Mjølnir á meistarakós

Oddabrakið í Klaksvík gjørdist ein marathon-dystur, har liðini stríddust í tveir tímar, og har tað at enda bert vóru tveir bóltar á muni

Flogbóltur

Alt bendir nú á, at flogbóltskvinnurnar í Klaksvík skjótt aftur kunnu rópa seg føroyameistarar. Tað hava tær annars ikki kunna gjørt síðani 2000, tá tær vunnu fyri trijðu ferð í slag, og tó at tær síðani hava verið sera nær við ávíkavist Dráttur, TB og ÍF, so telir tað líkasum ikki ordiliga í hagtølunum. Har stendur bara, hvør gjørdist meistari, og eitt glopp upp á fýra ár er sera long tíð hjá ienum sigursvandum liði.

Sum til steypafinalu
Sunnudagurin var so dagurin, tá Mjølnir skuldi taka avgerandi fetið móti gullinum. TB kom á vitjan, og einki er at siga til, at áhugin fyri dystinum var stórur. Hópur av tvørafólki var komið norður at heppa, og klaksvíkingar sýndu eisini dystinum stóran áhuga, so karmarnir kring tað heila mundu vera mest sum átøkir einari steypafinalu. Kanska uttan tera-flex gólv og útlendskan dómara, men stemningurin var ikki at fara skeivur av.
Ein av leikarunum hjá Mjølni, sum hevur verið við til tað mesta, er Marjun Kalsø, og hóast hon hevur upplivað fleiri stórar dystir, so helt eisini hon, at stemningurin í høllini var heilt serligur.
- Eg skal ikki siga, at tað ongan tíð hava verið so nógv fólk til flógbólt í Klaksvík, men hetta var ein stuttligur dystur. Har var ein øgiligur gangur allan dystin á tamb, og at enda var einki at siga til, at spælararnir vóru móðar, helt hon fyri.

Dramatikkur til tað seinasta
Og talan var um ein harðan dyst. Serliga tey trý fyrstu settini vóru væl spæld, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna upp gjøgnum settini. Nógv varð lagt fyri í bæði servum og móttøkum, og góð álop bylgjaðu aftur og fram eftir vøllinum.
Liðini bæði tóku hvør sítt av teimum báðum fyrstu settunum, og tá Mjølnir so tók triðja settið, tóktust tær vera ávegis sigrinum.
Kanska var tað eisini júst hetta, sum klaksvíkskvinnurnar sjálvar hildu, og í øllum førum mistu tær fullkomuliga konsentratiónina í fjórða settinum. Hóast álopsspælið til tíðir gekk hampuliga væl, so megnaðu tær ikki at sláa avgerandi bóltarnar í gólvið, og tá Gudrid Nolsøe so servaði út í eitt frá 12 og upp til 23, so var ikki stórvegis hjá Mjølni at gera, og so kundu áskoðararnir gleða seg til eitt dramatiskt seinasta sett.
Hetta gjørdist á ongan hátt eins væl leikt, sum stórur partur av dystinum annars hevði verið. Til tess vóru nervarnir helst ov nógvir og møðin helst ov stór, men dramatikkurin var tó í hásætinum. TB var uppi á 7-4, og tó at Mjølnir fekk minkað 8-7 áðrenn liðini skiftu síðu, so tóktist avgerðin vera follin, tá TB so vann seg upp á 12-9.
Mjølnir vann seg tó aftur. Ikki bara upp á javnt, men heilt upp á 14-12, men seinasti og avgerandi bólturin mátti tó bíða. Fýra ferðir átti heimaliðið dystarbólt, men tær tríggjar fyrstu ferðirnar megnaði TB at svara aftur, men tá so Mjølnir slapp upp á 18-16 var liðugt. Mjølnir tók oddasessin, og eru nú á meistarakós.

Ikki liðugt
Men hóast støðan nú sær ikki sørt hugalig út hjá Mjølnir, so vil royndasti leikarin á liðnum als ikki tosa hart um nakað meistaraheiti enn.
- Vit skulu í øllum førum framvegis vinna allar okkara dystir, sigur Marjun Kalsø.
- Ikki minst hava vit ein sera truplan dyst á Giljanesi, og ÍF hevur eisini víst, at tær kunnu bíta frá sær, so vit taka so einki fyri givið.
Men hóast ávarandi orðini, so er eitt stórt smíl at hoyra, tá spurt verður, um tað ikki sær rættiliga gott út.
.- Jú, tað ger tað nokk, men arbeiðið skal gerast liðugt. Vit skulu hugsa um ein dyst í senn og syrgja fyri at vinna. Í øllum førum er tað nú upp til okkum, sigur Marjun.
Við 14 meistaraheitum í bestu føroysku kvinnudeildini og fýra gullmerkjum í OyL-høpi er hon í serflokki mest vinnandi føroyski flogbóltsleikarin og tá vit at enda spyrja, hvørt 15 ikki er eitt pent tal, tykist tað ikki ósannlíkt, at hon sjálv miðjar ímóti hesum talinum, áðrenn hon endar sína gongd í bestu deildini.
- Nú skal man ongantíð siga ongatíð. Men tað er kanska upp á tíðina, at onkrar av teimum yngru eisini sleppa framat. Eg havi so væl og virðiliga nátt tey mál, sum eg havi seg mær, so hvør veit? Kanska verður hetta seinasta árið, sigur altso Marjun Kalsø at enda.