Eg vil gjalda meira fyri at koyra undir Vestmannasundi

   

Nú eri eg ein sovorðin langhærdur, illavorðin og gjøgnumsúrgaður sosialistur, at tað kanska ofta er ringt at taka meg fyri fult, kanska serliga um tú ert ein konservativur, borgaraligur, høgravendur og hampiligur politikari.
Men eg fari at royna alíkavæl. Hetta vælvitandi um, at flestu konservativu, borgarligu, høgravendu og hampiligu politikarar ikki halda, at umhvørvið er so týdningarmikið, at vit noyðast at gera nakað við dálking. Men sum sagt eg royni alíkavæl.
Tímdi so illa at blanda meg í tunnilskjakið; Marius Dam keðir meg, og legði eg meg út í eitt kjak við hann, hevði hetta kjak óivað kett tykkum lesarar, so eg vildi ikki blanda meg. Men nú havi eg verið í holinum nakrar ferðir. Snotuligt hol, turt og alt, so har er ikki nakað at klaga um.
Fyrstu ferð eg fór ígjøgnum holið var við bussi, hetta kostaði mær 100 kr. hvønn vegin, hetta eru 200 kr. aftur og fram. Seinnu ferðina eg fór gjøgnum holið var tað við bili; vit vóru trý í bilinum, og vit goldu 188 kr. aftur og fram. Tað kostaði mær sostatt minni við bili enn við bussi, ja, sjálvt um vit taka bensin við í roknistykkið, so kann tað næstan betala seg (sum tann langhærdi, illavorðni og gjøgnumsúrgaði sosialisturin eg eri, havi eg ein bil sum brennur lítið). Fóru vit øll trý við bussi, hevði hetta kostað 600 kr. aftur og fram.
Eg spurdi meg sjálvan, hvussu kann hetta bera til? Kring allan heimin (kanska USA undir George W. undantikið), síggja fólk dálking sum ein tann størsta trupulleikan fyri mannaættina. Ja, sjálvt formaður javnaðarfloksins segði nýliga, at dálking var ein tann størsti trupulleikin í framtíðini, so tað er ikki nøkur hemmiligheit. Men hóast hetta velur ein frá almennari síðu, at gera gjaldið fyri at koyra gjøgnum ein almennan tunnil við privatbili nógv lægri enn við almennum ferðasambandi.
Eg veit, at her er talan um almenn partafeløg, men hetta eru feløg sum vit borgarar eiga, og tí mugu tey eisini virka til okkara frama og ikki okkara undirgang. Hví tramin kunnu vit ikki seta prísin fyri persónbilar hægri, kanska einar 300-400 kr. aftur og fram, og brúka hesa meirinntøku til at fíggja eina bíligari busskoyring.
Nógv varð kjakast um, at um prísurin var ov høgur, so fóru fólk at lata bilin standa, og hetta fór at ganga útyvir fíggingina av tunnilinum. Men hvat so? Tað skuldi jú bara verið gott um fólk tóku bussin ístaðin. Um trupulleikar standast av at hetta eru tvey almenn partafeløg, kunnu vit bara leggja tey saman. Hetta eru jú partafeløg sum hava sama eigara.