Danmark. Og hevði eg ikki kravt at sloppið til ein specialist, hevði eg væl kunnað gingið skaddur enn. Hvussu væl ert tú fyri nú? ? Tá tú ert skaddur, missir tú nógv av bóltførleikanum, og tað tekur tíð at [...] 10 mánaðum síðani vart tú nær við at enda í belgiska felagnum Moeskroen, men tað bleiv ikki til nakað, og ístaðin komst tú til FCK. Ert tú keddur av, at tað gekk soleiðis, og at tú ikki slapst út um Danmark [...] ikki gera tað. Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir. Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis frá at hava
tinginum. Hevur tú mist viðskiftafólk hesi árini? Eg havi varhugsan av, at tað hevur gingið út yvir virkið. Politiska arbeiðið er ikki sambæriligt við tað í advokatvirki mínum. Tað, at tú ert politiskt aktivur [...] fólk uppfata teg, sum ert tú ikki neutralur. Tey hava kanska ikki álit á tær, tá tey skulu søkja sær hjálp og ráðgeving í løgfrøðiligum spurningum, sigur Bjørn á Heygum. Er tað ein trupulleiki fyri demokratisku [...] tingmenn vinna um mánaðin, so er tað eisini ein spurningur, um tað svarar seg fíggjarliga, at leggja stilt, fyri at vera í politiskum arbeiði í fýra ár. Tað er tí ein spurningur, hvussu nógv eg vil ofra meg
bara ganga við til at broyta viðurskiftini eitt eiti. Ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast fyri ein og hvønn prís. Men Føroya fólk vildi tað øðrvísi í 1946, og tað vilja vit eisini í dag, nú hvørt mansbarn [...] hinir sviku, tá ið tøk skuldu takast føroysku tjóðini at gagni. Men vit eru sannførd um, at tann dagur kemur, tá ið frælsishugsjónin vinnur á ófrælsinum, og tá fer av álvara at grógva um gangandi fót her [...] fremmandu fløgg verða vundin niður her á landi fyri seinastu ferð! Nær hesin dagurin skal verða, kanst tú avgera valdagin! Vilmund Jacobsen, valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi
Nakrar av royndunum tú skalt klára - ein, faktisk - var ov ræðandi, so avgjørt varð at spara eitt sindur av pengum og nógva tíð við bara at snorkla úti á skerinum . Kavaralærarin var ein ógvuliga fittur [...] lærarin, segði, at tað var fyrstu ferð í lívinum, at hann hevði sæð ein flyta seg, og hann hevði kavað í 30 ár! Ein stór uppliving Tað var á ein hátt lættari at kava enn at snorkla, tá hugsað verður um anding [...] kavaði einaferð um náttina, tá hittu teir ein háv. Hesir "Reefsharks", eru ikki vandamiklir og verða uml. 1,5 m. Eisini sóu teir ein "Manta ray", ið kanska kallast ein blanding av einum risakalva og einum stórum
ferðsla á vegunum í Jerúsalem, og ein kennir, at hetta er ein serstakur dagur fyri fólkið í tjóðini. Páskamáltíð saman við messianskum jødum Eyðhild fekk høvið at royna, hvussu ein annar bólkur av jødum, teir [...] at nú var Jesus vorðin livandi aftur. Eins og sólin vann á myrkrinum, vann Jesus eisini á deyðanum. Eisini var hetta eitt symbol uppá, at eins og ein nýggjur dagur ber alt nýtt við sær, soleiðis er eisini [...] serligt at sita yvirav tí tómu grøvini og hoyra páskaboðskapin. Tað er eins og ein sær alt fyri sær, tá ið ein hoyrir evangeliið. Tað var eins og vóru tað ikki bara orð longur. Tað var líkasum at evangeliið gjørdist
tekno-kulturi, er tað lættari at fáa gjøgnumbrot um tú ert plattur, enn um tú ert seriøsur. Men eg ætli mær at halda fast um mína filosofi um, at um tú ert erligur og tónleikurin kemur frá hjartanum, so skal [...] rock og okkara máta at spæla uppá, men tað sum hevur størstan týdning, er sjálvur sangurin. Hevur tú ikki ein góðan sang, so er alt hitt til einkis. Og um onkur pástendur at okkara tónleikur framvegis verður [...] saman í 12 ár, mintist eg øll løgini hjá okkum aftur beinanvegin. Vit vandu í ein tíma, og so koyrdi tað bara. Tað var ein velduga góð konsert, tey ungu vóru púra vill. Jørgin Dahl avvísir ikki møguleikanum
altíð ein veikleiki. - Umframt at vera ein sterk persónligheit var hon eisini eitt elskuligt menniskja. Blíð, hjartalig og tolin. Hon hevði tann sjáldsama eginleikan veruliga at lurta eftir tí, tú segði [...] okkum uppá ein so syndarligan hátt, har lívsstrongurin við eitt og uttan ávaring var kvettur, so ein ikki so mikið sum fekk loyvi til at siga farvæl. Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur: Tú kanst ikki [...] svartakálk. Tað ringasta, ið henda kundi, var hent? Tá ið ein fær slík ófrættaboð, tá steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum skelki. Tað er sum ein pískur, ið slær og sker djúpt í kenslulívið ? og einki
so er lært av hesum: Tað býttasta ein ger undir slíkum umstøðum er at fara út bilinum. Tí nú á døgum gongur ongantíð long tíð, áðrenn fólk fara at leita, og tá ert tú nógv tryggast í bilinum, tí úti í [...] Skírisdagur 1998 verður ein dagur, Marianna Joensen í Sumba seint gloymir. Tí henda dagin, ímeðan øll vit onnur ikki torgaðu okkum út fyri dyr fyri einum tí herviligasta kavarokinum og storminum í langa [...] at bróta ein rút í jeepinum fyri at sleppa inn. Eg royndi fyrst at sláa nevan í rútin, men tað gjørdi ikki mun. Síðani royndi eg við albógvanum, men tað segði tað sama. Men tíbetur fann eg ein stein,
og fleiri koma at gera líknandi. Kollfirðingur ella Havnamaðir, føroyingur ella danskari? Tað tú ert, ert tú millum oyruni og ikki hvat ið onnur royna at skriva á ryggin hjá tær. Onki koma kollfirðingar [...] verið mongum føroyingi ein góður platformur eisini til víðari flog út í heim. Ein skal heldur ikki ferðast nógv úti í heimi, áðrenn ein finnur út av fyrimuninum við at hoyra til ein ríkisfelagskap, sum sæst [...] at fáa stuðul, eins og vit gjørdu í sambandi við Norðurlandahúsið í Havn, tá gevur tað meining at tosa um at nassa, tí har hava vit ikki somu søguligu rættindi at vísa á. Sagt verður at ein upploysing av
síggi eg fólk sum eg ikki visti eru við á túrinum. Ein segði við eina damu seinnapartin sum vit sótu á kafeteria og fingu okkum ein kaffimunn: ? Ná, ert tú við? ? Ja, eg eri júst komin umborð! Hon dugdi eisini [...] ikki sum at siga tað. Tað tekur heili 3 ár, áðrenn tú ert rættur London taxi driver, og tú skal tá duga 463 rutur uttanat og stóran partin av tíðini sita tú á prutli, helt eg ferðaleiðaran siga. Til samanberingar [...] mongum árum síðani. Tað er vert at nevna, at hevur tú einki keypt og skalt kasta tær á vatninum, meðan tú gongur í hesum ovurhonds stóra bygningi, so mást tú gjalda eitt pund fyri tað. Her er so nógv kent