nokk fyri at fyribyrgja slíkum álopum. - Eg vil siga, tí tað er sannleikin, at alt tað, ið vit áttu at gjørt síðstu 18 mánaðirnar... ikki er gjørt, siterar Reuters fyrrverandi forsetan fyri at siga við [...] minnisløta í Nice til minnis fyri tey 84 fólkini, ið lótu lív í álopinum í síðstu viku. Harímillum var eisini Manuel Valls, franski forsætisráðharrin, ið tó mátti ásanna, at franska stjórnin ikki er vælumtókt [...] kravdi, at stjórnin hjá Francois Hollande leggur frá sær. Íbúgvarnir í Nice eru ikki einsamallir í síni ónøgd mótvegis fronsku stjórnini. Ein veljarakanning hjá franska blaðnum Le Figaro vísir, at einans
ætlað at hjálpa teimum, sum onga aðra staðni høvdu at fara. Fleiri eru ivaleyst tey, sum halda, at í einum vælferðarsamfelag sum tí føroyska, átti ikki at verið neyðugt við einum slíkum, við tað at lóggávan [...] og Inger greiður frá, at tað er fleiri ferðir komið fyri, at tey hava verið noydd at leggja madrassur á gólvið, við tað, at ov fá seingjarpláss hava verið. Hetta má avgjørt metast at vera ein stór samfelagslið [...] lóggávan helst átti at verið soleiðis skipað, at hon tryggjaði øllum eina sømuliga tilveru. Vit vilja helst ikki kennast við, at slík neyð kann valda í okkara landi, men Inger sigur okkum, at tað so avgjørt
støðuni. - Vit takka teimum mongu kreditorunum, sum hava játtað at verið við í eini akkord-skipan, og harvið hava gjørt tað møguligt hjá Frem at halda fram við yrkisfótbólti, sigur stjórin í Frem, Hans Hermansen [...] Hermansen, við heimasíðuna hjá felagnum. Frem liggur tungt í sjónum. Liðið er bert tey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna í 1. deild.
Djurhuus segði, at høvuðsendamálið hjá Suðuroyar Sparikassa fer altíð at vera at hjálpa teimum, sum ætla at seta seg í búgv. Men Sparikassin leggur eisini dent á at hava ein virknan leiklut í at menna fígg [...] Tað kann tykjast, sum um at gongdin hesi seinastu sjey - átta árini heldur fram óbroytt, men ábendingar eru nú um, at stigur er við at koma í búskaparvøksturin. Hann vísti á, at vøksturin í lønarútgjaldingum [...] segði formaðurin í umsjónarráðnum. Hann segði, at tá ið Sparikassin í 1994 fór at virka eftir nýggju banka- og sparikassalógini førdi tað við sær, at frá at vera avmarkaður til 53 ábyrgdarar, varð hann nú
var lagt upp til at rossini í seinasta riðlinum skuldi dystast um fyrsta plássið. Tey vóru Marengo við Regin Johannssen á baki og Freyr við Onnu Magnussen. Hesi bæði rossini vóru eisini tey sum alt seinasta [...] sjálvsamt at ross úr Eysturoynni vinna FM kappingar, hetta er tó hugaligt og gott fyri ítróttina. Freyr átti tó ikki bestu tíðina hendan dagin, hana áttu Silfa og Ása Bárðadóttir úr Tórshavn, tey luttøku [...] fekk ein kanónstart og sá út til at skula kunna taka sigurin, men Freyr gav ikki upp og sum teinurin leið vant hann seg inn á Marengo, fyri síðani seinstu 20 metrarnar at gera ein ordans vørr og yvirhála
lagt aftrat: - Orðatakið sigur, at hinumegin skýggini skínur sólin, og nú tykist, sum tað eisini er við at klárna í Sørvági. Tí gjørdist tað helst ongantíð so dapurt, sum tey mest svartskygdu spáddu. Tíbetur [...] Ráfiskagrundarlagið Virkisleiðarin sigur við Sosialin, at ætlanin í fyrstu syftu er at salta upsa, bæði flaktan upsa og upsafløk. - Men tað er ikki óvist, at onnur fiskasløg eisini verða arbeidd á virkinum seinni [...] Sum skilst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, vænta tey, at partrolararnir, sum í fjør vórðu seldir av bygdini saman við flakatrolaranum, verða við til at tryggja ráfiskagrundarlagið undir saltfiskavirkinum
hevur hann verið við til at velt aðrastaðni og verið hjálpin hjá øðrum at leggja teimum lag á. Hann gjørdist so maskinkønur, at hann hevur verið við í entreprenørarbeiði so sum at steinseta fyri bátahylinum [...] Her skal eisini sigast, at Fritleiv hevur fingið góða hjálp frá eini raskari konu, sum stóð honum við lið í øllum. Saman áttu tey fýra røsk og dugnalig børn, sum vóru skjót at rætta eina hond. Hesi seinnu [...] Íslandi, so gott, at hann kundi kalla teir eitt ediligt fólk. Fritleiv legðist uppi á landi miðskeiðis í 60´unum fyri at taka Toftagarðin. Her vísti hann skjótt serligt hegni við at ganga nýggjar leiðir
bygd og bý, í landinum og úti í heimi. Tað er einki at taka seg aftur í, at Frits er dagførdur fram til dagin í dag! Tað var sunnudagin 10. okt. 1915 at Frederikka og Hans Christoffer Svabo Joensen, í Sandavági [...] Christoffer Frits, sum vit best kenna sum Frits á Dunga. Frammanundan áttu tey Jáku og Mourits. Seinni kom systirin Jenhild. Tey eru øll farin. Í 1915 hevur hvalastøðin á Gjánoyri lýsi til sølu, og bardur [...] Hann heldur føðingardagin á 62N. Tað sermerkta við Frits á Dunga er, at hann øll síni ár hevur verið tann sami. Her er at siga, at samfelagið hevur vent sær fleiri ferðir, ja, nógv stig - men Frits hevur
mótmælir, at sitandi samgonga hevur bundið seg til ikki at taka upp sonevnd etisk mál, tí flokkarnir eru ósamdir á ymiskum økjum. - Tað er ódemokratiskt at niðurbinda løgtingið á henda hátt, og áttu tingfólk [...] tingfólk í hvør sínum lagi í verki at sýnt, at hetta taka tey ikki undir við, sigur Friðarbogin. - Vit í Friðarboganum vilja fegin leggja dent á, at mótmælistiltakið er alment fyri øll óansæð politiska sannføring [...] sannføring, trúgv húðarlit, ættarslag ella kynsliga ábendingm, siga tey. Friðarbogin harmast sjálvsagt um, at samgongan bindur seg til ikki at tryggja samkyndum nøkur sjálvsøgd borgarlig rættindi, men mótm
heysti 1955, meðan læknastríðið harðast leikaði á, at Hans Jakku eitt kvøldið, hann hevði verið á floti, gjørdi av at fara til Klaksvíkar at geva systir síni at kóka. Hans Jakku búði tá saman við familju síni [...] norður á Strond. Hann hugsaði ikki, at hetta, sum var hansara hjartans meining, skuldi fara at fáa avleiðingar. Men Hans Jakku skuldi fáa annað at síggja. Læknin er ikki at hitta Nakrar dagar seinni legðist [...] sjúkrahúsið, har hann ætlaði at hitta læknan, rendi hann seg í enn eina mannamúgvu av viðhaldsfólki hjá Halvorsen. Á sjúkrahúsinum fekk hann tey boð, at læknin var ikki at hitta. - Helst havi eg verið