Leygardagin 10. oktober í fjør megnaðu føroyingar málleysan javnleik í Vilnius. Tað varð roknað sum eitt gott úrslit at spæla javnt móti Litava, sum skal spæla í Føroyum 8. september.
Litaviska landsliðið er í hesum døgum á ferð í Suðuramerika, og í vikuskiftinum spældu teir móti Argentina. Úrslitið var 0-0. Úrslitið kann síggjast frá ymsum síðum. Tað boðar frá, at fyrrverandi heimsmeistararnir ikki stóðu seg serliga væl í, og tað boðar eisini frá, at tað verður ikki sum at siga tað at vinna stig frá Litava, tá teir koma higar.
Um úrslitið eisini boðar frá, at føroyingar eru um at lyfta seg uppaftur longri upp, enn úrslitini higartil hava boðað frá, fæst at vita í september.
Føroyar hava tríggjar ferðir spælt móti Estlandi, sum kemur henda vegin í september. Men Føroyar hava ikki enn spælt móti Litava. Litavar vóru í vikuskiftinum í Brasilia, men har lá ikki serliga væl fyri, tí heimaliðið vann 3-0.