roknað við, at tað fór at blíva nokkso hart. Vit vistu einki um liðið hjá Rhodos, sum er við fyri fyrstu ferð. Vit vistu, at grikskur flogbóltur er á høgum støði, og tí kundi tað verið, at hesir eisini [...] blðm.), men hinvegin havi eg verið við so leingi nú, at tað kanska er betri at hava rutinuna aftan fyri baklinjuna, helt ein fegin Jan Hentze fyri aftan á sigurin á Rhodos. Áðrenn dystin stúrdu tit eitt sindur [...] HM-kappingina í flogbólti fyrr í ár. Men hvussu er tað so at spæla sum libero? ? Tað er fínasta slag. Eg sleppi at spæla eina rúgvu. Eg sleppi ikki at smasha (liberospælarin hevur ikki loyvi til tað, blðm
Í HB plaga teir at siga, at málið er á hvørjum ári at vinna bæði FM og løgmanssteyp. Í ár hava teir ongan møguleika at vinna steypakappingina, og so er spurningurin, hvussu tað fer at verða við FM og Europa [...] væl til at ímynda sær, at úrslitið í hesum dystinum verður týdningarmikið fyri niðurflytingina, samstundis sum tað kann fara at verða avgerandi bæði fyri FM og niðurflyting, hvussu tað fer at laga seg [...] eru framvegis 27 stig at spæla um, men um støðan, sum nú er, fer at halda sær, so fer tað at hava við sær, at HB ikki sleppur upp í part í Europa Cup ár 2000. Eingin ivi man vera í, at HB menninir ógvuliga
vøllinum. Sandoyingar tí teir ikki megnaðu at halda tætt, og HB menninir, tí teir ikki høvdu megnað at vunnið sigurin, sum teir áttu at havt vunnið ? um teir ætla sær at endurtaka meistaraheitið. Mettir og tamir [...] prosent av tíðini. At yvirvágin ikki hevði fleiri mál við sær ber bæði boð um, at úrtøkan var lítil úr møguleikunum, sum HB menninir spældu seg til, og at teir ikki altíð megnaðu at spæla seg til møguleikar [...] hálvleik í staðin fyri Magna á Lakjuni, skoraði, eftir at bólturin var komin í brotsteigin, og so var talan um spæl til eitt mál. Men sandoyingar hildu havnarmonnunum burtur, og tá teir, eftir at vanliga leiktíðin
leygarkvøldið eydnaðist TB at vinna granna- og stevnudystin móti Royn. Tá var jóansøkan komin í helvt, og seinnu helvtina kundu fótbóltsspælararnir á besta TB-liðnum halda við vissuni um, at teir framvegis eru [...] eisini vunnu sínar dystir leygardagin. Eftir dystirnar í vikuskiftinum er tað greitt, at tað verða hesi liðini, sum koma at stríðast um uppflytingina. Hini liðini í deildini, sum kunnu flyta upp í 1. deild [...] teir vóru fleiri ferðir nær við at fáa mál. Teir høvdu góða frísparksroynd, teir skutu eftir málinum tá bóltar vórðu spældir inn í brotsteigin, men ongantíð bar til at fáa bóltin í mál. Við ósigrinum dumpaði
týdningarmikið, at teir ikki taptu dystin móti liðnum, sum teir ætla at vinna seg fram um í seinnu hálvu. Dysturin var merktur av, at nógv var upp á spæl hjá liðnum báðum. Bæði liðini vildu vinna, men tað hevði [...] síðuni, og tá leðurkúlan aftur var send inn fyri mál, stóð Bent Djurhuus leysur mitt fyri, og hann stútaði í málið. Stutt eftir hálvleikssteðgin eydnaðist EB/Streymi at javna, og málið kom eftir nakað sum líktist [...] og hann javnaði til 1-1. Bæði liðini royndu restina av dystinum at gera málið, sum kundi avgera dystin, men hvørgum parti eydnaðist at fáa øll trý stigini. Við javnleikinum helt Skála seg beint frammanfyri
kappingin verður ikki roknað at vera á sama støði, sum hinar Europa Cup kappingarnar, men hóast tað, so vóru teir í GÍ nøgdir við, at tað endiliga eydnaðist teimum at vinna. Men hóast at teir vóru nøgdir við sigurin [...] GÍ hevði møguleikar at vinna meiri enn við tí eina málinum, sum teir fingu miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tað var sjón fyri søgn, at bosnisku gestirnir vóru ikki komnir á Svangaskarð at undirhalda. Teir høvdu [...] sigurin, so vóru gøtumenn ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna so sannførandi, at tað hevði havt pláss við sær í næsta umfarinum, og tað er væl skiljandi, tí sammett við hini liðini,
síggjast frá ymsum síðum. Tað boðar frá, at fyrrverandi heimsmeistararnir ikki stóðu seg serliga væl í, og tað boðar eisini frá, at tað verður ikki sum at siga tað at vinna stig frá Litava, tá teir koma higar [...] higar. Um úrslitið eisini boðar frá, at føroyingar eru um at lyfta seg uppaftur longri upp, enn úrslitini higartil hava boðað frá, fæst at vita í september. Føroyar hava tríggjar ferðir spælt móti Estlandi [...] oktober í fjør megnaðu føroyingar málleysan javnleik í Vilnius. Tað varð roknað sum eitt gott úrslit at spæla javnt móti Litava, sum skal spæla í Føroyum 8. september. Litaviska landsliðið er í hesum døgum
hevur fleiri ferðir verið við at vinna Føroyum heiðursmerkir, men tað hevur altíð verið í liðkapping. Hesa ferð varð øðrvísi. 50 m ryggsvimjingin lagaði seg so væl fyri Dia, at hann kom inn á triðja plássið [...] innast inni hevði eg roknað við gullinum! Vit spardu okkum í morgun, og nú settu vit alt inn fyri at vinna, og tað eydnaðist. ? Spenningurin var øðiligur undir kappingini, men síðstu 50 metrarnir bjargaðu [...] ætlast kann, at tað var ein skuffaður Bogi, vit hittu eftir kappingina. -Eg havi verið skaddur eina tíð og ikki fingið vant nóg mikið. ? Eg merkti beinan vegin, at tað lá ikki so væl fyri, men teir fyrstu
Eivind Eysturoy og Heina Rasmussen. Orsøkin til at Heini Harryson avloysti Dia Jacobsen um morgunin var fyri at spara Dia til finaluna. Uppgávan fyrrapartin var at kvalifisera seg, og so skuldu allar kreftir [...] Tá vit áðrenn kappingina spurdu venjarar og leiðarar fyri føroyska svimjilandsliðið um vónirnar til hesa finaluna vóru tey rættiliga samd: Vit fóru at enda á fyrsta ella øðrum plássi, vóru tey samd um. Summi [...] er klár at byrja, Dia Jacobsen og hinir leypa útí til fyrsta partin av kappingini, sum er 50 m ryggsvimjing. Teir leggja til brots í einari javnari kapping, og tá Asbjørn Hansen leyp á bláman at svimja
við, at liðið hjá Cayman ikki er so sterkt, sum vit høvdu stúrt fyri, segði Niclas Joensen. Tað hevur altso gingið væl hjá kvinnulandsliðnum higartil, so væl, at tær ikki hava merkt so nógv til, at tveir [...] eitt sindur móti Grønlandi, men hvørgin teirra hevur verið veruliga før fyri at spæla. Men tað skuldi kortini verið ein kjansur fyri at fingið tær klárar til seinni í kappingini. Taktikkurin eydnaðist væl [...] við servunum, og tað eydnaðist eisini væl. Gudrid helt, at Cayman oyggjarnar eigur føroyska liðið at vinna, og so er spurningurin, hvussu fór at gangast móti Álandi, men á føroyska liðnum eru tær bjartskygdar