taka meg fyri fult, kanska serliga um tú ert ein konservativur, borgaraligur, høgravendur og hampiligur politikari. Men eg fari at royna alíkavæl. Hetta vælvitandi um, at flestu konservativu, borgarligu [...] Nógv varð kjakast um, at um prísurin var ov høgur, so fóru fólk at lata bilin standa, og hetta fór at ganga útyvir fíggingina av tunnilinum. Men hvat so? Tað skuldi jú bara verið gott um fólk tóku bussin [...] meg. Men nú havi eg verið í holinum nakrar ferðir. Snotuligt hol, turt og alt, so har er ikki nakað at klaga um. Fyrstu ferð eg fór ígjøgnum holið var við bussi, hetta kostaði mær 100 kr. hvønn vegin, hetta
meðan hon var niðri. Og tað er seks máltíðir um dagin, men tó ikki meira enn 1905 kaloriur. ? Heima er onki eftirlit, og vandin fyri at detta útí aftur, um ein kann siga tað so, er eisini stórur. Men eg [...] ikki gongur alt ov skjótt, heldur hon. ? At tapa seg soleiðis snýr seg ikki um at halda uppat við at eta. Tað snýr seg nógv meira um at broyta lívsstíl og at læra seg at eta rætt. Eg havi etið ov nógv og skeivt [...] hennara, Finn, segði tá við hana, at hon skuldi hugsa um, at hon hevði gingið allan teinin við einum eyka persóni á nakkanum. ? Hann segði, at um nakar hevði biðið meg gingið niðan og borið ein annan,
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? ? Onga. Og um eg fekk eina slíka, endaði hon bara í køstinum, so eg eri garderaður. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke [...] ikki slept honum síðan. Klaverið fór, sum vera man, í ommu sína. Spælir tú nakað ljóðføri? ? Gittar og mandolin og munnharpu. Syngur tú undir brúsuni? ? Onkuntíð ? sum oftast »My Way«, sum Elvis sang hann [...] konsertin, sum tú hevur verið til? ? Neil Young, Roskilde í fjør. Hann bestemmar bara... Spældi 1 1/2 tíma ov leingi. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? ? Neil Young aftur, men eg veit ikki, hvat eg
Chavéz. Brádliga stendur hann har. Í reyðari skjúrtu, sum bert er knept nakað upp, rennibrókum og renniskóm. Hann er í sera góð-um hýri, ja, eitt stórt bros, allur sum hann er. Og á sín vanliga hátt byrjar [...] flenna tey at honum, tá hann roynir seg um gyklara, flenna saman við honum, tá hann leggur andstøðuna undir líkt og ólíkt, og atkvøða fyri honum, tá hann biður um stuðul. Síðani hann varð valdur til forseta [...] sum at ein ósjónligur veggur býtir fólkið í tvey. Annaðhvørt tekur tú undir við Chavéz og hansara bolivarisku dreymum, ella ert tú ímóti honum. Mong hava valt at rýma av landinum. Vinmaður Fidel Eingin
Annlis Bjarkhamar er ikki longur landsstýriskvinna. Men maðurin alt rokið stóð um, Steffen Stumman Hansen, ið varð tikin fram um Símun V. Arge, er framvegis útnevndur landsantikvarur næstu fimm árini. Tað [...] Annlis Bjarkhamar. Stendur við enn Spurningurin er, um setanin av Steffen Stumman Hansen stendur við. Men Anfinn Kallsberg fæst ikki at svara í løtuni, um nýggi landsantikvarurin verður sitandi. ? Sjálvandi [...] umsitingarliga. So leingi tann avgerðin stendur við, er Steffen Stumman Hansen landsantikvarur. Um tað verður broytt, veit eg ikki enn, tí tað er ikki viðgjørt, sigur Anfinn Kallsberg. Tá Sosialurin tosað við løgmann
at kunna læra onnur. Tú kanst fara út í verðina og fáa nýggjar og fleiri royndir, og tú kanst fara heim eftir lokna útbúgving at læra føroyingar nakað um tónleik. Tað hon veit um er eingin føroyingur, [...] so brúka hesa útbúgvingina til, tá hon er liðug um knapp trý ár! - Tað verður so upp til mín og støðuna tá. Tú kanst vera artistur og tú kanst undirvísa. Tú kanst koma víða við slíkari útbúgving, so vit [...] nógv størri týdning fyri Føroyar og føroyingar í framtíðini, um vit leggja nakað í hann. Sjálv heldur Sigrið tað vera sera hugaligt at hoyra um tey mongu ungu, sum koma seg fram á tónleikapallinum, eitt
áni ikki nær hann er! Men tað merkir helst, at tú skalt ansa eyka væl eftir konufólkunum tá, og tey fara helst at plága teg um at keypa rósur. Hvør veit? Kanska eg fari at gera okkurt burturúr degnum í [...] kvinnur hava jú verið kúgaðar í fleiri ár. Um eg fari at gera nakað veit eg ikki, men eg eri limur í Havnar Kvinnuarbeiðarafelag, og tað er eitt av mínum ískoytum til kvinnudagin. [...] sjálvt um tað ikki júst er tað eg gangi mest uppí. Tað eru jú rættindi, sum kvinnur hava bart fyri í fleiri ár, og ein dagur, sum kvinnur sjálvar hava tikið stig til at hava. Eg havi ongar ætlanir um at fara
eina stutta tíð, men havi gloymt alt. Syngur tú undir brúsuni? - Ofta. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Ja, ofta. Serliga droymdi eg um at blíva keyboardspælari, eg haldi tað vera eitt [...] ? vemmiligur helvitiskapur. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Eg eigi onga pínliga plátu. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? - »West End Girls« hjá Pet Shop Boys - nydeligur [...] tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - »Tað var ein lítil genta« hjá Vanju ella »Money Money Money« hjá Abba ? tað var um sama mundið. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt
menninir brádliga eru á vøllinum, skal tú ikki spyrja meg um. Har var brádliag eitt øgiligt rót, har menn komu bæði av skiftis- og áskoðarabeinkinum, og tað er so ikki nakað, sum hoyrir heima nakrastaðni, heldur [...] steðga honum sera effektivt. Um hetta segði Ingi, at hann ikki hevði sæð tilburðin sjálvur, og at hann tí ikki kundi siga nakað her og nú. - Tað ljóðar í øllum førum ikki gott, um tað er so, sum tað varð ført [...] Allir mundu ásanna, at hetta ikki var nakað at vera errin av, og vit góvu so hvørjum øðrum hondina eftir dystin. -. Eisini eri eg fegin um, at Ingi og eg fingu tosað um tilburðin eftir dystin. Vestmenningar
sum gjørdi at eg føldi meg eitt sindur ríkari. Eg skíti á. um teir vinna ella ikki, tí í mínari verð var vinnarin longu funnin. Eg veit ikki, um hetta var eitt slag av verjumekanismu fyri ikki at lata meg [...] týða fyri hesar vónríku bólkar, sum hava vant seg til blóðis hesar seinastu dagarnar. Møguleikarnir um tú vinnur eru so ómetaliga stórir, og kanska størri enn undanfarin Prix-ár, tí enn fleiri og fleiri [...] Leygarkvøld kl. 21 og enn eitt undanumfar í Prix Føroyar kappingini. Legg merki til: kapping. Tí talan er jú um eina kapping, har ymiskir bólkar skulu royna sítt besta á palli og síðani leggja seg undir tað skoðsmál