Barnarættindasáttmálin týddur til føroyskt

Tað er Løgtingsins Umboðsmaður, ið hevur latið sáttmálan týtt til føroyskt.

Týðingin av Barnarættindasáttmálanum til føroyskt er nú liðug. Tað er Løgtingsins Umboðsmaður, ið hevur latið sáttmálan týtt til føroyskt.



Sáttmálin er eitt týdningarmikið amboð hjá øllum teimum, sum arbeiða við at styrka um rættindi hjá børnum og ungum, í Føroyum og í øllum heiminum.



Endamálið við arbeiðinum hjá Barnabata er at hjálpa og bøta um kor, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum ­- í Føroyum, og verður hetta gjørt við ST sáttmálanum um rættindi barnsins sum grundstøði.



ST Sáttmálin um rættindini hjá børnum, ella barnarættindasáttmálin, sum hesin eisini verður nevndur, varð samtyktur á ST aðalfundinum 20. november 1989 og síðani av Føroya Løgtingi 16. januar 1992. Sáttmálin staðfestir barnsins rætt til virðing og at verða hoyrd. Millum annað skal barnsins besta, til eina og hvørja tíð, verða hægsta raðfesting hjá øllum teimum sum arbeiða við viðurskiftum, sum á ein ella annan hátt viðkoma børnum.



Barnarættindasáttmálin kann lesast inni á heimasíðuni www.barnabati.fo, í einari barnavinarligari útgávu og sum upprunatekstur.



Barnabati arbeiðir við at menna tilfar, ið er ætlað lærarum og námsfrøðingum og øðrum, ið arbeiða við børnum og ungum. Tilfarið skal geva íblástur til, hvussu Barnarættindasáttmálin kann nýtast í teirra arbeiði, sigur Barnabati í tíðindaskrivi.