TB hongur í

Fótbóltur: Niðurflytararnir av Tvøroyri hava nú fótað sær í aðru deild. Byrjanin var eitt sindur striltin, men nú stevna var fingu áskoðararnir ein sigur við í býin

2. deild: TB-Royn 2-0 (2-0)


Stevnulagið hjá teimum tvøráfólkum, sum hava áhuga í fótbólti, gjørdist enn betri, tá tað leygarkvøldið eydnaðist TB at vinna granna- og stevnudystin móti Royn.

Tá var jóansøkan komin í helvt, og seinnu helvtina kundu fótbóltsspælararnir á besta TB-liðnum halda við vissuni um, at teir framvegis eru við í stríðnum um uppflyting til 1. deild.TB liggur aftanfyri tey bæði oddaliðini FS Vágar og LÍF, sum eisini vunnu sínar dystir leygardagin.

Eftir dystirnar í vikuskiftinum er tað greitt, at tað verða hesi liðini, sum koma at stríðast um uppflytingina. Hini liðini í deildini, sum kunnu flyta upp í 1. deild, eru øll upptikin av stríðnum um niðurflyting úr 2. deild.

Áskoðararnir til dystin leygardagin eftir FM-kappróðurin fingu ein undirhaldandi dyst, har heimaliðið gjørdi málini meðan gestirnir ikki komu longur enn til møguleikarnar.

Bæði málini komu áðrenn hálvleikssteðgin. TB hevði meira spæl hesar 45 minuttirnar, men Royn kundi líka so væl havt fingið okkurt mál.

Tá okkurt um hálvur tími var farin legði miðvallarin Einar Petersen TB fram um. Landsliðsmaðurin við sínum egna fjepparafelag, Óli Johannesen, dróg fram í vinstru síðu og legði inn fyri har Einar tamdi og smekkaði til.

Einar 10 minuttir seinni var sami spælari upp á spæl. Ein langur bóltur var sendur fram á vøllin, Einar fekk fatur á, og um brotsteigsmarkið royndi hann seg við skoti, og bólturin streyk í málið.

Eftir hálvleikssteðgin høvdu hvalbingar meira spæl, og teir vóru fleiri ferðir nær við at fáa mál. Teir høvdu góða frísparksroynd, teir skutu eftir málinum tá bóltar vórðu spældir inn í brotsteigin, men ongantíð bar til at fáa bóltin í mál.

Við ósigrinum dumpaði Royn enn eitt pláss, og bara eitt stig eru nú niður til niðurflytingarplássið, har sundalagsmenn í løtuni liggja.