ov stórur. Halda tey ráðandi eisini, at tað er óheppið at Havnin veksur ov nógv, er tað teirra skylda at tálma hesi menning. Tað er tað vit hava eitt býráð til. Kommunusamanlegging í suðurstreymoy Tá fört [...] stað. Tað hevði verið alt ov ólagaligt at spjatt eina so lítla fyrisiting í einum so lítlum landi á fleiri stöð. Men vandamálini flyta við. Tað er ikki av ongum hövuðsstaðurin er har hann er, tað er geogrefiski [...] Urbaniseran, tað merkir at gera landöki til býöki, ella í yvirfördum týdningi flytanina frá útjaðaröki til miðstaðaröki, er einki serföroyskt fyribrygdi, tað fer fram um allan heimin, og tað fáa vit illa
endans aftur á Leiti tey seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um á hesum plássum. [...] míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her á landi ella aðrastaðni ? sum kann metast við tann uppvøkstur og lærdóm, eg her fekk frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri [...] Arge hevði samrøðu við teg, og tú so hugtakandi greiddi frá. Mong eru børnini, sum hava gingið í skúla hjá tær tey 45 árini, tú var lærari, og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin um at bera tær, tá eg eri
skattalætti hjá okkara sjófólki, sum eingin hevur nakað at mótmæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast [...] inntøkutrygdin skal skerjast, og við verandi samgongu og stuðli frá teimum sokallaðu kristiligu er eingin ivi um, at so verður. Tað er greitt, at okkara sjófólk og okkara útróðrarmenn ongan góðan eiga [...] okkara fiskimenn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild. Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna út. Tað eru framdar lóggávur, sum bert hava eina uppgávu: at bøta um
hansara, tá er tað hann skrivaði »Ravnen mod aften« og »Sorgens følelser«, aftaná hesar útgávur var hann nógv brúktur sum fyrilestrahaldari. Var altíð í parti við tí minni menta, og tað er hetta støðufesti [...] arbeiði, torvagravi, sum tað har kallaðist, var eitt skifti á sjónum, matrósur til hann fór á A-pressuna sum blaðmaður. Um hetta mundið var tað, at hann av álvara fór at skriva. Tá tað so bar til at liva av [...] Kendi danski rithøvundurin Poul Ørum er deyður á 78 ári, f. 1919. Ein teirra, sum tíðum gjørdi vart við seg, og sum við bókum sínum ella sum røðari ríkaði danska mentunarheimin. Hann skrivaði mest um smámannin
eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri slíka framførslu. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna unga solistin Eivør Pálsdóttir. Hennara klokkureina rødd setti prikkin yvir [...] neyvan stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga »stemningin«. Tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri, og ikki at gloyma kórleiðaran Hegin Kambsdal. Hasum komst tú væl frá. áhoyrari [...] Tað var eins og ein bleiv lyftur hægri upp, meðan ein sat har og lurtaði. Tit skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt
sáttmálanum. Greinin er úr einum enda í annan fullkomuliga í tráð við tey sjónarmið, sum arbeiðsgevarafelagið førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar [...] arar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen [...] øllum. Ja, Óli er so framligur, at hann í heilari blaðgrein í FF-blaðnum frá 4. desember 1997 tekur út parta av sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og leyst frá øllum samanhangi
partarnar á arbeiðsmarknaðinum upp ímóti hvørjum øðrum. Seinasta nosið var at taka sjálvan landsbankastjóran inn í viðgerðina út frá einum landsbúskaparligum vinkli. Tað er ótrúligt, at Sigurd Poulsen letur seg [...] viðgerðum fyri tað mesta hevur snúð seg um rættleikan í at gera eina skipan fyri ein ávísan bólk, nevniliga fiskimenn. Aðrir samfelagsbólkar hava sagt seg hava sama rætt til skattalætta. Serliga er tað Sosialurin [...] hørðum valuta, tí tað skal ongin innflutningur til fyri at skapa hesa virðisøking í búskapinum. Og hvør búskaparfrøðingur, sum hevur sett seg inn í málið, kann mæla frá hesum. Eg haldi tað vera heilt uppá
ævi síni, sæð burtur frá tí tíðarskeiði hann gekk til stýrimann í 1944 og til skipsførara í 1961 og onkrum millumbili, tá iðhann sigldi her heima. Umborð arbeiddi pápi seg upp frá tí lægsta til tann hægsta; [...] heima, so var hann tað eisini umborð. Í árini 1982 varð pápi pensioneraður og kundi nú í sorgblídni líta aftur á sítt virkisskeið, takkandi tí Almáttuga fyri at hann var spardur frá eini vátari grøv, hetta [...] ið eg stóð við deyðslegu faðirs míns, tyktist tað sum um í fluttum týdningi, at skipið nú var komið á reduna og bíðaði eftir loðsinum, sum skuldi føra tað inn í ta ævigu hvílunnar havn, og tá ið pápi dró
kós móti Singapore og til sjós er næstan vorðin tiltalandi. Skomm at siga frá. Men hvør veit, kanska havi eg fingið skattalætta, tá eg komi aftur. Og tað komi eg, stendur tað til mín. Norðoyri, Tollaksmessudag [...] at skapa, er langt síðan farin, tá jólaaftan er komin út úr handlunum og inn í stovurnar, og skuldi eitt vet verið eftir av henni, drunkar hon í dunganum av líknandi frasi. Og um drongurin er heppin, finnur [...] hevði varnast tað. At síggja hann mala rundan um seg sjálva, meðan eyguni mala í heysinum á honum, er kanska stuttligt ta løtuna, men tá hann gerst í øðini triðja dag, tí at leikuhandilin er stongdur vegna
gera seg inn á tað klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum skrivað er í bókini um [...] tikin fram í bókini og í hvørjari raðfylgju. Tað sæst beinanvegin, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hesari stødd. Tað er gott, at lesarar straks møta navninum Herodot [...] væl vera hent eisini á hægri undirvísingarstigum enn miðnámsskúlum. Uppbyggingin er greið og logisk ? og tað er ofta tað besta við einari bók, ikki minst lærubók. Í formælinum siga rithøvundarnir, at tá