Kunnu bjarga mannalívi við einum SMS boðum

Føroyingar verða nú knýttir upp í eitt altjóða SMS net hjá Amnesty

Amnesty International í Føroyum er nú farið undir eitt átak, tey rópa Lívlinjan.

Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amesty í Føroyum, sigur, at tað er eitt ókeypis sms-netverk, har fólk kunnu melda seg til, so at tey eru til reiðar at gera vart við seg, tá ið á stendur.

 

Tað kemur meiri enn so fyri, at støður taka seg upp, har brúk er fyri Amnesty í eini knappari vending. Eitt dømi um tað kann vera, at ein dómstólur onkrastaðni fellur ein dóm yvir onkran, sum er í stríð við mannarættindini,

  

Tá kann tað verða neyðugt at bera skjótt at, og tað er í hesum sambandi, at Amnesty hevur stovnað hetta SMS netverkið, har fólk kunnu senda SMS til avvarðandi myndugleikar.

 

Hetta sms-netverkið, ið eisini er roynt í øðrum norðurlondum,verður brúkt, tá ið tað er neyðugt at bera skjótt at, og tá ið nógvar undirskriftir eru neyðugar, fyri at leggja trýst á avvarðandi myndugleikar.

 

Við hesi nýggju skipanini ber til hjá okkum at senda túsundtals undirskriftir upp á stutta tíð, sigur Katrin á Neystabø.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr hana greiða frá.