New Zealand er 1600 km langt og hevur tvær meginoyggjar við nøkrum smærri oyggjum spjøddum runt um. Tilsamans er landið 268.000 km2, ella eitt sindur størri enn Stóra Bretland. Landið er kent fyri sítt [...] Kaikoura. Hann er staðið í New Zealandi, ið hevur mest samband við havsins súgdjór. Her koma hvørt ár teir stóru avgustarnir framvið og halda viðhvørt til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl fyri [...] ta villu náttúruna har, inntil tey funnu uppá at fáa fatur á teimum og ala tey, tí kjøtið er sera gott. Hetta er nú ein stór útflutningsvøra. Adrenalin- høvuðsstaðurin Tá vit komu til Queenstown, ið eisini
komin haðani. Í hesum er einki skeivt, tí tann gyklaði heimurin hjá Tolkien er so ríkur og er grundaður á so almenniskjaligar dreymar og hugmyndir úr ymiskum gudalærum, at rúm er fyri upp í leypar av [...] Kort er við bókini og somuleiðis navnalisti, og nøvnini minna ikki sørt um tey í »Hobbanum« (finst á føroyskum í týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur [...] tey sleppa ígjøgnum fjalli, at eitt kríggj er brostið á fyri nøkrum árum síðani, og at tey flýggja undan surpatunum, sum eru hermenn úr Non Surgod. Børnini er um tólv ára aldur, hava sitið í fangalegu í
álopsspælarunum, sum fram til tá hevði víst nógv mest. Eingin ivast í, at Todi Jónsson er ein frálíkur fótbóltsspælari, men hann er ikki tann á landsliðnum, sum arbeiðir mest, og eftirsum tað kundi roknast við [...] minuttir er einki at geva einum spælara, tá restin av liðnum eisini langt síðani hevur givið skarvin yvir. Estlendska liðið megnaði at vinna 5-0 uttan á nakran at vísa stórspæl, og Estland er heldur ikki [...] teimum høvdu eisini spælt væl í heimligu kappingunum. Og so var tað sjálvandi spenningurin, sum altíð er, tá farið verður undir eitt nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í
at bretski uttanríkisráðharrin her vendir sær beinleiðis til Føroya løgmann við ynski um at fáa eina loysn á einum ávísum máli, og tað er marknamálið. Tvs. at hann er her farin uttan um tað danska diplomatiið [...] hvussu ringt útlitið er til at finna hesar eru, er greitt, at tað hevur stóran týdning fyri Bretland, sum hevur ein stóran oljuídnað, at kunnu bjóða út nýggj lovandi oljuøki. Og her er Hvíta økið millum Føroyar [...] eru nakrar av teimum sannroyndum vit hava við at gera, nú 1998 skjótt er hálvrunnið. Og ein kann við røttum loyva sær at siga, at her er talan um eina um somu tíð ómetaliga spennandi og sera álvarsliga tíð
Í Politiken í gjár er grein um komandi samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina. Her verður víst á, at Føroyar á meira enn ein hátt er myndin av Dávidi móti Goliat, tá samráðast skal um bankamálið [...] ur er settur at gera álit, sum tingið skal arbeiða víðari við. Hetta arbeiðið byrjar í hesum mánaðinum og skal vera liðugt í heyst. Høgni Joensen, heilsumálastjóri, sigur við Politiken, at hann er sannførdur [...] umsitingarvaldi aftan fyri seg, koma føroyingarnir við einari lítlari umsiting, sum ofta als ikki er før fyri at uppfylla donsku krøvini á umsitingarøkinum. Júst hesin trupulleikin hevur áður ført til
og tað eru ikki øll, sum eru á einum málið um hvørt hetta er rætt ella ikki. ? Gøtuljós lýsa best tá tað er myrkt er, er eitt argument. Men tað er tó ivasamt um hetta óhappið kemur at gera at gøtuljósini [...] viðmerking at hann er sera harmur um tað sum hendi og at hann ynskir teimum báðum raktu góðan betring. ? Hetta er tíbetur fyrstu ferð at vit hava havt eitt ferðsluóhapp av slíkum slag og her á Tvøroyri hava [...] 10-20 km um tíman tá tað brast. Tey yvirkoyrdu fingu nokk so stóran snudd av óhappinum. Kvinnan, sum er 75 ár og situr í koyristóli, breyt lærbeini og undirleggin, meðan maðurin, sum nýliga fylti 82 ár,
føroyingafelagið í Danmark. Felagshølini Áarstova er miðdepilin hjá felagnum, og har er opið dagliga. Gerandisdagar er café tveir tímar um dagin og fríggjakvøld er opið út á náttina. Í Áarstovu eru feskastu føroysku [...] at tað er ringt at finna nakað at búgva í. Århus er eitt fínt alternativ til Keypmannahavn, og tað er ikki so trupult at flyta til býin, sum tað verður sagt, sigur Egon Joensen. Og at Århus er ein góður [...] Vit hoyra aftur og aftur um hvussu trupult tað er at koma til Århus at lesa, og tað er uttan iva við til at styggja fólk frá býnum. Tað halda vit ikki er rætt, og tí royna vit at upplýsa sakliga um býin
tað sum, at vinnan er ímóti Ferðaráð Føroya og ímóti, at tað almenna nýtir pening til at fremja føroyska ferðavinna. Frá Ferðaráðsins síðu er hetta sera torført at skilja, tí stovnurin er einasti almenni [...] Vinnan skal hava í huga, at tað ikki er hon, sum eigur náttúruna og tey mongu støð, sum verða víst fram, hóast tað er hon, sum fær inntøkurnar. Sum stjóri á Ferðaráð Føroya er tað torført at sannføra politisku [...] Ein hin størsti fyrimunurin við ferðavinnuni er, at flestu inntøkurnar verða verandi í landinum. Av tí at rávøran er náttúran og týdningarmiklasta aktivið er fólkið, hava vit við hesi vinnu møguleika at
tí tað er ørt, men okkara ynski er bara, at allur Brúniskúli verður tikin í nýtslu, sigur Gunnvá Sandoy. Um Billa saman við hinum 21 børnunum endar í Venjingarskúlanum ella Kommunuskúlanum er upp til [...] fóru á skúlavitjan. Tað er ikki at undirmeta, hvat slíkur órættur ger við børnini. Eg skilji ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá býráðspolitikarunum [...] lin. Tískil er og verður hesin býarparturin við sviðusoð, sigur Gunnvá Sandoy. Tá ið málið var fyri á býráðsfundi kom býráðsformaðurin at siga: hvat gera vit við avlopsbørnini? Og tað er akkurát kenslan
koma í skúlaaldur, er størst júst hesi árini, men at talið minkar stórliga komandi árini. Talan er sostatt um ein hvørvandi trupulleika. Er forsøgnin røtt, skulu vit í hvussu so er taka fýra 1. flokkar [...] ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er og at skúlar vanta, er eitt mál hjá býráðnum at [...] hjá Tórshavnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum í Venjingarskúlan er plásstrot. Barnatalið í Havn er so stórt í ár, at neyðugt er við 13 fyrstu flokkum og sambært innskrivingini eigur Venjingarskúlin