eyguni, at hetta helt als ikki er so, tá kunnu fylgjurnar náttúrligt vera, at tey gerast so vónbrotin og reagera heilt øvut og venda sær frá øllum, sum eitur kristindómur og trúgv og byrja at finna mó [...] skuldu als ikki loyvt einum og hvørjum at staðið og lært í kirkjum og samkomum. So mikið at sær komin áttu tey veri, sum hava ábyrd av kristiligum arbeiði. Fyri at siga tað milt, so er tað ofta reint tvætl [...] eitthundra og tjúgu fólk, aftur frá líknandi upplopum. Eg eri vísir í, at fór ein at kanna nøvnini á limunum, er eingin ivi um, at tað eru akkurát tey somu, sum av og á síggjast fara við bannarum og skeltum
sum er misnýtt í hesum føri til at brúka ímóti føroyingum. ? Tú kanst ongantíð verja teg ímóti, hvat verður sagt á einum vertshúsi. Tað ber ikki til at verja seg ímóti, at tín gransking verður misnýtt og [...] forðað fyri, at vit eru sárbær. Nú kunnu vit við góðari samvitsku vísa slíkum pástandum aftur, tí onki hevur higartil víst, at samanhangur er millum aggressivitet og kyksilvur. Men tað fara altíð at vera slík [...] ætlanir um at venda sær til Ugeskrift for Læger við einari rættleiðing. Men hann fer at skriva til Claus Hancke persónliga og biða hann útgreina tað, sum hann sigur. Hinvegin óttast hann ikki fyri, at læknar
løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing [...] -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi [...] mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð
oktober 1898, fyri at vita, hvat bløðini skrivaðu hesar dagar áðrenn og aftaná at Jógvan varð borin í heim. Jú, har stóð m.a. at haldaragjaldið fyri Dimmalætting var fýra krónur árliga, og at danska drotningin [...] Roskilde. Eisini stóð at lesa um eitt lógaruppskot um landbúnaðarviðurskifti í Føroyum. Eisini varð skrivað um Jóannes bónda, sum arbeiddi fyri at stovna landbúnaðarskúla í Føroyum, og um at lærarastarv varð [...] Hansen og bygdarfólkið heiðraðu hann á 100 ára føðingardegnum. Dagurin byrjaði við at familjan á middegi fóru á la Carreta at eta døgurða. Aftan á lítlan hvíldarsteðg gekk leiðin niðan í bygdarhúsið kl. 15
Harumframt er ætlanin at útbyggja býlingshúsini Millum Gilja og á Ternuryggi við 20 plássum hvørt, men hetta er ikki farið í gongd enn. Ynski er um at økja dagrøktina, um so er, at tað ber til at fáa fleiri da [...] í býráðnum samd um at seta 1,5 mill. kr. av, so tær mammur, sum ynskja at hava síni børn heima longur enn teir seks mánaðarnar, sum barnsburðarfarloyvið er í løtuni, hava møguleika at søkja ein stuðul uppá [...] mánaðar, t.v.s. í tíðini sum barnið er 6-12 mánaðar gamalt, treytað av, at kommunala ansingarskipanin ikki verður nýtt. Samtykt varð, at henda royndarskipan skuldi vera í hvussu so er hetta valskeiðið út.
hugsjónin hjá Birgiri er, at tað skal vera eitt upplivilsi at eta. Samstundis leggur hann dent á, at matur hansara er heilsugóður, og tað hevur týdning, nú skeivur kostur tykist at vera ein vandi fyri fó [...] fiskarættir Nevnir tú navnið Birgir Enni verða føroyingar svangir. Teir fara at munga eftir alskyns leskiligum rættum, sum Birgir dugir at ganda úr heilt vanligum og meira sjaldsomum fiskasløgum. Sjógarpurin og [...] og matsnillingurin hevur funnið nýggjar krókar í hjallinum. Nýggjar hættir at tilgera fisk og skeljadjór, so at rætturin gerst eitt satt upplivilsi. Birgir er kavari og, við Føroyalands stendur hevur hann
vænta, at dysturin í bestu kvinnudeildini millum Neistan og VB í høllini á Hálsi sunnudagin bert fóru at verða ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá Neistanum fór at verða. Vert er eisini at hava [...] orsøkunum til, at tað gekst Neistanum so illa við at fáa mál, var millum annað tað, at málverjin hjá VB, Guðrun í Lágabø, spældi ein heilt góðan dyst, og serliga var tað fyri steðgin, at hon nærum fekk [...] Tað er einki yvir at dylja, at kappingin í bestu kvinnudeildini í hondbólti, er deild upp í tvey. Í ovara enda av stigatalvuni liggja fimm lið, Kyndil, Neistin, VÍF, Stjørnan og StíF, sum øll kunnu taka
hevur sagt, at heilsuverkið, serliga læknarnir als ikki duga at bera sjúklinginum tey tungu boðini, sum tað altíð er at fáa at vita, at ein hevur krabbamein. Harði kritikkurin hevur ført við sær, at samskifti [...] fært eini ring boð er ringt at skilja, hvat verður sagt, tí tú fært ein skelk. Tí er so umráðandi, at tann sum gevur tær boðini - og tað er altíð læknin - sigur tað, soleiðis at tú skilir tað. Læknin hevur [...] Føroya Felag Móti Krabbameini ætlar at gera meiri við hesi viðurskifti. Felagið hevur skrivað til yvirlæknarnar, læknafelagið, og sjúkrasystrafelagið fyri at fáa tey at arbeiða víðari við evninum. Bót til
manningin tá at sleppa av skipinum? Í slíkum ódnarveðri er tað ómøguligt at seta út bjargingarbátar, og í eini veruligari vanlukkustøðu fer øll menningin at enda í sjónum. Fakfelagið ætlar sær nú at taka málið [...] og álvarsliga hendingin í vikuni hevur fingið tey at taka málið uppaftur. Um skaðan á skipið verður annars sagt, at hann er ikki so álvarsligur, og at sjálvt skipið hevur ikki tikið skaða. Skaðin, sum [...] og Føroyar. Tað vísir seg, at tríggjar rivur eru komnar í stálpláturnar umleið 50 fót oman fyri vatngangin og eisini omanfyri høvuðsdekkið. Bæði BP og vaktartænastan siga, at evakueringin av umleið helvtini
fekk heimaliðið at rakna við, og sum hálvleikurin leið, bleiv tað greitt, at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn leirvíkingar fóru at javna. Tað bleiv Terji Lervig, sum fekk heiðurin at skora fyrsta [...] og tað var so at siga greitt, at stigini fóru at verða verandi í Leirvík. HB-liðið saknaði nakrar av stuðulsspælarunum, sum eru fluttir upp á 1. deildarliðið og nú ikki hava loyvi til at flyta niður aftur [...] heldur, at LÍF hevur góðar møguleikar at klára seg í 1. deild, um tað nú verður til tað. Sjálvur veit hann ikki, um hann verður venjari í Leirvík aftur næsta ár, men hann sigur við Sosialin, at teir báðir