men eisini internt í sjúkrahúsverkinum og millum politikarar, um hvussu vit í framtíðini skulu leggja til rættis viðgerðir í útlandinum og í hvønn mun vit eiga at brúka sjúkrahús í hinum Norðurlondunum [...] Hinvegin eiga vit at geva slíkum signalum ans og taka tey við í okkara metingar, tá vit gera av, hvaðar vit senda okkara sjúklingar til viðgerð í útlandinum, nú okkara egna heilsuverk er fáment og ikki megnar [...] sjúklingar til Danmarkar. Um ikki sjúkrahúsini í øðrum norðurlondum eiga at verða brúkt, nú vit kortini skulu gjalda fyri viðgerðina. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað fyriliggur einki politiskt
Sosialurin hevur eisini roynt at fáa hesi tíðindi váttað ella avsannað, men hjá Statoil í Føroyum er sama svar: vit hava ongar viðmerkingar í løtuni. Vælvitandi keldur í oljuverðini, sum Sosialurin hevur tosað [...] Statoil hevur so eisini fyrr víst á, at ongir upplýsingar um úrslitið av boringini koma út fyrr enn fyrst í oktober tvs. um einar tvær vikur. At tað hevur gingið væl at bora gjøgnum basalt hevur so einki við
arbeiðir í framleiðsluni hugsar hon sjálvandi um tað, sum hon fremur í verki. Men tað man kortini vera eitt heilt annað mál, sum hugsan hennara í størri mun snýr seg um: Heimlandið og politiska støðan í landinum [...] hann hevur í øllum førum verið góður fyri fólkið, sigur Somwang, sum hevur búð í Føroyum síðani 1989 og eigur trý børn á Strondum. Vit hittu hana beint eftir døgverða í gjár, tá politiska støðan í heimlandinum [...] umheimin, tá tíðindi bórust um at støðan ikki var sum hon plagdi í Thailandi. Hesi tíðindini høvdu eisini áhuga í einum heimi á Strondum, sum fram um nógv onnur heim var merkt av støðuni í hesum fjarskotna
við 11 ballum av marihuana í lastini, sum høvdu eitt søluvirði av nøkrum miljardum krónum. Tað var onkur lesari, sum hevði sæð myndir av skipinum í donsku TV-ávísini, har tað lá í Las Palmas á Grand Kanariu [...] Ólóglig veiða Í blaðnum í síðstu viku høvdu vit ein greinastubba um fyrrverandi føroyska ísfiskatrolaran, Mars, sum varð seldur úr Sandavági til Hósvíkar og síðan av landinum til hummaraveiði. Vit skrivaðu [...] er so langt av landi skotið, er torført at siga, hvørji tíðindi eru røtt og hvørji ikki eru tað. Haraftrat kemur, at hendingin fór fram tíðliga í hesum árinum. Eftir at vit høvdu prentað greinastubban,
eygu og oyru Í seinastuni hevur danska sjúkrahúsverkið og tað samstarv, føroyingar hava við donsk sjúkrahús, verið í andglettinum í føroysku fjølmiðlunum. Ein kanning av sjúkrahúsverkunum í ES gevur Danmark [...] bypass-skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í heyst og samstundis at hava livað í sjúklingaumhvørvinum á Hotel Tórshavn í meira enn tvær vikur, hevur tú fingið eitt ávíst innlit í, hvat rørir seg millum hesi fólk [...] skoðsmál fyri sínar viðgerðir í mun til hini londini. Skulu vit trúgva niðurstøðunum í frágreiðingini, sum ein óheftur stovnur hevur gjørt, liggur Danmark ikki serliga væl fyri í mun til hini Norðanlondini
er hann enn virkin í oljuvinnuni sum ráðgevi fyri bæði føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum og onnur oljufeløg. Hann sigur seg vera meira sannførdan um, at olja er í undirgrundini í dag, síðani hann og [...] Hetta sigur ein av veteranunum í oljuleitingini við Føroyar, Richard Hardmann. Sjálvur var hann ein av fyrstu útlendsku jarðfrøðingunum, sum komu til Føroya fyrst í 90-unum at seta skjøtil á leitingina [...] og starvsfelagarnir í Amerada Hess gjørdu støðuna upp um, at Marjunfundið var ikki lønandi. Og orsøkin til hesa stóru broytingina, frá Marjunfundinum og fram til í dag, sigur Richard Hardmann vera, stóra
oljuheiminum við munnu bíða spenningi í hesum døgum at frætta meira frá boringini á landgrunninum. Tað eru nú góðir tveir mánaðir síðani, at borurin hjá Stena Don varð settur í undirgrundina. Nógvar hava gitingarnar [...] hetta í sær sjálvum er ein stórur sigur fyri leitingina um okkara leiðir, hetta er nakað, sum kann koma væl við, tá framtíðar brunnar skulu borast á landgrunninum. Fyri BP og ENI, sum skulu bora í 2007 [...] 2007 og 2008, og fyri Chevron, sum helst skal bora í 2008 ella 2009, eru hesi tíðindi sera kærkomin. Tað fer at minka um kostnaðin. Síðani borað varð gjøgnum tjúkku basaltfláirnar, sum eftir øllum at døma
borið hesi tíðindi? Jú keldan er hin sama, sum í Sosialinum mánakvøldið bítur frá sær - Hans Pauli Strøm, núverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum! Góði Hans Pauli! Fell ikki í grøv løgmans [...] litið upp í hendur frá Løgtinginum at røkja). Sagt verður um tað at yvirdríva, at tað fremur forstáilsi . Men tað kann eisini lættliga skaða trúvirði! Bill Justinussen var landsstýrismaður í 18 og ikki [...] røðarapalli og tað meira enn eina ferð, at málini vóru mong, ið Bill og hansara virkisfýsna starvsfólk í familju- og heilsumálaráðnum loystu úr lagdi. Nøkur teirra vóru um at verða klár at leggja fyri løgtingið
um teir skulu senda farið niður í sjálvt opið. Høgrasigur í Belgia Sum væntað fekk tann víðgongdi høgraflokkurin Vlaams Belang eitt gott úrslit á kommunuvalinum í Belgia í gjár, men úrslitið var kortini [...] meiriluta í býráðnum í Antwerpen, sum er tann størsti býurin har norðuri í landinum, men tað eydnaðist ikki. Tvørturímóti gjørdist tann flamski sosialistaflokkurin tann stóri sigursharrin í Antwerpen. [...] Vlaams Belang hevði harafturímóti stóra framgongd í fleiri smáum kommunum ymsastaðni í Flandern, har fólk tosa flamskt. Samgonguflokkarnir í stjórnini hjá Guy Verhofstadt, forsætisráðharra, fingu yvirhøvur
stóra heiðrinum á móttøkuni í Nóatúni hósdagin. - Ofta verður tikið til, at tað ikki ber til at fáa í posa og sekk. Men hetta orðafellið gert tú so dyggiliga til skammar í dag. Jóannes Ejdesgaard vísti [...] vísti á, at Bogi Hansen hendan hósdagin so sanniliga fekk í posa og sekk. - Fyri góðum tíma síðan eru tíðindi úr Norðurlandaráðnum farin víða um, at tú hevur fingið norðurlendsku náttúru-og umhvørvisheiðurslønina [...] og heiðurin er tí samsvarandi stórur. - Jú, víst fáa summi í posa og sekk. Tað eru ofta tey ágrýtnu, tey ótroyttiligu tey, sum ikki møðast í mótbrekku, men miðvíst stremba móti málinum, sum alla tíðina