Suðuroyar Sparikassi
Tað er ikki bara hjá teimum stóru peningastovnunum, at tað gongur gott. Eisini hjá lítlabeiggja í føroyska fíggjarheiminum gongur strúkandi.
Tað varð staðfest á ábyrgdarafundi í Suðuroyar Sparikassa í VB húsinum í Vági fríggjakvøldið.
Suðuroyar Sparikassi er nógv minsti peningastovnur í landinum. Men eins og teir størru, hevur hann havt ógvuliga stóra framgongd seinastu árini, kanska nógv størri framgongd upp á seg enn hinir peningastovnarnir hava havt.
Í røðu síni fyri teimum hálvtannaðhundrað ábyrgdarunum, sum vóru møttir á fundinum í einum vakurt og snotiligt pyntaðum VB húsi fríggjakvøldið, viðgekk formaðurin í umsjónarráðnum í Suðuroyar Sparikassa, Lars Djurhuus úr Porkeri, at tað kennist nógv lættari at standa standa frammanfyri ábyrgdarunum hesuferð enn tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani.
Ábyrgdarafundir eru fjórðahvørt ár og hann hugsaði serliga um fundin fyri átta árum síðani, tá ið framtíðarútlitini ikki vóru so góð hjá teim føroysku fíggjarstovnunum og vinnulívinum sum heild.
? Nógv av tí, sum eg førdi fram ta ferðina var um arbeiðsloysi, fólkaflytingar, bankakreppur, kreppu í vinnulívinum og um húski sum máttu fara frá húsi og heimi, tí tey fingu ikki endarnar at røkka saman, segði Lars Djurhuus.
Hann segði, at í dag sær nógv frægari út, tí sum heild hevur búskapargongdin í føroyska samfelagnum verið til vildar.
?Verður hugt eftir farna ári, vuksu lønarútgjaldingarnar 8% í fjør afturímóti 2001 og arbeiðsloysið minkaði úr 3,2% við árslok 2001 niður í 2,3% við árslok í 2002.
? Tað kann tykjast, sum um at gongdin hesi seinastu sjey - átta árini heldur fram óbroytt, men ábendingar eru nú um, at stigur er við at koma í búskaparvøksturin.
Hann vísti á, at vøksturin í lønarútgjaldingum er ikki so stórur longur og hagtøl vísa eisini, at sølan av byggitilfari, nýtsluvørum og nýggjum bilum eru fallin munandi samanborið við árini frammanundan.
? Eisini eru húsaprísirnir falnir í seinastuni eftir at hava staðið í vøkstri í nógv ár, men hetta er ein gongd, sum serliga merkist í miðstaðarøkinum, segði Lars Djurhuus.
Hann segði, at øll hei hagtølini stuðla undir tað fatan, at vøksturin og framburðurin, sum hevur verið í føroyska búskapinum og samfelagnum, er við at hasa av.
? Men sum støðan er í løtuni, eru ikki útlit fyri, at hetta fer at føra við sær nakað beinleiðis búskaparligt bakkast við sær, legði hann samstundis afturat.
Eitt megnartak
Tá ið hann tók aftur í søguna hjá Suðuroyar Sparikassa helt hann, at táið hann varð stovnaður fyri 60 árum síðani, hevur drívmegin helst verið, at tá var bara ein peningastovnur í Suðuroy, og hann var á Tvøroyri. Sostatt var trupult var hjá fólki sunnan av oyggj at avgreiða síni peningaviðurskifti.
Men hann helt, at tað man hava verið ein stór avbjóðing tá í tíðini, at menn tordu at fara í holt við eitt slikt megnar tiltak, tá ið hugsað verður um, at annar heimsbardagi tá leikaði í uppá tað harðasta.
? Suðuroyar Sparikassi fór undir virksemi sítt 1.oktobur í 1943, og var hetta í útnyrðingshorninum í kjallaranum í tí húsinum, har elfelagið SEV nú hevur sína skrivstovu.
? Hetta hølið gjørdist skjótt ov trongligt, og tí varð hugsað um at byggja nýggjan sparikassabygning, og hetta gjørdust veruleiki fyri júst 50 árum síðani.
? Tað, sum síðan er hent, er neyðugt hevur verið at keypa eini sethús beint við sparikassan afturat, tí tað var blivið nakað trongligt og er tí ein partur av umsitingini fluttur inn í hesi hús.
Hann upplýsti eisini, at arbeitt hevur verið við at fáa bygt ein nýggjan sparikassa, men av ymsum orsøkum er enn óvist, nær hetta verður til nakað.
? Øll tey fyrstu árini sparikassin virkaði sum peningastovnur, var høvuðsuppgávan eftir førimuni at fíggja sethúsabygging her í oynni, og eg haldi at hann hevur røkt hesa uppgávu væl, tá hugsað verður um, at hann er minsti peningastovnur her á landi, segði formaðurin í umsjónarráðnum.
Hann segði, at tá ið Sparikassin í 1994 fór at virka eftir nýggju banka- og sparikassalógini førdi tað við sær, at frá at vera avmarkaður til 53 ábyrgdarar, varð hann nú til ein ábyrgdara/innskjótara sparikassi, har tað bar til hjá øllum, sum áttu pening á bók í Suðuroyar Sparikassa at gerast ábyrgdarar.
? Við hesari broyting víðkaðist eisini virkisemi sparikassans munandi, tí frá at vera ein peningastovnur, ið so at siga bert tók sær av at fíggja sethúsabygging, bar nú til at taka sær av vinnulívsfíggingum og øðrum.
? Hetta var ein trupul tíð at skifta, tí so at siga alt føroyska vinnulívið var illa fyri av tí fíggjarkreppu, sum hevði rakt Føroya land nøkur ár frammanundan. Men við neyvari fíggjarstýring eydnaðist tað Suðuroyar Sparikassa, saman við hinum peningastovnunum, at berja seg gjøgnum hesa kreppu, og í dag kann sigast, at rakstrarúrslitini hjá teim føroysku peningastovnunum hesi seinastu árini vísa eina gongd rætta vegin.
Nøkur tøl um framgongd
Fyri at vísa, hvussu stór framgongdin hjá Suðuroyar Sparikassa hevur verið, dróg hann nøkur tøl fram um gongdina hesi seinastu fýra árini.
? Við árslok í 1998 var javnvágin 260,9 milliónir og við árslok 2002 var hon 373, 6 milliónur krónur. Hetta svarar til eina øking uppá heilar 112,7 milliónir krónur ella ein vøkstur uppá 43,2%.
Í hesum sama tíðarskeiði vuksu innlánini 100, 5 milliónir krónur, úr 225.3 milliónum, upp í 325, 8 milliónir krónur ella ein vøkstur uppá 44,6%.
Í hesum sama fýra ára skeiði vuksu útlánini 79, 4 milliónir, úr 160, 8 milliónum, upp í 240, 2 milliónir krónur. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 49,4%.
? Hendan framgongdin hevur havt stóra ávirkan á virksemið í sparikassanum, og hevur eisini gjørt, at talið á viðskiftafólki eisini er munandi vaksið seinastu árini.
Lars Djurhuus nevndi at í fjør gjørdi Suðuroyar Sparikassi 550.260 bókingar tilsamans, og fara vit fýra ár aftur í tíðina, til seinasta ábyrgdarafund, vórðu 297.500 bókingar gjørdar í 1998. Hetta er ein øking uppá 252.760 bókingar seinastu fýra árini ella ein vøkstur uppá 84,9%.
? Ein orsøk til hesa stóru øking, er, at í september í 1998 læt Suðuroyar Sparikassi deild upp í Tórshavn.
Í hesum sambandi nevndi hann eisini, at tilsamans eru 10.515 kontur í Suðuroyar Sparikassa.
Hann hevndi eisini, at bara í fjør varð sjálvtøkan hjá Suðuroyar Sparikassa brúkt 31.176 ferðir av fólki sum tóku út tilsamans 17.007 milliónir krónur.
Umframt heimagreiðsluna, ber nú eisini til hjá viðskiftafólki sparikassans at brúka netbankan, so at tað ber til at avgreiða síni ørindi í spariksssanum hvar henni tú ert staddur i verðini.
Í løtuni eru tað 405 fólk, sum brúka heimagreiðsluna.
? Suðuroyar Sparikassi hevur ein gávugrunn uppá 200.000 krónur, og hann verður nógv nýttur til ymisk vælgerðar endamál.
Harumframt er Suðuroyar Sparikassi høvuðsstuðul hjá Vágs Bóltfelag og hjá Havnar Svimjifelag , men hann stuðlar eisini øðrum, smærri ítróttarfeløgum.
Lars Djurhuus segði, at høvuðsendamálið hjá Suðuroyar Sparikassa fer altíð at vera at hjálpa teimum, sum ætla at seta seg í búgv.
Men Sparikassin leggur eisini dent á at hava ein virknan leiklut í at menna fíggjartænasturnar í Føroyum og hann fer at halda fast við, at hann skal veita viðskiftafólkinum allar fíggjartænastur, ið eru neyðugar.
? Eftir førimundi fara vit harumframt at leggja okkum eftir at stuðla vinnulívinum, einamest í Suðuroynni og í Vági, men síðan deildin varð kom í høvuðsstaðnum eru tað eisini nógv norðanfjørð, sum hava lán úr Suðuroyar Sparikassa, segði Lars Djurhuus.
Gongur framá í hvørjum
Tað var eisini ein vælnøgdur sparikassastjóri, sum greiddi ábyrgdarum frá fíggjarliga úrslitinum hjá Suðuroyar Sparikassa á ábyrgdarafundinum fríggjavkøldið.
Sjálvur roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum seinni í hesum mánaðinum, men á fundinum legði Mikkjal Sørensen nøkur høvuðstøl fram.
Og tey vístu, at sparikassin í fjør hevði eina inntøku uppá 16,7 milliónir í fjør og tað er ein millión meiri enn í 2001.
Útreiðslurnar vóru 13,4 milliónir og tað gevur eitt yvirskot fyri skatt uppá 3,3 milliónir . Sparikassin rindaði 700.000 krónur í skatti og tað gevur so eitt yvirskot í fjør uppá 2,6 milliónir. tað er 1,3 millión meiri enn í 2001, tá ið yvirskotið var 1,3 millión.
Ognirnar hjá Suðuroyar Sparikassa vóru 373,6 milliónir við árslok í fjør og tað eru 11 milliónir meir enn við árslok í 2001, tá ið ognirnar vóru 362,6 milliónir.
Útlánini eru 240,2 milliónir og tað er 15,9 milliónir meiri enn við árslok í 2001, tá ið útlánini vóru 224,3 milliónir
Innlánini vuksu eisini, við árslok í 2002 vóru tey 325,8 milliónir, afturímóti 320,4 milliónir við árslok í 2001.
Eginognin var 38 milliónir við árslok í 2002 afturímóti 35,2 milliónir við árslok í 2001.
Tað eru 16 fulltíðarstørv í Suðuroyar Sparikassa.
Sí eisini greinina ?Hugnaløta fyri 150 ábyrgdarum?.