Í aldingarðinum hjá Frits á Bøvegi í Fuglafirði angar av lív og list. Men henda dagin, eg legði at landi fyri at biðja góð jól og takka fyri tað brátt farna, var eisini ein annar angi - eisini eitt annað kryddarí.
Konan stóð í køkinum og mól spóninum í einum stórum potti av reyðkáli, heimagjørdum reyðkáli, sum skuldi havast á jólum, tá ið øll familjan savnast til ein góðan bita. Í køkinum hevur Alexandra tað tryggu leiðsluna - kønu hondina á øllum og er hon ein meistarakokkur til so mangt.
Tá heldur Frits seg eitt sindur burtur frá fyri at geva frið og fyri at finna ró sítt. Hann setist aloftast við einum tekniblokki ella eini vatnlitsmynd á bríkini í køkinum, tí so er hann við alíkavæl og kann njóta um ikki annað henda deiliga angan og stákanina í køkinum.
Hann festir sær í ein vindil, og so er enn ein sertakur angi ella enn eitt annað kryddarí í himmlahválvinum, som røkkur frá bonkinum og yvir at eymhettuni.
Tó er tað ein bakstur, sum Frits er hovmeistari fyri - Tað eru tey serstøku rugbreyðini, sum hann í mong Harrans ár trúliga hevur bakað – Ja, tað verður ikki keypt eitt einasta breyð har í húsinum. Øll verða bakað og strokin av Frits'sa listahondum – og smakkurin er hareftir.
Tá ið tú kemur at garði hjá Frits og Alexandru, sært tú straks, at her býr listafólk – Her andar av lív og list. Garðurin er listprýddur við ymiskum verum, sum hvønn morgun heilsa Frits og Alexandru, góðan morgun.
Inni í utragarðinum liggur eitt yvirvaksið tannhjól, ein av ímyndunum, sum Frits hevur málað í óendaligheitir alla sína tíð, hjólið – Ímyndin av tí óendaliga ella ævinleikanum. Hjólið, sum eisini ofta er hálvt í málningum ella tekningum hansara. Hetta tí hann sum smádrongur einaferð sá ein heystavogn bakka úr eini løðu, og sá bert helvtina av hjólinum um durin.
Tá ið tú gongur niðan í túnið standa smáir málaðir steinar – glaðar andlitsmyndir og heilsa tær vælkomnum.
Inni sæst tapetið valla fyri málningum og tekningum, eisini sprekum, sum eru málað – ikki málað fyri at varðveita tey, men fyri at geva teimum lív, sum glað andlit og spennandi verur.
Onkuntíð eri eg sloppin at fylgja málningunum hjá Frits í málingaklyva hansara, hvussu teir broytast og skifta skap og snið, sum tíðin líður. Tað er áhugavert, men ikki minni áhugavert at hoyra tær mongu og drúgvu søgurnar, sum liggja handan málningarnar. Eingin málningur hjá Frits er málaður av tilvild, allir eru stroknir av kærleika, og allir fáa teir lív og liva sítt egna lív – mongum at gleði.
Eg eri oftani kom innar í hetta fjálga heim, har maðurin hevur pensilin sum sítt listaamboð, og har konan hevur stokkarnar sum sítt listaamboð. Tað eru komin mong litrík pløgg av hennara hondum, sum ikki ein og hvør kann gera henni eftir. Hon er tikin úr leikum at binda, ikki bert eftir uppskrift, men sniðgevur sjálv og bindir har eftir, listarlig pløgg, sum prýða hana væl og teimum mongu, ið hava fingið eitt plagg av hennara hondum.
Vit setast innar í góðustovu, sita uppafturá og taka samanum ymiskt í farandi ári – Vit fegnast um, at skulu handa jól saman við børnum okkara og ikki minst abbabørnunum. Eitt lítið serligt brá sæst, tá Frits fortelur, at lítli Frits úr Danmark eisini kemur.
Tá ið eg takki fyri og skal biðja gleðilig jól, pikkar á dyrnar. Tað Steintór Rasmussen, sum hevur eina bók undir arminum. Vildi bert bera tær eina jólakvøðu við “Lívið er mítt listaverk”, segði Steintór og beyð góðan dag.
Og so fór prátið aftur á glið um listina og lívið og fyritreytir fyri, at hesi bæði skulu trívast - og Alexandra kom aftur rennandi við meira kaffi og meira heimagjørdum køkum.
Á fyrstu síðu í bókini skrivaði Steintór eina heilsan til Firts:
Tín sangur er til deyvstumm,
Tín málningur til blind,
Títt lív er sum ein yrking,
Títt lív er sum ein mynd.
Frits gjørdist rørdur og glaður.
Mær rann til hugs “Profeturin” hjá Kahlil Gibran, har hann tekur ymiskt upp, m.a. um at geva: ”Tit geva lítið, tá ið tit geva av ognum tykkara. Heldur er tað, tá ið tit geva av tykkum sjálvum, at tit geva. Tað er gott at geva, tá ið onkur biður um tað, men betri er, um givið verður av egnari fatan, uttan at nakar biður tykkum um tað.
Og tit, sum taka ímóti, tyngist ikki av takklæti fyri ikki at leggja ok á tykkum og á tann, sum gevur. Heldur eiga gávurnar at gerast sum veingir, ið lyfta bæði hann, ið gevur og hann, ið fær”.
Frits fór eftir tveimum vatnlitsmyndum at geva Steintór og mær hvør sína og gav enn einaferð frá sær úr ríka hugaheimi sínum. Myndevnið hesaferð var um jólini. Hálvir kirkjugalvar, húsaveggir og hálv hjól, sum tú kann seta saman ella fáa at renna saman við kærleika, gávumildni og jólagleðiboðskapinum.
Kahlil Gibran sigur víðari: “Vinur tín er fylling longsul tíns. Hann er ong tín, sum tú sáar við kærleika og heystar við takkarbøn. Tá ið tú skilist frá vini tínum, harmast tú ikki. Tí tað, tær hóvar best við vini tínum, kann verða skilligari við fráveru hansara, eins og fjallið er sjónligari fyri hirðanum, tá ið hann skoðar tað úr dalinum”.
Gleðilig jól!
Orð og myndir: Dávur Winther









