Samskifti
Í vikuni hava Terji Leitisstein og Marni Abrahamsen arbeitt við at seta upp gsm-skipan í húsinum og mastrini, ið Teletech hevur á Høganesi í Nes kommunu.
Hetta er ein liður í útbyggingini av gsm-netinum hjá Kalli.
Teletech hevur bygt húsið og eigur mastrina, sum felagið brúkar til tráleyst internet til Skálafjørðin og sum millumstøð millum Klaksvíkina og Tórshavn.
Kall hevur nú leigað seg inn í húsið og mastrina.
Fimta gsm-støðin
Terji Leitisstein, sum starvast hjá Kalli, sigur, at arbeiðið á Høganesi fer at taka nakrar dagar.
Hósdagin og fríggjadagin vóru teir á Høganesi, og nú verður bíðað eftir meira útgerð til støðina. Síðan verður farið niðanaftur.
- Sum er, dekka vit Havnina við fýra gsm-støðum. Hetta er fimta støðin, vit seta upp. Síðan verður farið uppá Støðlafjall og Brúnaskarð á Borðoynni.
Terji sigur, at støðirnar á Høganesi og Støðlafjalli skulu gera tað møguligt hjá felagnum at dekka allan Skálafjørðin og ein part av Gøtu, og við støðini á Brúnaskarði røkkur felagið viðskiftafólkunum í Klaksvík og Leirvík.
- Málið er, at okkara viðskiftafólk í framtíðini skulu brúka okkara egna gsm-net.
Næsta stigið eftir Brúnaskarð, verður væntandi at røkka Gøtunum og Fuglafirði.
Room-skipan
Terji sigur, at Kall leigar seg inn á gsm-netið hjá Føroya Tele, men so hvørt, felagið útbyggir sítt egna net, heldur tænastan, felagið keypir frá Føroya Tele, uppat. Hetta er ein partur av avtaluni millum feløgini.
- Hetta er ein sonevnd room-skipan ella "reiking", sum tað nú eitur á føroyskum. Skipanin er hin sama, sum tá ið tú fert uttanlands við gsm?ini; tá slepst inn á netið hjá øðrum útbjóðarum, og skiftið fer fram av sær sjálvum.
Terji Leitisstein dylur ikki, at tað er ein fíggjarligur fyrimunur fyri Kall at hava sítt egna gsm-net.
- Men tað fer at taka rúma tíð, áðrenn vit røkka út um alt landið, sigur hann.