Jóhan spælir við í Fuglafjarðar Hornorkestri. Eisini er hann við í Føroya Symfoniorkestri. Jóhan hevur ætlanir um at blíva yrkistónleikari. Hann arbeiðir á einum flakavirki í Fuglafirði, til hann byrjar [...] útbúgvingin, sum byrjar í september, er liðug, er hann "Bachelor of Music" í trompetspæli. Tað krevst tó at næmingarnir eisini duga annað, sum t.d. at spæla klaver og at syngja. Fleiri í familjuni duga at spæla [...] Eftir at hava verið til upptøkuroynd í Glasgow er 17 ára gamli trompetspælarin, Jóhan Hentze á Kambsdali, sloppin inn á the Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Jóhan er sonur Annmari og
bleiv Georg Suðurgarð settur í starv sum leiðari fyri Skeiðsdeplinum við Marknagil í Havn. Georg, ið er 58 ára gamal, er dani, føddur í Ålborg. Hann kom til Føroyar fyrstu ferð í 1988, tá hann bleiv settur [...] P/F Rittin Virkisráðgeving, í Havn. Í 1993 flutti hann til Danmarkar, har hann hevur arbeitt á Ledelsesakademiet á Århus Købmandsskole. Georg er útbúgvin merkonom og lesur í løtuni til "Master i organisatorisk [...] Universitet. Seinnu árini hevur hann undirvíst í diplomleiðaraútbúgvingum. Georg er giftur við føroyskari konu, Poulinu, f. Olsen, úr Fuglafirði. Tey búgva í dag á Skála. Skeiðsdepililin (SDM) er undirskipaður
aktiv í politikki í fleiri ár. Hon var drívmegin í Unga Tjóðveldinum, sum rættuliga fekk vind í seglini aftur við fullveldispolitikkinum, sum formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, fekk í ljósmála. Annlis [...] Bjarkhamar er dóttir Irdi, fødd Hjelm, og Dánjal Bjarkhamar í Vági. Hon er fødd 20. januar í 1974, og hon býr saman við Ian Luid úr Fuglafirði. Tá Annlis gjødist landsstýriskvinna fyri níggju mánaðum síðani [...] at verða liðug við læraraútbúgving sína, tó at hon í onkrum umførum hevur havt farloyv frá læraraskúlanum. Henni vantaði tvær próvtøkur. Í Sosialinum í gjár nevndi hon, at hon helst fór at gera seg lidna
stórkappingin í rútmiskum fimleiki hildin í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Leygardagin setur Sigurð S. Simonsen, borgarstóri í Fuglafirði ,kappingina, sum hevur luttøku av hesum feløgum: Flog úr Fuglafirði, Støkk [...] lut í opnari kapping, sum Havnar Fimleikafelag skipaði fyri fyrr í ár. Í ár verur tað vinnandi liðið hjá kvinnunum, sum sleppur at taka lut í donsku grand-prix kappingini. Hendan kappingin verður í mai [...] vóru gestaluttakarar í fjør. Stórkappingin í Føroyum verður annars hildin eftir somu reglum, sum donsku Grand-Prix kappingarnar. Seinni dagurin Sunnudagin verður tað borgarstjórin í Gøtu, Halldóra Ranghamar
Borgina í Fuglafirði úr Landsfelagnum. Grundgevingin er, at Borgin hevur ikki hildið viðtøkurnar hjá Landsfelagnum. Tað passar ikki, sigur formaðurin í Eldrafelagnum Borgini. Ditleif Eldevig, formaður í El [...] Borgini í Fuglafirði, er sera misnøgdur við, at Landsfelag Pensiónistanna hevur kallað til fund á Tórshavnar Sjómansheimi í dag, har evnið skal vera at koyra Borgina úr Landsfelagnum. Øll limafeløgini í La [...] feløg, sum vilja gerast limir í Landsfelagnum, og hin um at lata inn tilfar til Landsfelagið. ?Vit kunnu ikki koma undir grein trý, tí vit hava verið limir í Landsfelagnum í mong ár, og sambært grein fýra
klokkureina gjøgnumbrotið í Prixnum higartil hevur bólkurin Mind's Eye úr Klaksvík fingið. Bólkurin hevði ongantíð spælt alment, tá ið teir fóru á Prix-pallin í Fuglafirði fyrst í februar, men síðani hevur [...] tónleikabólkar fara við í Prix Føroyar tónleikakappingina fyri at gera vart við seg, og tað er líkt til, at tað ber væl til at koma fram gjøgnum kappingina. Konsertvirksemið í Føroyum blómar í hesum døgum, og [...] sum eru við í Prixnum, sum spæla til tey ymsu tiltøkini kring landið. Bara seinastu tvær vikurnar hava tríggjar stórar konsertir verið. Í TB-húsinum spældu Hatespeech, Side Effect og Flux í Badmintonhøllini
spæla aldri til dans við sveittabroti eina heila nátt. Um tú nú skuldi verið í káta lagnum til eitt av Prix-kvøldunum í Fuglafirði, so kundi tú kanska roynt at rópt »spæl ein góðan«, tá ið vinnarabólkurin [...] komponistum. Har er nevniliga einki at gera. Skalt tú við í Prixið, skalt tú spæla nýggjar sangir. Og so velja flest allir bólkar at taka sakina í egna hendur og skriva sangir. Hetta er gott fyri føroyskt [...] tað er eitt men. Nógvir av bólkunum, sum eru frammi í dag, hava als ikki somu tónleikaligu barlastina, sum bólkar plagdu at hava. Makrel kom næstan í neyð, tá ið teir skulu upp á pallin fyri at geva nøkur
kanska aftur í tónleikinum, sigur hann. Bólkur lá stillur í fimm ár Hatespeech gjørdi rættiliga vart við seg í fyrst í nítiárunum, men tá ið tónleikararnir í bólkinum fóru undir lestur í Danmark í 1997, steðgaði [...] rocktónleik, sum kom í finaluna í Prixnum. Tað var í 1997. Nú er nógvur harður rocktónleikur at finna í kappingini, men Hatespeech ætlar at skilja seg burturúr. Óvæntaðir vinnarar Tónleikararnir í Hatespeech halda [...] Tað verða settar stórar vónir til rockbólkin Hatespeech, sum er við í seinasta undanumfarinum í Prixnum leygarkvøldið. Slaturin í føroyska tónleikaumhvørvinum vil vera við, at bólkurin er sera væl fyri
teimum, sum fylgja við í ítróttinum, so kann væl vera, at ítróttarvikuskiftið, sum nú stendur fyri framman, fer at verða eitt av teimum heilt strævnu hjá borgarstjóranum í Fuglafirði, Sigurð S. Simonsen. [...] hendingaríku vikuskiftinum fyri ítróttina í Fuglafirði. Tað einasta, sum frammanundan er heilt víst, er, at Fimleikafelagið Flog verður karmur um rútmisku stórkappingina, sum í ár verður hildin á Kambsdali, og [...] verið ein aktivur leikari í hesi framgongdini. - Vit hava í øllum førum eftir førimuni roynt at skapt karmarnar fyri hesum. Og eg haldi eisini, at hetta hevur givið úrslit. Í dag er ítróttalívið her hjá
Samskifti Í vikuni hava Terji Leitisstein og Marni Abrahamsen arbeitt við at seta upp gsm-skipan í húsinum og mastrini, ið Teletech hevur á Høganesi í Nes kommunu. Hetta er ein liður í útbyggingini av [...] viðskiftafólkunum í Klaksvík og Leirvík. - Málið er, at okkara viðskiftafólk í framtíðini skulu brúka okkara egna gsm-net. Næsta stigið eftir Brúnaskarð, verður væntandi at røkka Gøtunum og Fuglafirði. Room-skipan [...] internet til Skálafjørðin og sum millumstøð millum Klaksvíkina og Tórshavn. Kall hevur nú leigað seg inn í húsið og mastrina. Fimta gsm-støðin Terji Leitisstein, sum starvast hjá Kalli, sigur, at arbeiðið á