Ikki ynskti tú at halda dagin, men ístaðin valdu tit bæði, tú og mamma, at fara ein túr til Florida at ferðast til Barbaru, Noah og lítlu Naomi Melody. Vit ið vóru eftir heima, fegnaðust um, at tit fingu ein [...] babba, var líka við at nøkur orð vóru ikki nokk, men vit kundu heldur skriva eina bók um títt 60 ára langa lív. Ein kann veruliga siga, at tú hevur ikki ligið á tí latu síðuni hesi árini, men hevur fingið [...] pápi, abbi og verpápi at hava, og vit eru sera takksom fyri teg, og øll tey góðu upplivilsir vit hava fingið gjøgnum lívið. Vit ynskja tær og vóna, at vit fara at hava gleði av at hava teg her millum okkum
fyri seg aftur! Hon ger um seg við at vera sett við skákskrift, er líkasum harðmæltari enn hinar og bendir á, at hetta er ein stevnuskrá fyri savnið. Oyðandi tráin fyri at "gera hana til okkurt annað" sigur [...] betur. Tað hevur verið at sæð áður. Ekspressionistisk og surrealistisk list tíðliga í 20. øld lýsti mangan tað burturskúgvaða, sinnisrørslur, sum vóru hildnar at vera ov ljótar til at verða umrøddar alment [...] støðum", men sum ikki fær bart sær og má at enda fýsa at lesaranum: "Nú tín helvitis lúsakjálki?/ Tú kanst ss-jálvur vera ds-jeikari". Soleiðis endar savnið við at vísa til bundinskap sín til samtíðina,
eisini sprekum, sum eru málað – ikki málað fyri at varðveita tey, men fyri at geva teimum lív, sum glað andlit og spennandi verur. Onkuntíð eri eg sloppin at fylgja málningunum hjá Frits í málingaklyva hansara [...] har hann tekur ymiskt upp, m.a. um at geva: ”Tit geva lítið, tá ið tit geva av ognum tykkara. Heldur er tað, tá ið tit geva av tykkum sjálvum, at tit geva. Tað er gott at geva, tá ið onkur biður um tað, men [...] av egnari fatan, uttan at nakar biður tykkum um tað. Og tit, sum taka ímóti, tyngist ikki av takklæti fyri ikki at leggja ok á tykkum og á tann, sum gevur. Heldur eiga gávurnar at gerast sum veingir, ið
Funningsstovu arbeiddi allar sínar dagar hjá Poul. Alli kom at arbeiða hjá honum sum 13 ára gamal, og hann var hjá Poul í 5 ár. Alli letur sera væl at Poul at arbeiða hjá. Hetta var stór fyritøka. Tað mundu bera [...] staðni í landinum. Ein uppgáva Alli minnist var at seyma skipsmadrassir. Hetta var gjørt uppá akkord, og inntøkan var góð. Alli minnist, at tað var ikki altíð, at goldið var við peningi. Viðhvørt sendu fólk [...] var serliga úr Sandoynni. Alli plagdi at hava til uppgávu at taka ímóti “gjaldinum”, tá tað kom úr Sandoynni við rutubátinum Borðoyanes. Afturfyri plagdi Alli at fáa eitt lamb. Tað kom eisini væl við
bløðunum, soleiðis at fólk hava havt møguleika at lesa teir, syngja teir og kanska eisini goyma teir. Júst, hvat hann fer at gera við henda sálmin, hann var í ferð við at skriva, dugir hann ikki at siga enn. Hann [...] á Eiði, so er hann kortini virkin og ynskir at brúka tíð sína til ymiskt virksemi m.a. til at lesa og at skriva. Ein stóran part av tíðini brúkar hann til at lesa í Bíbliuni. Hetta er dagligur lestur fyri [...] an, táið ein fær at vita sálarkenslur hansara, ið skrivað hann hevur, og umstøður, ið kunna hava eggjað til, at sangurin í heila tikið er vorðin til. Eisini kann vera forvitnisligt at vita hendingar og
ikki óvanligt, at tey ikki bendast! Vanligt er í føroyskum at siga, at eg fari at vitja Ólavur - meðan tað næstan er undantakið, at fólk siga eg fari at vitja Ólav, og hetta stendst júst av, at nøvnini eru [...] kann sigast, at natúran í nøvnum er soleiðis, at tey e r u annarleiðis enn vanlig orð, og tað sigur so mikið sum, at tey ikki volda nakran máldeyða. Tí er ein navnalóg, um ætlan hennara er at verja føroyskt [...] og grundin er hon, at nøvn eru indeks. Hetta gongur aftur til amerikanaran C.S.Peirce. Hann tosar m.a. um tekn, eisini málslig tekn, og fyri at lætta eitt sindur um, kunnu vit siga, at eitt málsligt tekn
hann visti, at kom partapolitikkur uppí, fór Suðuroyggin at fáa veruligar trupulleikar. Og ein og hvør kann eisini skjótt staðfesta, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt og fer at gera alt fyri, at løgtingsins [...] og nógv áhugavert varð ført fram. Sjálv skjeyt er upp, at tað átti at verið heitt á ákærumyndugleikan um at kanna, hvørt grundarlag var fyri at ábyrgda stovnum ella persónum rættarliga út frá frágreiðingini [...] um fullveldi, og felags fyri hesi útvaldu hjá Sosialinum er, at hesi harðliga átala fullveldistilgongdina, og tað í stórt uppsettum greinum. Tað er so tað. Men hví fáa hesi bara leiðandi spurningar? Hví
Onkur heldur, at hann var ein góður morallærari, sum gav góð ráð í lívsins viðurskiftum. Jesus vísti jú á, at vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv og læra at fyrigeva. Onnur halda, at hann var ein [...] gravarmunnan. Rómverskir hermenn vóru settir til at halda vakt við grøvina. Høvuðsprestarnir bóru ótta fyri, at lærisveinarnir fóru at stjala líkið, og síðani siga, at hann er risin upp. Tí varð vakt sett við [...] og Maria út at hyggja at grøvini. Steinurin var veltur burtur og Jesus var ikki at finna. Hann var risin upp. Tær skundaðu sær burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum
í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at fáa greiðu á torskildum tíðindum um rúmdina, ið alt oftari eru at frætta í fjølmiðlunum, nú nýggjar planetir [...] stjørnumyndum og kortum at lætta um hjá teimum, sum eygleiða stjørnuhimmalin. Vit fáa at vita, at vit áttu at kunnað sæð einar 5000 stjørnur við berum eygum, men luft- og ljósdálking ger, at vit vanliga “bara” [...] smátt vera farin undir at skriva bók um stjørnufrøði, tí seinasta vetur var eitt av skeiðunum hjá Tórshavnar kvøldskúla um stjørnufrøði við Pól sum lærara. Eg var so heppin at sleppa at luttaka í hesum skeiðinum
stjórnini var fyri ein og hvønn prís at sleppa undan herseting og undan at gerast partur av bardaganum. Tað ráddi tí um at fáa Wilhelm II – alias Polyfemos – at halda, at Danmark var ein vinur. Scavenius [...] Hansara høvuðsmál var at fáa løgtingið demokratiserað, so at próstur og amtmaður fóru úr tinginum ella mistu sín atkvøðurætt. Eitt annað høvuðsmál var at fáa ásett, at føroyskt kom at vera undirvísingarmálið [...] Berlin, nevnd Schlieffen-ætlanin, sum miðaði ímóti, at týskurin skuldi yvirkoma at leggja Frakland undir seg so skjótt, at russar ikki fingu tíð at koma sínum vinum til hjálpar. Týskir herar skuldu við