Tað er kanska skeivt at taka nakran av føroysku spælarunum framum eftir frálíka sigurin á Rhodos, men har var í øllum førum ein maður, sum bókstaviliga skaraði framúr. Meðan hinir føroysku spælararnir sum vant spældu í hvítum troyggjum, spældi veteranurin hjá Fleyr í bláari troyggju. Tað gjørdi hann, tí hann var sonevndur libero - nakað sum er komið í lag, síðani reglurnar vóru broyttar til HM-kappingina í flogbólti fyrr í ár.
Men hvussu er tað so at spæla sum libero?
? Tað er fínasta slag. Eg sleppi at spæla eina rúgvu. Eg sleppi ikki at smasha (liberospælarin hevur ikki loyvi til tað, blðm.), men hinvegin havi eg verið við so leingi nú, at tað kanska er betri at hava rutinuna aftan fyri baklinjuna, helt ein fegin Jan Hentze fyri aftan á sigurin á Rhodos.
Áðrenn dystin stúrdu tit eitt sindur, tí tit ikki vistu so nógv um Rhodos. Var tað so sum tit høvdu væntað?
? Vit høvdu roknað við, at tað fór at blíva nokkso hart. Vit vistu einki um liðið hjá Rhodos, sum er við fyri fyrstu ferð. Vit vistu, at grikskur flogbóltur er á høgum støði, og tí kundi tað verið, at hesir eisini vóru góðir, segði Jan Hentze.
? Teir lumpaðu okkum eitt sindur í fyrsta setti, men eftir tað haldi eg, at vit høvdu tamarhald á støðuni.
Tit spældu serliga væl í triðja setti?
? Ja, triðja sett var sera gott - í roynd og veru smurdu vit teir av. Við hesi nýggju teljiskipanini (spælt verður upp í 25 í hvørjum setti, og hvør bóltur telur) verður vanliga sagt, at tá tú vinnur eini 25-20, er tað avsmurningur, og vit vunnu 25-14, so tað má sigast at vera heilt gott.
Hví gekk tað so væl júst í triðja setti?
? Eg veit ikki rættiliga. Vit vunnu annað sett, og so vóru vit sjálvandi sera tendraðir í triðja setti. Í fjórða setti gekk tað eitt sindur meira striltið, har vit vinna annan hvønn bólt. Men tú fer eitt lítið sindur niður í dystinum, jú longri hann er. Tað er bara vanligt, helt Jan Hentze.
Hevarin hjá teimum var rættiliga lítil. Var tað teirra størsti veikleiki?
? So avgjørt. Tá hann er frammi, hava teir bert tveir blokaduspælarar, og tað gjørdu vit okkum dælt av. Eg haldi, at vit mann móti manni vóru betri enn teir, í øllum førum tá vit smashaðu, so tað var í lagi.
Jan Hentze helt annars, at hetta var ein sera góð byrjan, men vísti á, at liðið hevði tveir harðar dystir dagin eftir (í gjár, mánadagin).
? Vit spæla móti Gibraltar klokkan 9 um morgunin, og tann dystin eiga vit at vinna. Síðani er tað Áland, sum bleiv meistari seinast, og tað verður sjálvandi torført. Men hetta var ein bjørt byrjan, og nú trúgva vit upp á tað, segði Jan Hentze at enda.










