ígjøgnum. -Eg havi varhugan av, at tað fellur. Tað fæst neyvan meirluti í tinginum fyri at broyta eina av greinunum í kommunulógini, sum skal forða fyri, at ein limur, sum fer yvir í ein minniluta, samtíðis [...] vildi flokkurin fara í samstarv við minnilutan. -Hvat heldur tú um støðu javnaðarfloksins? -Ein má bara ásanna, at ein nevndarformanssessur telur meira enn loyalitetur. Tí tá man fer upp í eina samgongu, so [...] seinnapartin leygardagin. Tá varð hann so eisini boðin við í nýggju samgonguna í Tórshavnar Býráð. -Eg havi roknað við hasum leingi, tí eg veit, at javnaðarflokkurin í býráðnum hevur verið sera ónøgdur við
ikki eru samd, so er lønarlyftið, ið er samtykt og givið ávísum fakbólkum, ein roynd at virðismeta og lyfta umsorganarøkið upp. Ein stór avbjóðing er, at kvinnur fáa lægri pensjón. Hetta er ikki nakað nýtt [...] endurskoða barsilsskipanina er í gongd, og vónandi verða hesi atlit ein partur av arbeiðinum. Arbeiðstíðin innan umsorganarøkini er eisini ein avbjóðing. Sjúkrarøktarfrøðingar og jarðamøður hava fingið batar [...] hjá kvinnum. Tí ynskti eg, sum forkvinna í fíggjarnevndini, at luttaka á hesum fundi í New York. Eg havi tvær ferðir fyrr luttikið, í 2017 og 2019, tá sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum. Har fekk eg
bólkin út í heim, og okkurt bendir á, at nú er ein bóltur farin á rull. - Tað er ein sovorðin kensla, eg havi, sigur Jan. Tá eg var í London merkti eg ein stóran áhuga fyri Deja Vu, og so vinna vit hetta [...] í GBOB. Hvussu kann ein bólkur fyrireika seg til eina kapping, har ið hann skal kappast móti 32 øðrum altjóða bólkum? - Vit fara ikki at gera nakað serligt. Sum sagt, so er hetta ein bólkur, sum venur sera [...] arbeiði, sum varð lagt í at fáa fløguna út, sum hevði útlúgvað manningina. Men leygarkvøldið var tað ein frískur og fúsur bólkur sum stóð á pallinum, og hetta var helst við til at lyfta bólkin, sigur Jan
Men eg veit, at ein dag skal eg fáa svar, og tá skulu vit síggjast aftur, heima hjá Gudi. Babba var sjómaður, og eg minnist hann sum ein friðaligan, góðsligan og fryntligan pápa, eg havi altíð elska pápa [...] Tyngstu boð eg havi fingið í lívi mínum var tann 21 desember, tá bróðir ringdi og fortaldi mær, at babba var farin, hann var ikki gamal, hann var ikki sjúkur, nei ein hvirla tók bilin hjá honum av vegnum [...] babba vit nú hava mist Tó í himlinum aftur vit vakna Tá vit møtast ein dag tað er vist Ja, tað er vist Ja, tað er vist Tá vit møtast ein dag tað er vist. Góði babba vit vilja tær takka Fyri kærleika tú okkum
. Ynskið hennara er at finna ein fastan listaskála, har hon kann hava regluligar framsýningar. Men higartil hevur hon tó onki funnið. - Tað er ómetaliga torført at fáa ein fastan listaskála í Keypmannahavn [...] upp. Danska telefyritøkan, TDC, gjørdi av í fjør at gera jólakort. Ætlanin hjá fyritøkuni er, at ein yngri kvinnuligur listamálari skal mála jólakortið hjá fyritøkuni. Til eina framsýning hitti Beinta [...] greiðir Beinta av Reyni frá. Hon málaði eina mynd við náttúru í bakgrundini, meðan blondugardinur og ein eingil eru fremst í myndini. Hugskotið við gardinunum stavar frá einari aðrari myndarøð, sum Beinta
siga, at tað ongan tíð hava verið so nógv fólk til flógbólt í Klaksvík, men hetta var ein stuttligur dystur. Har var ein øgiligur gangur allan dystin á tamb, og at enda var einki at siga til, at spælararnir [...] er kanska upp á tíðina, at onkrar av teimum yngru eisini sleppa framat. Eg havi so væl og virðiliga nátt tey mál, sum eg havi seg mær, so hvør veit? Kanska verður hetta seinasta árið, sigur altso Marjun [...] . Kanska uttan tera-flex gólv og útlendskan dómara, men stemningurin var ikki at fara skeivur av. Ein av leikarunum hjá Mjølni, sum hevur verið við til tað mesta, er Marjun Kalsø, og hóast hon hevur upplivað
hann sær í 1959 ella 1960. ? Hesa, sum vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá. Ikki kann annað sigast, enn at Jógvan er ein tøkningur burturav. Líka frá barnsbeini av hevur hann [...] umfataði eisini ein part av vegagerðini millum Viðareiði og Hvannasund. Hann hevur onga útbúgving á pappírinum, men útfrá øllum, sum hann greiðir frá, so kann bara sláast fast, at her er talan um ein mann, sum [...] hesum økinum verður alt grótið skilt sundur og knúst, sum ikki skal nýtast stórt. Við knúsaran stendur ein gravkúgv og koyrir í maskinuna. Førari á gravkúnni er 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð. Hann hevur drúgvar
at sýta, so helt eg meg heima tann dagin, og havi eg angra tað síðani, tí tað var dagurin, við tí skjóta og stóra fonginum, tað kvøldið gekk tú fattur sum ein pávi. Túrar vóru gjørdir, har vit løgdu ov nógv [...] slapp, á ein so mikið livandi hátt, at áhoyraraskarin umframt harumanningina, altíð taldi alt húsfólkið, og stundum meira. Nú er Jens Christian so farin, vit standa eftir við minnimum um ein persón, ið [...] At tað er gott fyri sál og sinn, at fara sær ein túr á flot ella í hagan, eru ikki fleiri meiningar um, í løtum at koma burtur úr arbeiðnum og gerandisdegnum treingja vit øll til, men at geva sær stundir
? Fyrr roykti eg sum ein skorsteinur. Eg festi mær í 30 sigarettir um dagin, sigur Mette Føns, tá vit hitta hana í snotiligu men heldur køldu fundarhølunum uppi á Hotel Føroyum. ? So fekk eg eina bók frá [...] trying, do it". Hetta hjálpti mær at leggja sigarettirnar frá mær og burturúr tubbakstrongdini. Nú eg havi ikki roykt í seks ár, greiðir tann mjávaksna og ljóshærda danska kvinnan frá. Men hvat er tað í v [...] tíð, tað var. Tí royni eg fyrst at vísa á fyrimunirnar við at roykja, sigur Mette. ? Tað er tó bert ein villleiðing, at tað er gott at roykja. Fólk halda, at tey vera róligari og minni stressaði, um tey
skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum.? . Víðari skrivar Tórbjørn Jacobsen, at tað verður ikki tolt at hava ein vinnumálaráðharra sitandi [...] Jacobsen er ikki til at stýra. Tað veit ein og hvør. Løgmaður sigur víðari, at hevur sitandi samgonga ikki uppbakking í løgtinginum aftanfyri seg, so er hann ikki løgmaður ein tíma aftaná. Anfinn Kallsberg sigur [...] nnum, so er tað væl ein mannagongd, sum flokkurin hevur valt at brúka, og tað vil eg fegin hava eitt svar uppá frá Tjóðveldisflokkinum ? og ikki frá Tórbirni Jacobsen, tí hann havi eg einki samskifti við