Skuldsetingar
Jan Müller
Í sera hvassorðaðum viðmerkingum í Sosialinum og Dimmalætting í gjár nærum húðflettir løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Tórbjørn Jacobsen fleiri at hægstu umboðunum hjá Fólkaflokkinum í landsstýrinum. Skrivingin kemur í kjalarvørrinum á tí orðaskifti, sum hevur verið um privatisering av landsfyritøkum, eitt nú Fiskavirking.
Einastaðni í greinini skrivar løgtingsmaðurin, sum í seinastuni eisini hevur verið nevndur sum vinnupolitiski framsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, at: (vit endurgeva) ?Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum.? .
Víðari skrivar Tórbjørn Jacobsen, at tað verður ikki tolt at hava ein vinnumálaráðharra sitandi, sum gongur diamentralt ímóti samfelagsins og politisku áhugamálunum hjá størsta flokki í samgonguni. Hann skrivar víðari, at verður politikkurin hjá landsstýrinum ikki fylgdur, fær tað avleiðingar fyri mannin (Bjarna Djurholm, blaðm.) í Nesinum.
Sosialurin hevur biðið Anfinn Kallsberg, løgmann, sum er burturstæddur í summarfrí um eina viðmerking til sera kontantu og hvøssu úttalilsini hjá samgongufelaganum Tórbirni Jacobsen.
-Eg eri langt av landi skotin og kenni ikki alt innihaldið í greinini. Men tá eg komi heim skal eg nokk taka mær av málinum er fyrsta viðmerking hjá løgmanni. Hann ætlar sær nú at hyggja nærri at brævinum fyri at vita, um tað eru ymisk stig, sum skulu takast.
Løgmaður hevur frætt, hvat Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað eitt nú henda setningin: ?Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum.? Hann sigur, at her er talan um so grovar skuldsetingar, at tær sleppa ikki at standa ósvaraðar.
Anfinn Kallsberg vísir á, at Tórbjørn Jacobsen hevur verið við til at gera eina samgonguavtalu, og er tað so, at hann irðir seg um tað, stendur honum frítt at broyta støðu. Um hetta fer at fáa avleiðingar fyri samgonguna veit løgmaður enn ikki.
-Eg veit ikki, um eg skal taka nakað alvorligt, sum Tórbjørn Jacobsen sigur ella skrivar. Hetta verður upp til Tjóðveldisflokkin at finna út av. Um hetta skal skiljast sum um, at flokkurin angrar, at hann er farin í samgongu, og hetta skal koma út sum lesarabrøv í bløðunum heldur enn at tosa um tað í landsstýrinum, tað er so ein máti at gera tað uppá, sum Tjóðveldisflokkurin so hevur valt.
-Men tað hevur ikki verið óvanligt, tá Fólkaflokkurin hevur sitið í Tinganesi, at Óli Breckmann hevur skrivað og leikað í ímóti sínum samgongufelagnum í Dagblaðnum!
-Tað er rætt.
-Men hevur Tórbjørn Jaoobsen tá ikki fullan rætt til at siga sína hjartans meining í bløðunum, uttan at tað skal fáa nakra avleiðing fyri samgonguna?
-Lat okkum nú síggja, hvat liggur í orðunum hjá honum.
Løgmaður sigur, at tað er sera týdningarmikið fyri seg at vita, um hetta er nakað, sum Tjóðveldisflokkurin stendur aftanfyri. ?Er tað bara Tórbjørn Jacobsen, sum stendur aftanfyri tað, so veit eg tað. Tí hann havi eg kent frá einum samgongusamarbeiði, sum hann noyddist at fara burtur úr.
-Men um so er, at hetta er ikki flokkurin men bara Tórbjørn Jacobsen, kanst tú so kortini liva við tí hann skrivar um teg og fiskimálaráðharran?
-Tórbjørn Jacobsen er ikki til at stýra. Tað veit ein og hvør.
Løgmaður sigur víðari, at hevur sitandi samgonga ikki uppbakking í løgtinginum aftanfyri seg, so er hann ikki løgmaður ein tíma aftaná.
Anfinn Kallsberg sigur, at úttalilsini hjá løgtingsmanninum eru so mikið grov, at hann fer at kanna tey, tá hann kemur heimaftur. -Tórbjørn Jaoobensen veit væl, at tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at vit viðgjørdu vinnupolitikk í landsstýrinum. Tá hevði Tjóðveldisflokkurin onga støðu og hevur flokkurin heldur ikki givið Fólkaflokkinum nakra støðutakan. Er tað so, at politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum skal koma til sjóndar í lesarabrøvum sum útspilling av nøkrum landsstýrismonnum, so er tað væl ein mannagongd, sum flokkurin hevur valt at brúka, og tað vil eg fegin hava eitt svar uppá frá Tjóðveldisflokkinum ? og ikki frá Tórbirni Jacobsen, tí hann havi eg einki samskifti við um vinnupolitikk.
-Men er tað nokk fyri teg, um Tjóðveldisflokkurin í hesum førinum tekur avstand frá tí, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað?
-Eg fari ikki at lata nakrar slíkar grovar skuldsetningar móti Fólkaflokkinnum standa eftir í leysari luft. Avgjørt ikki av einum slíkum ?fýri? sum Tórbjørn Jacobsen.










