Í føroysku vælferðarskipanini lyfta vit í felag. Vit rinda øll í felagskassan. Soleiðis kann samfelagið menna góðar og fakliga sterkar felagsskipanir, og vit velja ikki sjálvi, hvørjar skipanir vit vilja [...] vilja brúka hana. Í summum førum rinda vit fyri eina tænastu, vit ikki brúka. Summi brúka hana ongantíð, og summi brúka hana fleiri ferðir. Barnagarðspláss er ein av teimum. Vit rinda í felag, so børnini [...] Tað verður sostatt dýrari fyri okkum onnur, og færri pengar verða eftir at menna fakliga støðið. Í Føroyum lyfta vit solidariskt. Tí taki eg greiða frástøðu frá hugsanini um, at vit kunnu taka pengar úr
psykiatriina í Føroyum tann longsta í øllum heilsuverkinum. Gransking hjá Tórunn Ósá, námslektara og Ph.D.-lesandi vísir, at gentur við ADHD og autismu bíða longri eftir útgreining enn dreingir. Í miðal fáa [...] Jú fyrr børn verða útgreinað, jú minni er vandin fyri fylgisjúkum. Kortini skulu summi børn, í Føroyum, bíða í UPP TIL 3 ÁR fyri at sleppa framat. Tað er púra burturvið! Vit mugu raðfesta psykiatriina og [...] gentur staðfest ADHD 13 mánaðir seinni enn dreingir. Samstundis eru tær í størri vanda fyri strongdartengdum sálarsjúkum. Niðurstøða í granskingini er greið. TÍÐIN. Børnini og familjurnar skulu bíða ov leingi
at lógir og skipanir í Føroyum áhaldandi fremja mismun ímóti fólki, ið bera brek, men at tað tíbetur ber til at finna virðiligar og varandi loysnir. Vist tú: – at Føroyar hava sett í gildi altjóða brekr [...] gar hava grannalond okkara hava havt slíka lóggávu í áratíggju. – at galdandi javnstøðulóg í Føroyum bara bannar mismun vegna kyn, men ikki vegna brek, húðarlit, aldur, átrúnað ella onnur grundleggjandi [...] nýtast sum amboð at smíða javnrættindi inn í lóggávu og skipanir? – at Føroyar framvegis ikki hava nakra breiða lóggávu sum bannar øllum formum fyri mismuni vegna brek í føroyska samfelagnum? Til samanberingar
hóast hon í stóran mun hevur búð og virkað tónleikaliga í og úr Danmark. – Føroyska mentanin hevur formað meg nógv sum listafólk og menniskjað, og eg eri altíð so inspirerað, tá ið eg eri í Føroyum. Mamma [...] eitt tað heitasta navnið í donskum popptónleiki, hon hevur verið á fyrstu konsertferðini í Europa, og nú kemur hon á Summar Festivalin at framføra. Brimheim kann vera trupul at seta í bás tónleikaliga, men [...] Mamma er her í Føroyum, og eg havi familju og nógv vinfólk, so eg royni at koma her so ofta, sum eg kann, sigur Brimheim. Leygarkvøldið hevur Brimheim konsert saman við bólki sínum á stóra palli á Summar F
tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni [...] rockkonsert á størsta og best útgjørda festivalpallinum í Føroyum. Hetta verður ein av stóru løtunum á Summar Festivalinum 2026, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august. [...] stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Europa
óbehagilig, tí tað kann vera, tú finnur íblástur og meining í tí, sigur han. Suðurafrikanska filmsliðið Green Renaissance var í Føroyum í heyst og í summar og hitti føroyingar, ið gera okkurt serstakt, sum [...] altíð at skilja. Nær bleiv logikkur áhugaverdur? Hetta sigur føroyski listamaðurin, Brandur Patursson, í stuttfilmi, sum Green Renaissance hevur lagt út á sínar miðlar. Brandur Patursson fortelur um sína list [...] av og vísir á, at fólk eru bangin fyri gjøgnumskygni. Listamaðurin hevur mist 70 prosent av sjónini í høgra eyga. - Eg byrjaði at skilja betur, hvat tað er at síggja. Tú sært við tínum eygum, men mátin
gini í Føroyum. Politisku ungmannafeløgini í Føroyum, Unga Tjóðveldið, Huxa, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin, Sosialistisk Ung og Unga Sambandið fara nú um vikuskiftið til Reykjavíkar á fund í Norðurlendska [...] umboða hini norðurlensku ungmannafeløgini, fara einaferð at umboða tey í politikki, og tá er umráðandi, at tey skilja okkara støðu í hesum máli. Tí vóna tey, at málið verður samtykt, so at tað síðani kann [...] rætt at veiða grind. - Sannlíkt er at hetta uppskot kann fáa undirtøku millum hini ungmannafeløgini í okkara norðurlendsku grannalondum, sigur Unga Tjóðveldi Verður uppskotið samtykt, verður tað lagt fyri
Grikkalandi lendi seinnapartin í Føroyum, eftir at teir upprunaliga skuldu lenda í gjár. Sergio Markarian, sum tók við eftir Claudio Ranieri, ið bliv koyrdur eftir tapið fyri júst Føroyum, hevur rósandi orð at [...] - Vit mugu spæla væl í morgin, um vit skulu vinna, sigur Sergio Markarian. Ferðin til Føroyar hevur verið drúgv fyri grikska landsliðið. Teir skuldu lenda í gjár, men máttu venda. Í dag gekk betri og flúgvarin [...] neyð og sagt, at spælararnir hjá honum eru illa fyri at ferðini. Grikska landsliðið venur á Tórsvølli í kvøld. Tað eru nógv miðlafólk við, umframt nøkur mælsk viðhaldsfólk.
rættindi hjá børnum og ungum, í Føroyum og í øllum heiminum. Endamálið við arbeiðinum hjá Barnabata er at hjálpa og bøta um kor, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum - í Føroyum, og verður hetta gjørt við [...] ungum. Tilfarið skal geva íblástur til, hvussu Barnarættindasáttmálin kann nýtast í teirra arbeiði, sigur Barnabati í tíðindaskrivi. [...] annan hátt viðkoma børnum. Barnarættindasáttmálin kann lesast inni á heimasíðuni www.barnabati.fo , í einari barnavinarligari útgávu og sum upprunatekstur. Barnabati arbeiðir við at menna tilfar, ið er
Amnesty International í Føroyum er nú farið undir eitt átak, tey rópa Lívlinjan. Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amesty í Føroyum, sigur, at tað er eitt ókeypis sms-netverk, har fólk kunnu melda seg [...] støður taka seg upp, har brúk er fyri Amnesty í eini knappari vending. Eitt dømi um tað kann vera, at ein dómstólur onkrastaðni fellur ein dóm yvir onkran, sum er í stríð við mannarættindini, Tá kann tað verða [...] skjótt at, og tað er í hesum sambandi, at Amnesty hevur stovnað hetta SMS netverkið, har fólk kunnu senda SMS til avvarðandi myndugleikar. Hetta sms-netverkið, ið eisini er roynt í øðrum norðurlondum,verður