2. deild: Skála-EB/Streymur 1-1 (1-0)
Skála kláraði ikki at avgera botndystin móti EB/Streymi, hóast teir við kvikum kontraspæli fleiri ferðir vóru nær við.
Menninir hjá Sverra Jacobsen, sum seinasta vikuskiftið vunnu sín fyrsta dyst í ár, fingu eitt stig burtur úr dystinum, og hóast teir høvdu ætlað sær meira, var tað týdningarmikið, at teir ikki taptu dystin móti liðnum, sum teir ætla at vinna seg fram um í seinnu hálvu.
Dysturin var merktur av, at nógv var upp á spæl hjá liðnum báðum. Bæði liðini vildu vinna, men tað hevði enn størri týdning ikki at tapa. EB/Streymur hevði meira spæl, men Skálamenn vóru vandamiklari.
Teir lógu í útgangsstøðuni eitt sindur afturi á vøllinum, men tá teir fingu fatur á bóltinum spældu teir skjótt fram á vøllin, og teir kviku spælararnir kláraðu eisini at fylgja við. Hetta gav fleiri ferðir vandamiklar støður, men tá teir ikki vóru óneyvir, var málverjin Karstin Vang í vegin. Hann spældi helst sín besta dyst í ár leygardagin.
Skála kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá teir fingu horna. Hornasparksstøðan endaði við eitt sindur av aftur og fram frammanfyri málið, bólturin endaði aftur úti í síðuni, og tá leðurkúlan aftur var send inn fyri mál, stóð Bent Djurhuus leysur mitt fyri, og hann stútaði í málið.
Stutt eftir hálvleikssteðgin eydnaðist EB/Streymi at javna, og málið kom eftir nakað sum líktist einum mistaki av málverjanum. Knút Vesturtún sendi ein høgan bólt inn fyri málið, málverjin hjá Skála skuldi taka bóltin, men misti hann aftur um seg, og har stóð málskjúttin hjá EB/Streymi frá seinasta vikuskiftið, Haldór Joensen, og hann javnaði til 1-1.
Bæði liðini royndu restina av dystinum at gera málið, sum kundi avgera dystin, men hvørgum parti eydnaðist at fáa øll trý stigini.
Við javnleikinum helt Skála seg beint frammanfyri EB/Streymi, sum framvegis liggur aftast í deildini. Men munurin millum EB/Streym og hini liðini er nú minni,enn hann var fyri tveimum vikum síðani, og tá seinna hálva fer í gongd seinasta dagin í juli er alt púra opið í botnstríðnum.