Nú skal man altíð vera varin við ikki at generalisera og fella ov skjótar og avgjørdar dómar. Hinvegin eiga vit at geva slíkum signalum ans og taka tey við í okkara metingar, tá vit gera av, hvaðar vit senda okkara sjúklingar til viðgerð í útlandinum, nú okkara egna heilsuverk er fáment og ikki megnar allar uppgávur.
Tað er ein sannroynd, at vit á mongum økjum hava eitt náttúrligt samband við Danmark. Men einki stendur í stað og tí eiga eisini vit við tíðini at endurskoða avgerðir, sum eru tiknar fyrr og bygdar á veruleikan tá.
Tað er tí áhugavert og kærkomið, at ein av okkara yvirlæknum setir spurningin, hvussu leingi vit skulu senda allar okkara sjúklingar til Danmarkar. Um ikki sjúkrahúsini í øðrum norðurlondum eiga at verða brúkt, nú vit kortini skulu gjalda fyri viðgerðina.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað fyriliggur einki politiskt diktat, um at føroyskir sjúklingar skulu viðgerast í Danmark. Hvussu og ikki so er tað ein sannroynd, at flest allir sjúklingar verða vístir til donsk sjúkrahús einamest Ríkissjúkrahúsið. Vit hava so eisini bygt upp tænastur rundan um nettupp Ríkissjúkrahúsið her serstakliga sjúklingahottellið Tórshavn. Ein kann tí siga, at vit í ein ávísan mun hava bundið okkum til at brúka Ríkissjúkrahúsið, og tí fáa politikarar og myndugleikar ikki broytt hetta frá degi til dags.
Latið okkum brúka hesi tíðindi positivt og lata upp fyri einum breiðum orðaskifti alment men eisini internt í sjúkrahúsverkinum og millum politikarar, um hvussu vit í framtíðini skulu leggja til rættis viðgerðir í útlandinum og í hvønn mun vit eiga at brúka sjúkrahús í hinum Norðurlondunum eisini. Um somu tíð sum hesi tíðindi koma fram verður her heima eisini funnist at okkara egna sjúkrahúsverki. Brúkarar eru ónøgdir við viðgerð, og starvsfólk eru ónøgd við ómenniskjansligar umstøður. Tað fara vit at venda aftur til.
Sosialurin