Fyri fáum árum síðan, tá ið eg møtti Fritleivi í Fuglafirði, spurdi hann, hvat tað vóru fyri menn, eg fylgdist við. Jú, hetta vóru íslendingar, var svarið. Á tað ediliga fólk, svaraði Fritleiv mær aftur.
Grundin til hesa niðurstøðu mundi ivaleyst liggja hjá Fritleivi sjálvum, kom mær til hugs beinanvegin. Hann hevði í sínum verki í Íslandi bæði á landi og við skipi sýnt hegnisligan og dugnaligan atburð og hevði sýnt sínum fremmandu samstarvsfelagum virðing. Tí hevði Fritleiv vunnið sær virðing og vinalag í Íslandi, so gott, at hann kundi kalla teir eitt ediligt fólk.
Fritleiv legðist uppi á landi miðskeiðis í 60´unum fyri at taka Toftagarðin. Her vísti hann skjótt serligt hegni við at ganga nýggjar leiðir. Hann uppfann og gjørdi m.a. eina fóðurmaskinu til seyðin, so ikki var neyðugt at fara norður í Halgadal meira enn 4. hvønn dag. Hann gjørdi sjálvur veg norður í Halgadal og sprongdi sær veg um Heimaru Gjógv, sum tá var hildið vera óðamannaverk. Men við áræði og hegni saman við røttum treiskni gjørdist hetta honum møguligt.
Miðskeiðis í 70´unum bleiv allur Toftabøurin tikin til byggilendi í Fuglafirði. Hetta tók Fritleiv ikki tungt, men velti upp úr nýggjum Úti á Dal og bygdi sær nýmótans fjós har.
Síðani hevur hann verið við til at velt aðrastaðni og verið hjálpin hjá øðrum at leggja teimum lag á. Hann gjørdist so maskinkønur, at hann hevur verið við í entreprenørarbeiði so sum at steinseta fyri bátahylinum í Fuglafirði og gjørt vegin Vestur í Dal soleiðis at koyrandi er niðan í Innandals Haga, har vanligur maður neyvan hevði farið undir at gera veg.
Fritleiv kom skjótt upp í felagsarbeiðið innan bóndayrkið. Hann bleiv nevndarlimur í Jarðarráðnum í 1975 og sat har fram til 1991. Størra partin sum formaður.
Hann var eisini nevndarlimur í Búnaðarfelagnum og var høvuðspersónurin í at stovna Mjólkarvirki Búnaðarmanna, MBM, í 1977. Hetta var eitt satt frambrot í føroyskari búnaðarsøgu.
Jú, einki er at taka seg aftur í, at Fritleiv hevur verið ein hegnigur, dugnaligur og raskur sjómaður og bóndi, sum hevur dugað at brotið upp úr nýggjum og tikið við avbjóðingum. Hann hevur verið við til at víst á nýggjar leiðir og hevur havt eitt samstarvshugað lyndi, sum eisini hevur verið lætt. Tí hevur hann verið góður og fyrikomandi at umgangast, og hevur vunnið sær nógvar vinir. Ein framúr maður, sum hevur sett nógvar varðar eftir seg. Ella tú kanst nýta hugtakið, hann nýtti um íslendingar, um hann sjálvan: ein ediligur maður!
Her skal eisini sigast, at Fritleiv hevur fingið góða hjálp frá eini raskari konu, sum stóð honum við lið í øllum. Saman áttu tey fýra røsk og dugnalig børn, sum vóru skjót at rætta eina hond. Hesi seinnu árini hevur mótburður eisini rakt Fritleiv, sum hann tó hevur dugað væl at borið við tolni.
Nú Fritleiv fer um tey sjeytifimm, grør rundanum hann. Hann bleiv um dagarnar enn einaferð langabbi Tillukku við tí, og hjartaliga tillukku við degnum!
Dávur Winther