minnist einaferð hann kom til Havnar at keypa sær ein gittara og okkurt annað til gittaran. Vit fóru oman til Simma at hyggja eftir einum gittara. Tá ið vit vóru komnir heim til okkum við gittarinum, so [...] elskaði øll síni medmenniskju og um onkur særdi ella skuffaði hann, so bar hann altíð yvir við teimum, tí sum hann segði »tey vita ikki hvat tey gera« ella »tey meina tað ikki so ringt«. Hávardur var ein [...] fitti unglingin, ið als ongan áhugað hevði í bilum ella at fáa sær koyrikort júst skuldi doyggja í einari ferðsluvannlukku. Hann legði einki í bilar ella aðrar materiellar lutir. Tað sum hevði hansara stóra
hvørji tilboð okkara samfelag hevur til hesi børn. - Tá ið ein tosar um tilboð ella veiting, má tað metast í mun til ein tørv, og tørvurin má so aftur síggjast í mun til nakrar trupulleikar. Og áðrenn [...] og tann brekaði hevur lært eitthvørt, hevur fakpersónurin gjørt eitt stórt menningararbeiði. - Tann brekaði verður glaður, fær ein persónligan vinning, og familjan fær meiri orku til onnur ting. Samfelagið [...] ið tað kemur til samskifti. Tey hava heilt serligar mátar at gera vart við seg uppá og tey hava eisini heilt serligar mátar at fata verðina uppá. Kennir tú ikki til hesi fyribrigdi, finnur tú heldur ikki
aftur, hevur so at siga einki fast dansistað verið. Hølini, har Blizz helt til, hava verið nýtt til annað endamál síðani, og í løtuni tykist eingi høli at vera til slíkt virksemi í høvuðsstaðnum. Hvat sigur [...] Skalt vera 18 Líkamikið hvar í høvuðsstaðnum tú fert, so er søgan hin sama, um tú ætlar tær í býin. Tú ert ikki 18 ár, so tú kanst ikki koma inn. Orsøkin til hetta er sjálvsagt, at dansistøðini, sum eru [...] Einasta høli, sum býráðið í løtuni hevur at bjóða teimum ungu, er margarinfabrikkin, men hetta er ikki júst til dansitiltøk, og ert tú eini 16-17 ár, er heldur ikki víst, at tú tímir at ganga har niðri. Fleiri
Janus, um hann hevur realiserað seg sjálvan, ivast hann eitt sindur. Hann sigur tó, at á ein hátt hevur hann gjørt tað, við tað at hann alla tíðina hevur gjørt tað, sum hann hevur hug til, men hinvegin [...] Janus á Húsagarði Seinastu árini hevur hann við jøvnum millumbilum sýnt fram tekningar sínar, á ymsum støðum. Einaferð hevur hann havt egna framsýning, tvær ferðir hevur hann verið við á Ólavsøkuframsýningini [...] við einum hvítum arki, hevur síðani hetta bert nýtt vanliga pennin. Roynt eitt sindur av hvørjum Janus hevur ikki bara roynt at tekna higartil í sínum unga lívið. Í fleiri ár hevur hann siglt við Norrønu
fólk sum oftast av landinum, men hetta »ber ikki til í myndlinum«, tí hann er læstur fyri til- og fráflyting. Ógvuslig árin Niðurstøðan av kanningini, ella av framrokningini er, at árini á búskapin, um [...] Fyri tað at tú gert eina kanning ella eina framrokning fyri tann sak skuld, so merkir tað ikki av sær sjálvum, at úrslitið, sum kemur fram í kanningini, er tað endaliga og einasta rætta. Tað má vera n [...] Háskóla Íslands hevur gjørt, er, at vælferðin í landinum fellur, at skatturin í landinum fer upp - fyri onkrar bólkar við 20 prosentum, og at uppsparingin minkar við 20 prosentum ella har á leið. Í ringasta
loyvi til at avgera eitt og alt. Hóast tað í løtuni ikki eru ætlanir um nakað alment føroyskt oljufelag, so hevur føroyska stjórnin longu ávarað teir multinationalu, at teir kunnu ikki smildra ella kúga [...] oljufeløgunum fløva hjá teimum, sum nú í fleiri ár hava brúkt nógva tíð og orku til at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina komandi føroyska oljuvinnu. Eitt teirra er Herálvur Joensen, stjóri í Olju [...] reservoir potential? tvs. við góðum goymslumøguleikum. Umstøðurnar tykjast eisini hava verið til steðar til, at týðandi nøgdir av bæði gassi og olju eru gjørd her. Donal O´Driscoll metti møguleikarnar
vinkonan brennir formaningina í meg »Er hatta nú so gott, altso, at tú etur hatta? Ert tú klár yvir, hvat er í einari sovorðnari pylsu? Tú hevði ikki etið hana, um eg segði tað! Antiklimax!! Eg royni at umbera [...] og eingin kom til skaða. Tá er tað eg spyrji: hvat er tað, sum fær fólk at vera so ófólkalig, at tey koma sær at viðmerkja tað, sum eg seti til lívs? Er tað umsorgan fyri korpusi mínum ella øvund yvir, at [...] allari fanatismu, hvat kosti mínum viðvíkir. Um sósin smakkar best við róma, ja, so geri eg hana við róma, og Gud náði tann, sum finst at tí! Purruterta til sína tíð og stokt riv til sína tíð, og onga
mítt lív, hvat eg brúki tað til, og hvat eg ætli við tí. Tað er nakað, sum øll fólk gera. Og eg má siga, at eg eri komin til eina rættiliga banala niðurstøðu. Tú mást sjálvur finna út av, hvat tú ætlar við [...] prát og kjak um, hvussu sangirnir skulu spælast. Tá tú hevur gjørt ein sang, fert tú líkasum við honum til restina av bólkinum, og onkursvegna heldur tú, at tað er ein æra, at aðrir tíma at arrangera tíni [...] sindur niðri, hevur hin altíð klárað at uppmuntra. Og tá tú fert ígjøgnum eina slíka prosess, sum at gera ein fløgu, so hevur tú viðhvørt fyri neyðini at onkur er, sum trýr upp á projektið, um tú sjálvur ivast
Edvard Joensen Sleppur tú sum kubanari við einum fiskiskipi, er framtíðin bjargað. So kanst tú vinna pening, sum gevur atgongd til vørur, tann vanligi kubanarin bert kann droyma sær til. So stutt og greitt [...] av peningi, at hann fær spart upp. Tað hevur vanligi arbeiðarin ongan verðins kjans til, sigur hann. - Loyndarmálið er, greiðir Lazaro frá, at fiskimaðurin hevur havt møguleika at koma í fremmandar havnir [...] lagið gott á reiðaranum, og hann hevur atgongd til dollarar, verður útgoldið í fremmandum valuta. Og tað skramblar í kassanum. Lazaro Gomes tosar av royndum. Hann hevur síðan á heilt ungum árum verið sjómaður
kunnu fara víðari. ? Fyri meg hevur Erna verið tann besti stuðulin. Hon hevur evnini til at siga við meg, tá eg eri upp á tað villasta: »Njál, kanst tú ikki bíða við hasum til í morgin«, og so geri eg tað [...] siga nei, og tað eru nógv, sum ynskja ráð frá honum ella vilja hava hann at koma til eitt hvørt. ? Tað liggur í okkum, at vit vilja hjálpa, tá onkur hevur brúk fyri hjálp. Hetta haldi eg er nakað, sum liggur [...] taka mær tíð til at tosa við tey, sum ringja, sigur Njál. Hann hevur ilt við at sita stillur, og okkurt má henda. Hetta krevur sjálvandi sítt, og Erna og Njál hava av og á verið noydd til at steðga á,