Friomar setir síni fingramerki á føroyskt vinnulív

P/F Vesturvón í Sørvági var partaeigari í fiskavirkinum, Vestís. Nú eru nýggju eigararnir saman við norska felagnum Friomar og øðrum farin at salta fisk í Sørvági. Vestís fekk fyrstu ráfiskanøgdina í gjár, tá ið Vesturleiki landaði

Fiskavirking

Tað kom dátt við hjá vágafólki og kanska serliga hjá sørvingum, tá ið flaggskipið og flakatrolarin, Vesturvón saman við restini av virkseminum hjá partafelagnum varð selt av bygdini.
- Mangur sørvingur setti sær spurningin, hvussu tað nú fer at verða? Hvat verður av Landingarmiðstøðini, flakavirkinum og virkseminum á bryggjuni annars?
Soleiðis skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu síni í gjár.
Men, verður lagt aftrat:
- Orðatakið sigur, at hinumegin skýggini skínur sólin, og nú tykist, sum tað eisini er við at klárna í Sørvági. Tí gjørdist tað helst ongantíð so dapurt, sum tey mest svartskygdu spáddu.
Tíbetur.

Arbeiði á Vestís
Í gjár byrjaðu tey so smátt aftur at arbeiða fisk á virkinum, har Vestís áður virkaði saltfisk.
- P/F Vesturvón var partaeigari í Vestís, og tað eru nýggju eigararnir av felagnum, sum saman við norska felagnum Friomar og øðrum eru farin at salta fisk í bláa bygninginum á bryggjuni í Sørvági.
Tað veit heimasíðan hjá Sørvágs kommunu at siga.
Friomar rekur í dag fleiri fiskavirkir í Noregi, og hevur tí gott samband við marknaðin úti í heimi.
Strandingurin, Poli Hansen, sum áður hevur verið virkisleiðari á virkinum í Sørvági, men seinastu tíðina hevur starvast hjá Fariga í Letlandi, kemur at standa fyri virkisleiðsluni á Vestís.
Saman við sær, hevur hann eini seks onnur fólk, sum koma at starvast í saltfiskinum í Sørvági.
Poli hevur annars drúgvar royndir sum dugnaligur virkisleiðari á fiskavirkjum kring landið.

Ráfiskagrundarlagið
Virkisleiðarin sigur við Sosialin, at ætlanin í fyrstu syftu er at salta upsa, bæði flaktan upsa og upsafløk.
- Men tað er ikki óvist, at onnur fiskasløg eisini verða arbeidd á virkinum seinni, sigur hann.
Sum skilst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, vænta tey, at partrolararnir, sum í fjør vórðu seldir av bygdini saman við flakatrolaranum, verða við til at tryggja ráfiskagrundarlagið undir saltfiskavirkinum í Sørvági.
Men hetta verður so saman við fiski frá øðrum skipum eisini, tí miðjað verður eftir at arbeiða eini 50 tons av rávøru um dagin.
Og tað er ikki so lítið.

Vesturleiki landar
Heimasíðan veit eisini at siga, at Vesturleiki landaði í Sørvági fyrrapartin í gjár. Teir hava roynt eystanfyri og høvdu eini 120.000 pund, meginparturin upsi. Av hesum keypti Vestís eini 100.000 pund.
Restin av veiðini hjá Vesturleika er seld øðrum virkjum.
Sosialurin skilir, at Jóhannes Olsen á Toftum, sum er stjóri í Friomar í Føroyum, eisini verður stjóri í felagnum, sum nú kemur at reka Vestís í Sørvági.

Eisini við Norðskála
Fyrr í ár skifti fiskavirkið við Norðskála, sum Árni Dam og aðrir áttu, eisini eigara. Tað var felagið Friomar, sum keypti bygningin. Norska felagið eigur partapeningin í felagnum, sum nú eigur virkið við Norðskála.
Á virkinum arbeiða eini 5-7 fólk. Tey pakka eitt nú longu, bromsu, havtasku og steinbít til útflutnings.
Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Jóhannes Olsen, at Friomar í Noregi er eitt stórt og framkomið felag, sum tekur sær av at útvega rávøru og fiskavørur til ymiskar keyparar, bæði í Noregi og í evropeisku londunum annars.

Spennandi samstarv
- Eg haldi, at hetta verður eitt spennandi og mennandi samstarv við norðmenn, sum nú verður sett á kjøl, segði stjórin í Friomar í Føroyum, við Sosialin herfyri.
Jóhannes Olsen eigur línuskipini, Eysturoying, Sigmund og Morgunstjørnuna.