Fuglafjørður
Hóast hann ikki telist millum tey allar ídnastu av teimum, sum fylgja við í ítróttinum, so kann væl vera, at ítróttarvikuskiftið, sum nú stendur fyri framman, fer at verða eitt av teimum heilt strævnu hjá borgarstjóranum í Fuglafirði, Sigurð S. Simonsen.
Tað er nevnliga nógv, sum talar fyri, at talan verður um eitt av teimum helt hendingaríku vikuskiftinum fyri ítróttina í Fuglafirði.
Tað einasta, sum frammanundan er heilt víst, er, at Fimleikafelagið Flog verður karmur um rútmisku stórkappingina, sum í ár verður hildin á Kambsdali, og har er Sigurð so biðin um at vera tann, sum skal halda setunarrøðuna.
Hartil kemur so eisini, at tað væl kundi hent seg, at bæði kvinnur og menn koma til bygdina við vissuni um gullmerki, eftir at tey sunnudagin hava verið á Vágoynni til flogbóltsdyst.
Hjá monnunum hevur ÍF i alt ár sýnt seg sum sterkasta liðið, og tó at munurin niður til tey næstu nú er minkaður nakað nógv, so kunnuleir framvegis avgera alt sjálvir, og um teir vinna í Sørvági, so er meistaraheitið heima eitt umfar undan kappingarársloki.
Tað kann tað eisini verða hjá kvinnunum, men tær hava eitt sindur øðrvísi fortreytir. Men tað er ikki óhugsandi, at kappingarneytarnir úr Mjølni missa, tá tær vitja á Tvøroyri, og um so er, so kann ÍF við einum sigri tryggja sær gullið.
Tá prátið fellur inn á hetta, er skilligt, at tað er ein spentur borgarstjóri, sum nú fyrireikar seg til vikuskiftið.
- Nú eri eg ikki tann, sum fylgir allar best við og hyggi at øllum dystum, men tað sigur seg sjálvt, at eg eri spentur. Fyrst og fremst er tað sjálvandi fimleikastevnan, sum eg skal fyrireika meg til, men hitt er eisini øgiliga spennandi. Ikki tí. Eg havi so avgjørt ikki kannað mær nakran bita. Har skal bert ein kiksari til, áðrenn vit kunnu standa við ongum, men sum støðan er nú, so sær tað gott út.
Spurdur, hvørt hann saman við býráðnum fer at fyrireika nakað, um alt skuldi lagað sum best, er hann skjótur at svara, at tað má hann helst.
-Vit høvdu eina samkomu niðri á Muntra, tá menninir vunnu steypafinaluna, har vit øll fingu ein bita at eta, umframt at ein gáva eisini varð latin liðnum. Og tað kann væl verða, at vit noyðast at gera okkurt líknandi sunnudagin, men lat okkum nú fyrst bíða eftir úrslitunum, heldur hann.
Aktiv kommuna
Seinnu árini hevur tað annars verið alt meira vanligt, at Fuglafjørður hevur verið frammarliga, tá talan er um ítrótt. Og Sigurð heldur eisini, at kommunan hevur verið ein aktivur leikari í hesi framgongdini.
- Vit hava í øllum førum eftir førimuni roynt at skapt karmarnar fyri hesum. Og eg haldi eisini, at hetta hevur givið úrslit. Í dag er ítróttalívið her hjá okkum somikið ríkt, at trupulleikar eru at fáa nøkrandi hølisumstøður til øll. Fimleikur, badminton og flgobóltur eru alt vetrarítróttagreinar. Tað eru borgarar í øllum aldrum sum íðka, so hóast plássið ikki altíð er so gott, so er hetta avgjørt at fegnast um.
- Og ikki minst kennist tað deiligt, nú tað eisini gongur somikið væl, sum tað eitt nú ger hjá flogbóltinum. Sjálvur giti eg í øllum førum, at hetta eisini kann viðvirka til at økja um áhugan og dirvið hjá øðrum ítróttum, soleiðis at hesi dríva enn meira á. Beint í áðni gekk eg mær til dømis fram við fótbóltsvøllinum, og har varð nógv lagt fyri, so vit mugu vóna, at tað eisini fer at geva úrslit.
- Og lat meg so at enda leggja afturat, at júst hetta við flogbóltinum er ein ítrótt, sum tiltalar meg sera nógv. Tað tykist í øllum førum, sum um tað her er munandi lættari hjá smærru økjunum í landinum at standa seg. Kravið um tal av leikarum er ikki eins stórt, sum tað er í fleiri øðrum ítróttagreinum, og at síggja eitt nú TB, Dráttur og ÍF standa ovarliga á sigursskamlinum kann bara vaksa um áhugan hjá øðrum, so eg ivist ikki í, at flogbólturin framhaldandi fer at verða í stórari menning kring alt landið, sigur borgarstjórin at enda, áðrenn leiðin aftur gongur heim til røðuna, sum skal haldast leygardagin.










