Eirikur Lindenskov
Føroyingurin hevur altíð havt hjallin á sjónum, og fiskur hevur verið vanligur gerandiskostur hjá føroyingum. Enn eru føroyingar, ið eru av teirri hugsan, at fiskur er og bara verður vanligur gerandiskostur. Men onkur er tó, ið vil broyta hesa vanhugsan okkara.
Gandar fram
leskiligar fiskarættir
Nevnir tú navnið Birgir Enni verða føroyingar svangir. Teir fara at munga eftir alskyns leskiligum rættum, sum Birgir dugir at ganda úr heilt vanligum og meira sjaldsomum fiskasløgum. Sjógarpurin og matsnillingurin hevur funnið nýggjar krókar í hjallinum. Nýggjar hættir at tilgera fisk og skeljadjór, so at rætturin gerst eitt satt upplivilsi.
Birgir er kavari og, við Føroyalands stendur hevur hann funnið eina sanna skattkistu fulla av reinum, vælsmakkandi og heilsugóðum skeljadjórum.
Burturúr hesum tilfeingi og alskyns fiskasløgum hevur hesin eldhugaði matlistarmaður í mong ár ment nýggjar og øðrvísi rættir.
Skal borðreiðast við krási úr havinum eru boð eftir Birgiri. Antin tað so er til veitslur, brúdleyp ella stór tiltøk við hundraðtals fólkum.
Skiparin og matsnillingurin á Norðlýsinum
Best kendur man Birgir vera sum skipari og matsnillingur á stuttleikaskonnartini Norðlýsinum. Har hevur hann givið bæði kongaligum, ráðharrum og filmsstjørnum og túsundtals øðrum útlendingum ógloymandi smakkiroyndir úr síni skattkistu. Hetta hevur verið við til at tryggja honum viðurkenning uttan fyri Føroyar, og í dag fær tann fryntligi matsnillingurin javnan fyrispurningar frá útlendskum fyritøkum og fyriskiparum.
Eitt upplivilsi at eta
Grundleggjandi hugsjónin hjá Birgiri er, at tað skal vera eitt upplivilsi at eta. Samstundis leggur hann dent á, at matur hansara er heilsugóður, og tað hevur týdning, nú skeivur kostur tykist at vera ein vandi fyri fólkaheilsuna. Uppskriftirnar hjá Birgir Enni eru grundaðar á áralangar royndir við rættum úr fiski og skeljadýrum, og uppskriftirnar verða gjørdar saman við nøkrum av frægastu matlistarmonnum í heiminum.
Væl lýst við myndum
Seinastu trý árini hevur Birgir Enni arbeitt við at gera hesa ekslusivu kókibókina við øllum hesum góðu uppskriftum, hann hevur funnið úr hesum havdjórum.
Av úrdráttunum kunnu vit nevna innbakaða laksin, framúr fiskasuppuna, øðurnar, kræklingarnar, igulkerini. Vit kenna eisini Birgir, tá hann gandar við tara, kongafiskaflaki, búrfiski, rækjum, kalva, hýsu og toski.
Alt hetta fara vit nú sjálv at kunna ganda fram við fiska- og skeljadjórakókibókini, har bert teir bestu rættirnir hava fingið innivist, sum Birgir sjálvur sigur.
Rættirnir verða lýstir við myndum eins og framferðarhátturin verður vístur í myndum. Somuleiðis verður eisini vegleiðing, hvussu rávøran verður handfarin á besta hátt.
Persónlig perma
Fyri at gera bókina enn meira forkunnuga, bjóðar Birgir tær at fáa tína egnu forsíðu til títt virki.
? Tá kanst tú brúka hana sum tína heilt persónligu gávu bæði til starvsfelagar og føroyingar annars, sigur Birgir.
Bókin verður skrivað á fimm málum: Føroyskum, donskum, íslendskum, enskum og týskum. Hon verður um 140 síðu í støddini 19x27 cm við litmyndum á hvørjari opnu og við bestu pappírsdygd. Bókin fer at hava stívt bind og verður seymað.
Bókin verður klár á heysti næsta ár - men longu nú er heimasíðan klár - og mánadagin verða fystu uppskriftirnar at síggja. Adressan er: www.enniskitchen.com