Fólk á leiðini
Tað var á heysti 1955, meðan læknastríðið harðast leikaði á, at Hans Jakku eitt kvøldið, hann hevði verið á floti, gjørdi av at fara til Klaksvíkar at geva systir síni at kóka.
Hans Jakku búði tá saman við familju síni norðruri á Strond, har hann hevði starv á el-verkinum.
- Eg var als ikki íblandaður læknastríðið. Eg hevði mítt dagliga arbeiði, við skiftandi vaktum, og vit áttu seks døtur, so tað hevði eg ikki stundir til, greiðir hann frá.
Tá ið hann hetta kvøldið hevði vaskað sær, fór hann aftur í bátin, stimaði inn til
Klaksvíkar og legði at við oljubrúnna hjá Jákup Fredrik.
Í kenda stríðnum um læknan, Halvorsen, sum mangur klaksvíkingur setti nógv í vága fyri, var stúgvandi fult av fólki samankomið á bryggjuni.
Men Hans Jakku fór beina leið niðan í Grótið, har Durid búði. Maður hennara, Frimod, sigldi úti, so tað mundi koma væl við hjá systrini at fáa eitt kók.
Gav rikisumboðnum nøkur borgarlig orð
Tá ið Hans Jakku, eftir stuttan steðg hjá systrini er á veg oman aftur á bátin, sær hann ríkisumboðsmannin í sunnaru hurðini á gamla havnakantórinum.
Sum tann tjóðskaparmaður hann er, kundi hann ikki bara sær - men steig upp á trappurtrinið, stakk høvdið innum og segði við Elkjær Hansen, sum tá var ríkisumboðsmaður:
"Veits tú ikki, at føroyingar valdu loysing tann 14. septembur 1946, og at danski forsætisráðharrin tá segði - nu er Færøerne løse fra Danmark . Her hevur tú einki at gera; vælsignaður slepp tær aftur har, tú hoyrir heima".
Tá hann hesi fáu orð hevði sagt, fór hann aftur í bátin, legði frá landi og sigldi norður á Strond. Hann hugsaði ikki, at hetta, sum var hansara hjartans meining, skuldi fara at fáa avleiðingar. Men Hans Jakku skuldi fáa annað at síggja.
Læknin er ikki at hitta
Nakrar dagar seinni legðist konan, Anna, við nógvum fepuri. Hon var ógvuliga ússalig og breyt út øll, sum hon var.
- Sjálvsagt gjørdist eg bangin og kvikaði mær til Klaksvíkar, greiðir Hans Jakku víðari frá.
Komin inn á sjúkrahúsið, har hann ætlaði at hitta læknan, rendi hann seg í enn eina mannamúgvu av viðhaldsfólki hjá Halvorsen.
Á sjúkrahúsinum fekk hann tey boð, at læknin var ikki at hitta.
- Helst havi eg verið nakað harðmæltur. Upproyttur var eg eisini, tí heima lá konan ógvuliga sjúk, og rundan um hana gingu seks smágentur og mólu, sigur Hans Jakku.
Hann minnist, at hann trokaði seg fram við øllum fólkunum á sjúkrahúsgongini og rópti, at hann skuldi hitta læknan. Men lækna fekk hann ongan. Tískil mátti norður aftur á Strond sum av torvheiðum.
Halvorsen var sjálvsagt ikki vælumtóktur fyri einki, og onkusvegna eru boðini um sjúku konuna komin til hansara, tí beint fyri midnátt kom læknin inn um dyrnar í heimi teirra á Strond.
Tað fyrsta, læknin spurdi, var, um Anna var við barn. Men tað var hon ikki, og skjótt var hon frísk aftur.
Far við teimum,
Hans Jakku
Hesar báðar hendingar, har Hans Jakku uttan at hava ætlað tað so, varð drigin inn í læknastríðið, førdu til, at hann nakað seinni fekk bræv frá myndugleikunum. Hann skuldi møta í kommunulæknahúsunum á Gørðum.
Men Hans Jakku vildi ikki taka eitt orð aftur av tí, hann hevði sagt. Hann helt uppá, at orðini, hann segði við ríkisumboðið, bert vóru veruleikin og eingin brotsgerð.
- Nakrar dagar seinni kom ein av døtrum mínum og segði, at Anna bað meg koma inn, tí onkur var, ið vildi hitta meg, minnist hann.
Í túninum stóð bilur við løgreglumonnum, og inni í stovuni bíðaði sivilklæddur maður honum. Teir vildu hava Hans Jakku at koma við til Klaksvíkar, men tað vildi hann ikki uttan víðari.
Tá ein góð løta var farin við práti aftur og fram, gloppaði Anna hurðina til stovuna og segði: "Far við teimum, Hans Jakku!"
Hans Jakku fór so við teimum og varð settur umborð á Rolf Krake. Seinni varð hann førdur til Havnar í Tinganes at sita.
Ein góðan mánaða seinni, varð hann settur út á gøtuna aftur uttan eitt einasta orð.
Kongur vildi hoyra eina føroyska rødd
Tann dagin, Hans Jakku var leyslatin, fóru hann og konan, sum var komin suður til Havnar, ein túr inn á gólvið hjá Jógvani Skýlindal.
Jógvan segði tá, at hann bara visti um ein annan, sum varð settur í geglið fyri at hava rópt ov hart; tað var Hoyvíks-Líggjas.
Líggjas var abbabeiggi Hans Jakku, so kanska var hetta ættarbreðgi!
Einaferð, Fríðrikkur 8. var á vitjan í Føroyum, høvdu nakrir jassar sagt við henda góða Líggjas, at kongur so fegin vildi hoyra eina føroyska rødd. Teir góvu honum snaps og leiddu hann nakað nær kongi.
Líggjas legðist ikki á boðini og rópti alt tað, hann var mentur. Endin var, at hann varð handtikin og settur í geglið til dagin eftir. Tá mundi kongur vera so mikið langt av landi skotin, at Hoyvíks-Líggjas einki mein fekk gjørt.
Hvat Hoyvíks-Líggjas rópti til æru fyri danakongi, sigur søgan einki um.
Fakta: Hans Jacob Justesen er føddur og uppvaksin í Norðdepli, sonur Karin og Júst Justesen. Sum 17 ára gamal kom hann til Klaksvíkar og fór til skips. Fyrst sum skipsmaður og síðani sum motorpassari. Seinni fór hann í smiðjulæru. Eftir tað, fór hann til skips aftur og sigldi, til hann í 1939 giftist Onnu hjá Hanusi úr Árnafirði.
Í 1951, tá Hans Jakku fekk fast starv á el-verkinum, flutti hann við familju sínari norður á Strond at búgva. Tá starvstíð hansara, góð 30 ár seinni, var av, fluttu tey aftur í egnu hús síni á Gørðum.
Hans Jacob gjørdist einkjumaður fyri nøkrum árum síðani.