt nú, er tað arbeiðið sum samgongan skuldi havt gjørt í 2002, tá ið blokkurin varð lækkaður

- Men tvørtur ímóti hevur vøksturin verið ógvusligur, men tað hava vit fingið tamarhald á nú.

Hann sigur, at hetta er gjørt bæði við sparingum, rationaliseringum og bygnaðarbroytingum, men tøl vil hann ikki leggja á borðið enn.

Hann lovar kortini, at fíggjarkarmurin er lagdur til rættis, uttan at ganga grundleggjandi vælferðartænastum, altso heilsuverkinum, skúlaverkinum og almannaverkinum, ov nær.

- Vit spara á øllum økjum, men vit hava ansað sera væl eftir at vit ikki raka tær grundleggjandi tænasturnar ov hart, sigur løgmaður.

Hann sigur eisini longur niðri á Portalinum, at hann væntaði ikki, at hetta fór at elva til samgonguslit