Ólóglig veiða
Í blaðnum í síðstu viku høvdu vit ein greinastubba um fyrrverandi føroyska ísfiskatrolaran, Mars, sum varð seldur úr Sandavági til Hósvíkar og síðan av landinum til hummaraveiði.
Vit skrivaðu, at skipið seinni varð tikið av sponsku myndugleikunum við 11 ballum av marihuana í lastini, sum høvdu eitt søluvirði av nøkrum miljardum krónum.
Tað var onkur lesari, sum hevði sæð myndir av skipinum í donsku TV-ávísini, har tað lá í Las Palmas á Grand Kanariu og lossaði henda dýra og ólógliga "fong".
Skipið bar framvegis navnið Mars, eins og gamli heimstaðurin og kennibókstavirnir stóðu á brúnni ella skipssíðuni.
Nú skipið er so langt av landi skotið, er torført at siga, hvørji tíðindi eru røtt og hvørji ikki eru tað. Haraftrat kemur, at hendingin fór fram tíðliga í hesum árinum.
Eftir at vit høvdu prentað greinastubban, fingu vit sendandi eina leinkju til eitt stórt blað í Las Palmas, har vit funnu hesa mynd av fyrrverandi føroyska ísfiskatrolaranum.
Sum skilst í greinini, var manningin umborð á Mars russisk/ ukrainsk, tá ið skipið varð tikið, og lastin var ikki marihuana, men kokain.
Í greinini stendur, at Mars hevur 2.500 kilo ella 5.000 pund av kokaini, sum myndugleikarnir hava lagt hald á.
Skipið varð tikið einar 30 fjórðingar norður úr Tenerifa, sum er ein av kanarisku oyggjunum.