Hvør er Jesus?

   

Rúni Rasmussen
????????????????

Hann varð føddur í einum fjósi. Hann var timburmaður. Hann vaks upp í lítlu bygdini Nazareth í Galilea og ferðaðist ikki víða. Hann hevði ikki nakra útbúgving, men tó lærdi hann við slíkum vísdómi, at áhoyrararnir vóru hugtikinir av orðum hansara. Hann skrivaði onga bók, tó eru óteljandi bøkur skrivaðar um hann. Hann virkaði alment í einans trý ár. Í hesum tíðarskeiði hjálpti og grøddi hann óteljandi menniskju, sum vóru í vónloysi og hjálparloysi. Hann var væl umtóktur millum manna, men hann varð svikin av mongum tá ið tey vildu hava hann krossfestan. Hann varð dømdur til deyða hóast hann var ósekur. Hann endaði sítt lív á einum krossi millum tveir brotsmenn. Maðurin er Jesus.

Jesus og heimssøgan
Eingin persónur í søguni kann samanberast við Jesus. Øll, sum hyggja at heimssøguni við einum ærligum hugburði, koma til ein felags niðurstøðu. Niðurstøðan er, at Jesus hevur havt nógv størri ávirkan á mannaættina enn aðrir stórir søguligir persónar. Hesin persónurin er nakað fyri seg, hann er í serflokki. Hvør er hesin persónurin, sum hevur hugtikið og broytt so nógv menniskju í næstan 2000 ár?

Ymiskar fatanir
Næstan øll, sum hava hoyrt um Jesus, hava eina meining um hann. Onkur heldur, at hann var ein góður morallærari, sum gav góð ráð í lívsins viðurskiftum. Jesus vísti jú á, at vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv og læra at fyrigeva. Onnur halda, at hann var ein góð menniskjalig fyrimynd, tí honum tykti hjartaliga synd í teimum, sum sjúk vóru, og hann hjálpti teimum. Eisini var hann saman við teimum, sum samfelagið ikki virðismetti. Hann var jú javnan í veitslu saman við tollarum og syndarum. Summi halda, at Jesus var ikki einans ein góður morallærari og góð fyrimynd. Hann var ikki eitt vanligt menniskja; hann var sonur Guds. Spurningurin er: hvør er Jesus í veruleikan-um?

Jesus var menniskja
Jesus var á ein hátt eitt vanligt, men tó eitt óvanligt menniskja. Jesus var eitt menniskja. Hann var føddur av Mariu og vaks upp sum aðrir dreingir. Jesus hevði likamligar tørvir. Hann var svangur, tysti, gjørdist móður sum vanlig menniskju. Hann syrgdi, hevði samkenslu og gleddist eisini. Jesus doyði eins og øll menniskju. Mátin hann doyði var tó ikki vanligur.

Óvanligur vísdómur
Staðfest er, at Jesus var eitt menniskja. Men hann var eitt óvanligt menniskja. Jesus lærdi fólkið við slíkum vísdómi, at fólkið var hugtikið av orðum hansara, tí hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra. Tey vóru ovfarin og spurdu: Hvaðani hevur hann henda vísdóm?

Jesus og syndarar
Tað vóru menniskjur á Jesu døgum, sum ikki vóru virðismett. Hesi menniskju vóru útskot í samfelagnum; tey vóru á ein hátt vrakað. Hvørja støðu hevði Jesus til hesi menniskju? Hann fylgdi ikki ráðandi hugburðinum, nei, hann gekk ímóti streyminum. Hann dróg tollarar og syndarar til sín. Hesi fólk komu til hansara og hann fór til tey. Honum dámdi væl at vera í veitslu saman við teimum, sum samfelagið hevði vrakað. Hann dømdi tey ikki, men hann tók ikki lut í syndum teirra. Hann vísti á vegin burtur úr syndini.

Jesus og tey sjúku
Tey spitalsku vóru roknað sum órein. Tey frísku hildu seg burtur frá teimum. Ein dagin kom ein spitalskur til Jesus og fall á knæ fyri honum og segði við hann: "Vilt tú, so kanst tú gera meg reinan!" Jesusi tykti hjartaliga synd í honum og nam við hann og segði:"Eg vil; verð reinur!" Og hann gjørdist reinur. Legg til merkis, at Jesus nam við hin spitalska! Eingin hevði funnið uppá at nema við ein spitalskan; hann var jú óreinur og kundi smitta. Hvat gjørdi Jesus? Hann gjørdi tað, sum eingin annar hevði gjørt; hann nam við hann.
Ferð eftir ferð lesa vit í evangeliunum, at Jesus tykti hjartaliga synd í teimum sjúku, og hann grøddi tey. Tey blindu fingu sjónina, lamin gingu, deyv fingu hoyrnina aftur o.s.fr. Eisini grøddi hann ein hóp av fólki, sum vóru sálarsjúk. Hesi verk kunnu ikki verða gjørd av vanligum menniskjum. Jesus var eitt óvanligt menniskja.

Heldur ikki eg dømi teg!
Einaferð komu teir skiftlærdu og Fariseararnir til Jesus við eini kvinnu, sum tikin var í hori. Teir freistaðu hann og vildu hava, at hon skuldi steinast sambært lógini. Hann svaraði teimum ikki. Men teir hildu á at spyrja hann; tá segði hann við teir hesi væl kendu orð:"Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin!" Tá ið teir hoyrdu hetta fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir. Jesus var einsamallur við kvinnuni. Hann segði við hana:"Heldur ikki eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!" Henda hending vísir, at Jesus gjørdi, við sínum guddómliga vísdómi, teir skriftlærdu til skammar. Eisini vísir Jesus á, at einki menniskja er syndafrítt. Hendingin lýsir á hugtakandi hátt fyrigevandi sinnalag Jesusar. Hann dømdi hana ikki, men gav henni fyrigeving og kraft til at sleppa burturúr syndini.

Jesus er fullkomin
Tað verður ofta sagt, at eingin er fullkomin. Øll hava onkuntíð gjørt okkurt skeivt. Og so er. Tó er eitt undantak. Jesus gjørdi ongantíð nakað mistak, hann bar seg ongantíð skeivt at. Jesus spurdi, um nakar kundi vísa á nakra synd hjá sær. Eingin kundi vísa á nakran skeivleika í lívi hansara. Hann varð ofta ákærdur fyri ymiskt, men var altíð ósekur. Jesus var fullkomin. Evangeliini staðfesta greitt, at Jesus var fullkomin.

Deyðin
Jesus doyði ósekur 33 ára gamal. Hann varð ákærdur fyri gudsspottan. Hann varð húðflongdur, bardur av og háðaður og spottaður. Síðani var hann krossfestur. Hann var ikki beiskur, tá ið hann hekk á krossinum. Ei heldur var hann fyltur av hevndarhugi. Hann fyrigav teimum, sum húðflongdu, háðaðu og krossfestu hann. Jesus var fyltur av kærleika til tey, ið voldu honum eina ólýsandi píning og líðing.

Uppreisnin
Tá ið Jesus var deyður, varð hann lagdur í eina grøv. Stórur klettur varð settur fyri gravarmunnan. Rómverskir hermenn vóru settir til at halda vakt við grøvina. Høvuðsprestarnir bóru ótta fyri, at lærisveinarnir fóru at stjala líkið, og síðani siga, at hann er risin upp. Tí varð vakt sett við grøvina.
Eftir sabbatin komu Maria Magdalena og Maria út at hyggja at grøvini. Steinurin var veltur burtur og Jesus var ikki at finna. Hann var risin upp. Tær skundaðu sær burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum hansara tað.
Uppreisn Jesusar er størsta prógvið fyri, at hann ikki bara var eitt vanligt menniskja. Uppreisn frá teimum deyðu er eitt undur; eitt stórt undur. Deyðin kundi ikki halda honum í grøvini.

Hvør er Jesus?
Jesus segði, at hann var Gud. Hetta er ein óvanlig og djørv útsøgn. Fyri eitt menniskja, sum einki merkisvert hevur at vísa á í sínum lívi, er tað púra ørt at siga, at ein er Gud. Støðan er øðrvísi, tá ið ein persónur sigur seg vera Gud og kann vísa á ymiskt í sínum lívi, sum einans Gud kann gera. Við støði í oman fyri nevndu lýsing av Jesusi, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at Jesus er í serflokki. Hann er meir enn eitt vanligt menniskja, tí at hann gjørdi tað, ið vanlig menniskju ikki kunnu gera. Jesus gjørdi tað, sum einans Gud kann gera. Tí viga orð Jesusar, at hann er Gud, sera tungt. Fyri eitt ærligt hugsandi menniskja er tað trupult at koma til nakra aðra niðurstøðu enn at Jesus hevði guddómligan uppruna.

Tríggir møguleikar
Hvør er Jesus? Tað eru tríggir møguleikar. Antin var Jesus lygnari, sinnissjúkur ella Gud.
Um Jesus var ein lygnari, so vitsti hann, at hann var ikki Gud. Var hann ein lygnari, so var hann eisini ein hyklari, tí at hann lærdi, at tað var týdningarmikið at vera ærligur. Um Jesus var ein lygnari, so var hann eisini ein býttlingur, tí at hann doyði vegna tað, ið hann vitsti var ein lygn. Hvussu kann ein lygnari, hyklari og býttlingur vera upphavsmaður til eina slíka moralska vegleiðing sum Jesus gav. Hansara morallæra er oman fyri allar aðrar morallærur, sum heimurin hevur sæð. Hvussu kann ein lygnari liva eitt so fyrimyndarligt lív sum Jesus livdi?
Jesus hevur kanska verið sinnissjúkur. Hann helt seg vera Gud, men var tað ikki. Hann var ikki vitandi um, at hann ikki var Gud, tí hann var sinnissjúkur. Tað er avgjørt einki, sum bendir á, at Jesus ikki var ein sálarliga frískur persónur.
Triði møguleikin er, at Jesus er Gud opinberaður í holdi. Prógvini fyri hesum møguleika eru mong og sannførandi. Greitt er, at Jesus er í serflokki, eingin er sum Jesus. Einans Gud kann gera tey verk, sum Jesus gjørdi, og tað er bara Gud, sum kann reisa eitt menniskja upp frá hinum deyðu. Einki vanligt menniskja kann liva eitt fullkomið lív. Tað er bara ein persónur við guddómligum uppruna, sum kann liva eitt fullkomið lív. Eitt slíkt lív livdi Jesus.
Tað hava verið nógvir stórir og kendir persónar í søguni: Móses, Platon, Sokrates, Paulus, Martin Luther, George Washington, Winston Churchill, móðir Theresa?Listin er langur. Tað er eitt navn, sum skínur fram um øll onnur nøvn. Tað er Jesus Kristus. Jesus hevur verið ljós heimsins í 2000 ár. Jesus fer framhaldandi at vera ljós í einum myrkum heimi. Jesus segði:"Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins."