sum tín egni heimur brúkti um tragediuna í Ukraina. Tey avgjørdu politisku átøkini, solidaritetin og kontanta mótsvarið. Ímynda tær, at tað gongur ein tunn húðarlinja tvørtur um heimin, sum onkuntíð er ein [...] tí tín stjórn er vitleys. At fólk sigur - tit elska ikki tykkara børn, soleiðis sum vit gera. Og at sama fólk spyr - forrestin tekur tú frástøðu frá Hamas? Ímynda tær so, at einhvør kritikkur av hesum v [...] At einhvør roynd at steðga hesum ørskapinum verður blokkerað av einum landi 10.000 km higani. At sama land støðugt fóðrar hetta størsta barnamorði í nýggjari tíð við feskum sendingum av presisjónsvápnum
gjørdu tey ikki mætari enn at biða ("bidda"?) stjórnina um 12-15 ár av Ríkisveiting. Jú, tú læs rætt. Fullveldislandsstýrið bað ("biddaði"?) um eina upphædd, sum í 2012-tølum er í minsta lagi 10 milliardir [...] "Ússaligt". Glosurnar, ið høvdu verið hóskandi tá, verða nú brúktar um hini. Tey, sum ikki høvdu fingið seg til at biðið ("biddað"?) um 10 milliardir ella meiri til fullveldi, eru nú "biddarar". Mangt broytist [...] Føroyum Veruleiki: Føroyar gera av, um vit eru við í ríkinum ella ikki. Ríkisveitingin er fíggjarlig umfordeiling í okkara ríki, og endamálið er at tryggja á leið sama livifót og vælferð allastaðni í ríkinum
Vit koyra bert ímillum býir og bygdir um dagin, tí vandin er sera stórur at koyra í myrkri. Her eru eingi gøtuljós, so tað er bølaniða. Dagliga hoyra og lesa vit um rán og álop, bæði á fólk og bilar sum [...] barnaheim fyri at vita, um ikki onkur kundi taka hesar neyðars gentur, sum vóru 2 og 11 ára gamlar. Flestu barnaheimini eru yvirfylt, so hesar genturnar fingu ikki møguleika at koma á sama heim. Ein onnur syrgilig [...] børnini einsamøll í húsinum. Hetta eru dømir um, hvussu syrgiligar og ræðuligar umstøðurnar eru hjá nógvum familjum her. Tolsemi At brynja seg við toli er neyðugt, um ein skal yvirliva í Afrika, tí her tekur
vita, at list er ein endurspegling av veruleikanum. Spurningurin er, um tað í føroyskari list er pláss fyri, at fara út um mark - út um veruleikan? Svarið er, ja! Listin er ikki náttúra. Listin er ónáttúrlig [...] orðum vit noyðast at gera tað: Vit noyðast at mála, vit noyðast at skriva, sjálvt um vit vilja ella ikki. So er spurningurin um vit duga, men noyðast vit, so duga vit. Ímillum heimin og húðina er hin livandi [...] tá ið tað uppfatandi eygað bronglar veruleikan, sum hann er ? tað er list. List er ein frísett teori um hvussu veruleikin, hvussu alt, ið hevur við lívið og deyðan at gera, kundi sæð út. Ímillum beinagrindina
so nógv um tað. So leingi vit bara sleppa at læna, er eingin vandi, hevði mann sagt. Nú eru vit fleiri, sum ræðast eitt so stórt undirskot. Tí goymslurnar eru skjótar at tøma. Og bara tankin um biddar [...] vandamál. Men fylgja vit ráðunum frá Hermanni, standa vit um nøkur ár við einum samfelag, sum ikki hevur framt neyðugar politiskar broytingar, sum av tí sama er stirvið, tungt og dýrt at reka - og sum skyldar [...] konan fjaldi høvdið í bringuni á honum.?? Áðrenn fólk var á fótum morgunin eftir, fóru feðgarnir niðan um garðarnar við kúnni.« Orsøkin til henda tragikomiska endan á Feðgar á ferð, var eingin stór skuld.
Tá vit nýliga frættu um nýggjan heilivág, ið tekur hugin at drekka rúsdrekka við at fáa innspræning eina ferð um mánaðin, so ljóðar tað áhugavert , um ikki hjáárin fylgja við, og um tað ikki verður ov dýrt [...] armesta amboð okkara til at gera eina ætlan um, hvussu framtíðin skal skipast, tá skuldsetti er dømdur. Ofta er talan um ungfólk, og stundum eru tey uttan mál og mið. Hetta erí ofta rætta løtan til at [...] so er altíð ein vón um, at ein hurð er á gloppi til eina ljósari framtíð, um tú ert fús/ur veruliga at gera nakað munagott. Útgangsstøði okkara er, at næstan alt ber til, sjálvt um tú kanska fyrst skalt
tykist tað sum um, at tað bert er skilagott at samstarva um tílíkar íløgur, tá tað tænir Tórshavn. Og so er tað eitt sindur ræðandi at hoyra hvussu lítið tey, sum úttala seg, í veruleikanum vita um eitt nú [...] í Føroyum og eitt stórt arbeiðspláss. Og so eitt sindur av fakta. IRF klára at levera um 4-5 MW fjarhita, sjálvt um ovnurin eitur nakað væl meir. Góðskan av m.a. brenninum sum verður brent, er avgerandi [...] byggja eina felags brennistøð. Tey søgd nei, tí tey ikki sluppu at bestemma alt. Og nú eru vit aftur á sama stað. Tórshavn vil bestemma, og vit onnur skulu gjalda. Ført verður fram, at tað er ein stór sparing
Fráboðanin um tað ultimativa ránið fór um varrar hansara í beinleiðis samrøðu við Finn Koba í Svf hin 01. oktober 2012: Finnur Koba: ”Tilfeingisgjald tosa tit um, er tað semja í samgonguni um tilfeingisgjald [...] Búskaparráðið og Hagstovan fara sama vegin. Fakfeløgini vóru trýst í botn og sleptu gomlu meginregluni um lønarhækkingar í prosentum. Úrslitið varð, at Jørgen slapp at taka avgerð um, hvussu sosiali elevatorurin [...] at man øtast um, at hvørki fólk, miðlar ella andstøða ikki enn hava varnast, at fóturin er við at fara undan samfelagnum á sama hátt sum á kolossinum á leirfótum, soleiðis sum vit lesa um tað í bókini
einum sosialdemokrati úr svítjóð at fara í takholt við. Um teir skilja føroysku fólkasálina betri enn aðrir er ilt at meta um. Hava verið lítið um okkara vegir. Ein var tó, ið kallaðist Rundwall. Búði í [...] niður aftur og ketilsdraktin smoygd um herðarnar. Tá man fara at grógva um gangandi fót hjá politiska frælsinum í Føroyum. Alt kann nú henda. Spenningurin økist. Um hann roytir teir út av bolverkinum, [...] Jógvan spurdi um ikki føroyingar eisini kundu luttaka á hesum felags norðurlanda fundi. Uffa dámdi ikki spurningin og svaraði beisktliga: Nei. Svenski uttanríkisráðharrin Steen Anderson, ið mundi skilja lítið
og vigaði á, um hendan nýggja konstellatiónin gjørdist egg ella ungi ringdi Finnbogi Ísakson, sáli, til mín. Hann bað okkum gera alt fyri at steðga hesi royndini, tí hann var sannførdur um, at vignaðist [...] stýra eftir. Valstríðið hevur higartil snúð seg um reinar petitessur og smáligt túnatos og fyri at gera stutt av eigur hendan seinasta vikan at snúgva seg um: Búskaparliga endurreisn. Fíggjarnevndin hevur [...] Politikkurin er alfa og omega. Stríðið um, hvør ið skal loysa Kaj Leo av, hevur aðru raðfesting, og tað eiga Høgni, Poul, Annika og Kári onkursvegna at sáttast um – føroysku tjóðini at gagni og til mesta