Edmund Joensen
----
Er Ríkisveitingin rótin til alt ilt í okkara landi?
Ella er hon ein náttúrlig og neyðug fíggjarlig umfordeiling í ríkinum, sum Føroyar eru partur av?
Hvønn týdning hevur hon fyri almenna húsarhaldið?
Spurningarnir eru áleikandi í almenna orðaskiftinum.
Henda kronikk er eitt boð uppá, hví Ríkisveitingin er so útskeldað, og nakrar av ringastu mytunum verða avlívaðar.
Vildu minka seg til vøkstur
Ríkisveitingin og refusiónsskipanin, ið var undan henni, hava áhugaverda søgu, ið vit mugu lata liggja á hesum sinni. Pláss er ikki fyri henni.
Lat okkum í staðin nema við stóru øsingina um Ríkisveitingina hesi seinnu árini.
Fullveldislandsstýrið kom til valdið í 1998 og skapti øsingina av nýggjum.
Minnist tú arbeiðið við Hvítubók, so minnist tú helst eisini víðgongdu arbeiðssetningarnar. Ein ráðandi og løgin fatan var, at Føroyar skulu skerja og minka seg til búskaparvøkstur.
Brúk var tó fyri startkapitali til "skipaðu loysingina", tey róptu.
Undir vaðingini í Tinganesi varð slagplanurin lagdur, og í ár 2000 vóru fullveldismenn til reiðar.
Teir lótu seg í kot og fóru til Keypmannahavnar.
Nú skuldi tað verða!
"Biddaðu" 10 milliardir til fullveldi
Framkomin gjørdu tey ikki mætari enn at biða ("bidda"?) stjórnina um 12-15 ár av Ríkisveiting.
Jú, tú læs rætt.
Fullveldislandsstýrið bað ("biddaði"?) um eina upphædd, sum í 2012-tølum er í minsta lagi 10 milliardir krónur!
Villastu roknistykkini hjá landsstýrinum løgdu upp til ørandi milliardaupphæddir í meira enn 60 ár. Tølini vóru so burtur úr vón og viti, at vit lata tey liggja.
Í øllum førum skuldi republikkin skuldi sjósetast við "klingandi mønt", sligin í Tjóðbankanum í Kongens København.
Tey bóðu ("biddaðu"?) til fánýtis.
Tilboðið hjá stjórnini var fýra ár av Ríkisveiting ella tilsamans 3,3 milliardir krónur í 2012-tølum!
Nationalistarnir tóku ikki av.
Bitin var ov lítil.
Tómhent heim av "biddaraferð"
Nakkalang heim aftur til Føroya á heysti 2000.
Í dag høvdu júst hesi somu ivaleyst peikað eftir øðrum og rópt hetta eina úrslitaleysa "biddaraferð".
"Skomm".
"Ússaligt".
Glosurnar, ið høvdu verið hóskandi tá, verða nú brúktar um hini.
Tey, sum ikki høvdu fingið seg til at biðið ("biddað"?) um 10 milliardir ella meiri til fullveldi, eru nú "biddarar".
Mangt broytist á mansins ævi.
Desperata leiðsla landsins fór síðani undir at "tøma Heimastýrislógina", yvirtaka stór málsøki og at skerja Ríkisveitingina.
Eksperimentið miseydnaðist. Fullveldiskappar tveittu eina granat inn í búskaparliga maskinrúmið, klamsaðu hurðina aftur og runnu skríggjandi burtur.
Landsstýrið skrædnaði, og onnur máttu taka um endan.
Ríkisveitingin høvuðsfíggindi
Líka síðani hevur Ríkisveitingin verið fíggindi nummar eitt hjá teimum, sum vilja loysa.
Ríkisveitingin og loysingin eru vorðnar tvær síður av somu søk, og fullveldispolitikarar halda øll samfelagsmál upp ímóti hesum báðum.
Í øllum retorikki, øllum hugsandi formum, myndum og miðlum verður trúttað upp í saman: Ríkisveitingin ger, at onki ber til í Føroyum! Og: Onki letur seg gera uttan loysing!
Tað tykist, sum summi fáa ikki hugsað ella verið til fyri Ríkisveitingini. Ongi hugskot. Ongin vilji. Ongin framdrift.
Tí eru eisini mytur skaptar og sendar í umfar. Myturnar undirgrava tryggastu inntøku Føroya, Ríkisveitingina. Tær billa fólki inn, at hon onki hevur at týða fyri landshúsarhaldið.
Tað liggur í orðinum, at myturnar hava lítið samband við veruleikan.
Lat okkum hyggja at nøkrum av teimum mest vanligu mytunum - og avlíva tær.
- - -
Myta
Ríkisveitingin er gjald, sum Danmark rindar, fyri at hava valdið í Føroyum
Veruleiki:
Føroyar gera av, um vit eru við í ríkinum ella ikki. Ríkisveitingin er fíggjarlig umfordeiling í okkara ríki, og endamálið er at tryggja á leið sama livifót og vælferð allastaðni í ríkinum.
Myta
Ríkisveitingin hevur lítlan og ongan týdning og telur bert fyri eini 4-5% av framleiðsluvirðinum (BTÚ).
Veruleiki:
Búskaparligi týdningurin er stórur. Samlaða umfordeilingin til Føroya er sjálv Ríkisveitingin pluss aðrar veitingar, rakstur og íløgur hjá statinum í Føroyum. Í 2010 stóð samlaða umfordeilingin fyri tilsamans 7,9% av framleiðsluvirðinum (BTÚ) í landinum. Til sammetingar var vanligi landsskatturin 12,1% av BTÚ.
Sjálvt Hvítabók viðurkennir eisini týdningin av, at samlaða umfordeilingin til Føroya er ein beinleiðis fruminntøka. Tjóðarinntøkan og skattagrundarlagið økjast, tá ið umfordeilingin fer í umfar í føroyska samfelagnum.
Myta
Ríkisveitingin hevur lítlan týdning fyri almennar tænastur og vælferð í Føroyum.
Veruleiki:
Umfordeilingin í ríkinum hevur stóran týdning fyri almenna tænastustigið og vælferðina. Uml. 20% av øllum almennum útreiðslunum í Føroyum í 2010 stavaðu frá umfordeilingini.
Myta
Ríkisveitingin er tung byrða hjá ríkiskassanum.
Veruleiki:
2013-tølini vísa, at ríkisveitingin til Føroya er 0,6 túsundapartar (promill) av almennu donsku útreiðslunum.
Myta
Sambandsflokkurin vil hækka Ríkisveitingina við afturvirkandi kraft.
Veruleiki:
Sambandsflokkurin ynskir Ríkisveitingina upp á dagsvirði. Tað merkir, at veitingin - frameftir - kemur á tað støðið, hon hevði havt, um "fastfrystingin" ikki hevði verið framd. Milliardirnar, sum fullveldispolitikarar hava tveitt burtur, koma ikki aftur.
Myta
Stjórnin hevur sagt løgmanni, at Ríkisveitingin kemur ikki upp á dagsvirði, og tí verður tað ongantíð gjørt.
Veruleiki:
Ábendingar eru um, at samráðingarnar við stjórnina kundu verið betri frágingnar. Stjórnin hevur sjálvandi noterað sær, at veruligur samráðingarvilji var ikki til staðar. Verður samráðst øðrvísi og saman við øðrum samstarvspartnarum, er væl hugsandi, at Ríkisveitingin frameftir kemur upp á dagsvirði.
Myta
Landsstýrið ger sjálvt av, hvussu Ríkisveitingin verður brúkt í Føroyum.
Veruleiki:
Ásett er við lóg, og stjórnin hevur skrivliga váttað, at Ríkisveitingin er markað til felagsmálini, t.v.s. heilsuverkið, pensjónir, serforsorg o.a. Landsstýrið fylgir ikki lógini, men ongin ger nakað við tað.
Myta
Føroyar fóru í sínari tíð av knóranum "við fullum Blokki", og tí er Ríkisveitingin skaðilig.
Veruleiki:
Onki samband er millum hesi bæði. Í heimskreppuni, sum framvegis er áleikandi, eru lond farin av knóranum uttan ríkisveitingar. Best kenda dømi her um okkara leiðir er Ísland í 2008.
Myta
Ríkisfelagsskapurin snýr seg bert um pengar.
Veruleiki:
Ríkisfelagsskapurin er eitt breitt innanríkis samstarv á nógvum politikk- og samfelagsøkjum og skal ikki gerast upp í pengum.
Myta
Ríkisveitingin elvir til ábyrgdarloysi í Føroyum.
Veruleiki:
Ongin skipan er betri, enn fólkini, ið umsita skipanina, gera hana til.









