Góð marknaðarføring av Føroyum

Eftir øllum at døma kunnu Føroyar gerast eitt sera áhugavert og attraktivt leitingarøki í næstu øld, hóast stórar avbjóðingar liggja í stóru havdýpunum millum Føroyar og Hetland. Hetta er niðurstøðan eftir stóru ráðstevnuna, sum verið hevur í Aberdeen um Føroyar sum komandi olju- og gassleitingarøki

Tað sær ikki so galið út fyri eini komandi oljuleiting við Føroyar. Hetta gjørdist ikki minst greitt á stóru ráðstevnuni, sum varð hildin í Aberdeen í vikuni við luttøku av umleið 150 umboðum. Politiskt eru Føroyar eitt øki við lítlum vága, hvat viðvíkur karmunum og treytunum fyri luttøku í 1. útbjóðing, so er økið eisini áhugavert, og haraftrat peikar jarðfrøðin tann rætta vegin.

Slíkar niðurstøður á ráðstevnuni í Aberdeen um Føroyar sum framtíðar leitingarøki hjá stóru oljufeløgunum fløva hjá teimum, sum nú í fleiri ár hava brúkt nógva tíð og orku til at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina komandi føroyska oljuvinnu.

Eitt teirra er Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum. Hann helt sjálvur fyrilestur á ráðstevnuni og er sum heild nøgdur við tiltakið, ið má metast at vera eitt slag av upplýsingarherferð og marknaðarføring fyri Føroyaøkið.

Herálvur Joensen er nøgdur við uppmøtingina og heldur eisini, at útlendsku umboðini tóku væl ímóti tí, sum kom fram, hóast hetta bert var ein partur av innihaldinum í 1. útbjóðing. Hann leggur tó dent á, at í síðsta enda er tað løgtingið, sum ger av, hvussu endaligu treytirnar skulu síggja út. Enn er bert talan um uppskot. Tað skal eisini viðmerkjast, at skattaparturin enn ikki er heilt klárur.


Professionelt

Sosialurin tosaði eisini við fleiri av føroysku luttakarunum á ráðstevnuni, tá hon endaði hósdagin. Pauli Einarsson frá Saga Petroleum heldur ráðstevnuna vera eina góða byrjan til 1. útbjóðing. Hann metir ikki, at treytirnar fyri luttøku í 1. útbjóðing hava minkað stórvegis um áhugan fyri Føroyaøkinum.

Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni, er eisini væl nøgdur við ráðstevnuna. -Tað var sera hugaligt at sita millum øll hesi mongu útlendsku oljufólkini og hoyra, hvussu væl okkara egnu fólk frá oljumyndugleikum til vinnulív, dugdu at leggja sítt fram. Eg kendi meg væl hesar dagarnar og ásannaði, at vit føroyingar á ongan hátt smæðast burtur millum útlendsku fakfólkini.

Føroya Kolvetni var eitt av teimum feløgunum, sum fekk høvi til at leggja fram metingar og sjónarmið. Sosialurin skilur, at henda framløgan var sera professionell og upplýsandi.


Sama jarðfrøði

Ein av høvuðsrøðarum á ráðstevnuni var Donal O´Driscoll frá Texaco. Hann var rættiliga bjartskygdur og vísti á, at síðani Føroyar og Bretland hava fingið markið uppá pláss, so kann við vissu sigast, at jarðfrøðin á føroyskum øki er meinlík henni bretsku megin markið.

-Betri seismisk data og størri jarðfrøðiligt innlit, sum er fingið til vega frá royndum í Noregi og Bretland, fara vissuliga at økja um møguleikan at finna olju og gass við Føroyar segði hann.

Hóast 3 kilometra tjúkka basaltið enn skapar trupulleikar fyri at kunna siga nakað um undirgrundina í einum stórum parti av Føroyaøkinum, so vísa økini nær markið seg at goyma tjúkk sedimentløg við ?good reservoir potential? tvs. við góðum goymslumøguleikum. Umstøðurnar tykjast eisini hava verið til steðar til, at týðandi nøgdir av bæði gassi og olju eru gjørd her.

Donal O´Driscoll metti møguleikarnar nógv størri fyri at finna olju og gass í føroyaska/bretska partinum av Atlantsmótinum enn tí írska, tó nakað minni enn í Norðsjónum.

Hann metti tað als ikki óhugsandi, at tað verða funnin felt á stødd við Foinaven og Schiehallion hinumegin markið. Eisini nevndi hann møguleikar fyri at finna gass.

Gary Howorth frá stóru ráðgevarafyritøkuni ?Arthur Andersen Petroleum Services Group? var uppaftur meira bjartskygdur enn Texacostjórin. -Um tú kanst finna felt, sum rúma 200 mill. tunnur við Føroyar, byrjar tað veruliga at gerast áhugavert ... og eitt felt uppá 500 mill. tunnur fyri 15 dollarar fyri tunnuna sær ómetaliga áhugavert út. Hann legði aftrat, at ?analysis suggests the Faroes look pretty damned good?, at analysur vilja vera við, at Føroyaøkið sær sera áhugavert út.

Eisini Alex Kemp, professari við lærda háskúlan í Aberdeen hevði orðið á ráðtevnuni. Hann vísti til Judd-bassengið, sum tað mest áhugaverda. Hetta liggur miðskeiðis millum londini, har verandi oljufelt eru. Honum dámdi eisini væl treytirnar fyri 1. útbjóðing og helt, at tær fóru at skunda undir útviklingin.

Skotska blaðið Press & Journal skrivar fríggjadagin, at stóru multinationalu oljufeløgini fingu greitt at vita, at tey fáa ikki loyvi til at avgera eitt og alt. Hóast tað í løtuni ikki eru ætlanir um nakað alment føroyskt oljufelag, so hevur føroyska stjórnin longu ávarað teir multinationalu, at teir kunnu ikki smildra ella kúga (squash) tey bæði smáu føroysku oljufeløgini, Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni.

Blaðið upplýsir, at meðan Atlantic Petroleum hevur funnið sær partnarar í The Faroes Partnership bólkinum, so arbeiðir Føroya Kolvetni saman við tí bretska felagnum Dana, at finna sær pláss í onkrum bólki. Samráðingar hava verið við fleiri feløg eitt nú BP Amoco.