Afturkoma og aðrar endurtøkur

Jahve kemur aftur er revsarin, sum vil gera av við yrking­ina. Ilt er at siga, hvat hon er vorðin til í hesum yrkinga­savnið, men tað kann koma

Í vár gav Agnar Artúvertin út fyrsta yrkingasavn sítt Jahve kemur aftur – úr døprum tonkum og svørtum vónloysi, 46 blaðsíður við 12 navnnevndum yrkingum. Talan er um daprar yrkingar og ógvusligar kenslur, nógva áherðslu og endurtøkur. Beinanvegin heitið Jahve vísir inn í mest hug­myndatungu bók í vesturheiminum, Gamla Testamenti, eins og tað sjálvandi svarar yrkingini ”Móses á Sinai­fjalli” eftir Janus Djurhuus, sum sigur "við veldi Jahve kom/ í stjørnuljós' og eldi var hann klæddur".

Jahve er heitið á gudi í gamla testamenti. Navnið er hebraiskt fyri at vera hjástaddur, men Jahve vísir seg ikki altíð fyri fólki. Jahve er harafturat partur í navni Jesusar, sum merkir "frels­ari Jahve". Afturkoman kann sipa til ta lovaðu Jesu afturkomu antin sum tann revsandi gud ella tann miskunn­sami. Hvussu er og ikki, sumt í savninum er partur av tí ráki, sum válkar sær í tí sum verður hildið at vera ljótt, grefligt, ótespiligt og serliga kynsligt virksemi er væl umtókt evni. Eitt nú sum Ó, søgur um djevul­skap hjá Carl Johan Jensen, har søgupersónar bæði eru mannaátarar og mogga so langt uttan um vegir, at tað er groteskt. Í filminum Anti Christ hjá Lars von Trier er harðskapurin øgiligur, og gud verður sagdur at vera tann grábeinti, og MC-Hár lýsir í rappløgum sum "Sperm" sera nærlagt kropsligar úrskiljingar í samkyndari samlegu. Agnar Artúvertin er á hesum leiðum í tekstum, sum ímynda insest og pedofili, og í hesum stutta teksti: "ein sum fleygar sær í gronina á einum øðrum". Um hetta er skakandi, so stóð nú ein dagin í danska blaðnum Information, at tað nýggjast í andlitsrøkt móti rukkum er krem, sum er gjørt út á manna­spin! Satt at siga fer hugflogið hjá Agnari verri enn so longur út um mark enn livaði veruleikin. Tað er kanska har, tann altíð hjástaddi gudurin ger vart við seg. Í summum førum er tað gott fyri sálarligu heilsuna at bjóða av, og tabu um kynslig viðurskifti hava í so máta framvegis serliga atdráttar­megi. Eg ivist kortini í, um hetta er skaldskapur, sum verður standandi og minstur fyri poetiskar dygdir.

 

Eitt spor í savninum er yrkingar um yrkingar. Eitt nú henda, sum avbyggir yrkinga­kynstrið:

 

minnast onkra yrking

sum bleiv yrkt fyri fleiri døgum síðani

oyðileggja hana

spilla hana út

broyta hana

gera hana til okkurt annað

so hon ongantíð – ongantíð

kemur fyri seg aftur!

 

Hon ger um seg við at vera sett við skákskrift, er líkasum harðmæltari enn hinar og bendir á, at hetta er ein stevnuskrá fyri savnið. Oyðandi tráin fyri at "gera hana til okkurt annað" sigur frá stremban eftir fáa fram eitt nýtt slag av yrking.

 

Fyri nøkrum árum síðani gav Agnar út eina bók við hesum langa og torgreidda heiti: Føroyatraga, ein sera støkkin og óskipað rannsókn inn í mentávald, føroyska samleikan og føroyska málið og onnur útvald verk. Í henni standa forvitnislig prosustykki, áhugaverdar royndir við sonettu­forminum um stórar høvundar í Evropa og aðrar yrkingar. Við nýggja savninum hevur Agnar savnað seg um eitt tekstslag – hóast tað viðhvørt er ivasamt hvussu poetiskir tekstirnir eru. Hann hevur flutt seg inn í tað rákið, sum bjóðar av, tess ótespiligari tess betur. Tað hevur verið at sæð áður. Ekspression­istisk og surrealistisk list tíðliga í 20. øld lýsti mangan tað burturskúgvaða, sinnisrørslur, sum vóru hildnar at vera ov ljótar til at verða umrøddar alment og als ikki vera yrkingaevni. Eitt dømi er skaldsøgurnar um tann groteska Pantagruel eftir franska høvundin François Rabelais í 16. øld, sum kirkjan fordømdi.

Á bakpermuni á nýggju bókini er mynd av høvundinum í parkumhvørvi, sum kanska er úr Kongens Have í Keypmannahavn. Undir myndini lýsir høvundurin seg m.a. sum rættlesara, men tað er ikki øllum beskorið at vera góður rættlesari av sínum egnum tekstum. Harafturat verður upplýst, at Agnar er limur av tveimum flags­skapum: DOF sum neyvan og kanska kortini er Dansk orni­tologisk forening; og Nordisk poetisk selskab, sum hevur tað ediliga endamál at breiða út kunnleika um tað skaldsliga. Leggjast kann afturat at fleiri av yrkingum í savninum hava staðið sum "Læsernes digte" hjá Weekendavisen á

www.weekendavisen.dk/digte.

Yrkingasavnið Jahve kemur aftur er sum undirheitið sigur vónleysa dapurt, men eisini groteskt og onkuntíð inn í millum skemtiligt.

 

Savnið leggur fyri við einum sitati, sum gevur savninum eina farra av martýrdámi. Tað biður um, at alt ilt má verða hildið burtur frá tí vakandi og er eftir amerikanska høvundin Nathaniel Hawthorne (1804-64), sum kallaðist "myrkur romantik­ari". Triði teksturin í savninum er settur við ovurstórum, grovum stavum og undir­skriv­aður " (Rice ap Thomas)". Ein skjót leiting á netinum leiðir fram til ein walis­iskan harra­mann­ Rhys ap Thomas (1448-1525), sum átti eitt handrit av romansu, sum kanska var eftir enska yrkjaran John Milton (1608-74). Hann er serliga kendur fyri at hava yrkti eitt stórt epos um tað mista paradís, Paradis Lost (1667) Eins og nógv onnur romantisk skøld yrkti eisini Sjóvar­bóndin, Jens Chr. Djurhuus, eftir tí – yrkingin hjá honum eitur "Púkaljómur" (púki= djevul). Yrkingasavnið hjá Agnari er á henda hátt tungt løtt við bókmentasøguligum merkingum, sum hugagóði les­arin kann stuttleika sær við fáa til at skoyta okkurt áhugavert upp í tekstirnar.

Fyrsta yrkingin "Ver, Føroyar mín skjútti" heldur fosturlands­yrkingar fyri gjøldur. Tað hava vit sæð áður, men kontrapunktisku viðmerkingarnar í klombrum geva yrkingini nakað av vídd sam­stundis sum tær seta tekstin inn í gerandisliga samanhangin. Yrkingin ognar løgmanni savnið og yrkjaraegið váttar at enda: "tú ert mín bogi,/ og eg tín ørvur. Skjót meg til Helvitis!"

Yrkingin "Bøn" vendir sær til ein "alnáðigan gud", sum yrkjara-egið biður grøða seg fyri ymsar veikleikar. Men tað ynskir sær eisini sjónir, sum hava dám av marrudreymum um pedofili.1 Boðsháttur eyðkennir tekstin. Viðhvørt stendur hann ørkymlandi í eintali og fleirtali lið um lið: "eg rætti tær lógvan/ kom og skiftið oyrur". Sumstaðni er – av tí at hetta er ein bøn – ynski­háttur: "veri tøgn/ alt sum melur". Yrkingin er harumframt sett saman av fríum ørindum við endur­tøkum eitt nú persónliga ynskið "grøð mítt einsemi" og hátíðarliga orðaðum ynskjum sum "veri nátt/ alnáðigi gud/ veri nátt" (sic!) – ið endavendir kenda partinum í skapanarsøguni "Verði ljós" (1. Mós. 1, 14). Aðrir partar í yrkingini lýsa fleiri marrukendar myndir, har yrkjara-egið fyrst kundi hugsað sær at hjálpt eini heimleysari kvinnu, men í staðin vendir sær til eina, sum hann neyðtekur. At enda er tað ikki Várharra, men djevulin, sum kemur brummandi fram og skakar jørðina.

Tann yrkingin í savninum, sum samsvarar best við vanligar hugmyndir av, hvat ein yrking er, er "Prometevs kvøður", sum ljómar av rími og rútmu. Hon lýsir ein tilburð í griksku gudasøgunum, har Prometeus afturfyri at hava lumpað Zeus verður negldur í klettin og ørnin hjá Zeus pikkar livur hansara. Summar yrkingar benda á tað ævisøguliga, men tað er sjálvandi ikki sagt at eitt nú "Sodóma 2", sum byrjar "mín barndómur var fullur av ræðslum", skal lesast bókstavliga og fatast sum barnaár hjá Agnari. Í marruni í yrkingini "Insest" kemur eftirnavnið hjá høvundinum fyri. Tað er sum ein kraftardepil mitt í einum óhugnaliga óskilligum umhvørvi við nazistasýmbolum, brasili­anskum fangabúnum og alt fer fram eina nátt, sum kallast Púkagersimi (gersimi=dýrgripur).

Mentanin er fyri tíðina á tremur við lýsingum av ótespiligum viðurskiftum og hug­myndum, men tað er ikki altíð tað koma góðar yrkingar burtur­úr. Í hesum savninum eri eg meira hugtikin av tí metapoetiska, sum byrjar við avbyggjandi yrking­ini fremst í savninum og endar við "Yrkjaranum á deyðastrá", sum hevur verið í "nógvum eyðmýkjandi støðum", men sum ikki fær bart sær og má at enda fýsa at lesaranum: "Nú tín helvitis lúsakjálki?/ Tú kanst ss-jálvur vera ds-jeikari". Soleiðis endar savnið við at vísa til bundinskap sín til samtíðina, har eitt av heitastu umrøðuevnunum hesi seinnu árini hevur samkyndleiki.

Jahve kemur aftur er revsarin, sum vil gera av við yrking­ina; spilla hana, so hon ongantíð kemur fyri seg aftur, men verður til okkurt annað, sum stevnumiðyrkingin sigur. Ilt er at siga, hvat hon er vorðin til í hesum savnið, men tað kann koma. Talan er fyribils ikki um at tora at siga nakað vakurt aftur, sum Kim Simonsen sóknaðist eftir einaferð herfyri.

 

1 Hetta fekk Vágaportalin at loysa frá posabandinum 25.4.2009.