útbúgving á Det Kongelige Kunstakademis skole for Design. – Eg vildi víðka um mínar førleikar frá at gera klæðir til fólk, til burturav at arbeiða við tekstili. Nú arbeiði eg við føroyskari ull í arkitekturi, og [...] valt at nýtt føroysku ullina sum tilfar burturav í hennara arbeiði. – Tað er ikki bara tí at tað er føroysk ull, men eg arbeiði eisini við øllum tí, sum er rundan um ullina. Bæði tað søguliga, tað mentanarliga [...] er serliga galdandi fyri vevin, har tað ikki ber til at síggja áðrenn, hvussu tað verður. Tað er, hvat verður sett í vevin, og hvussu træðrirnir møtast, sum geva úrslitið, sigur hon. Frá frumkendari til
"Er globalisering ein hóttan ella ein møguleiki? Skulu vit lata samfelagið upp ella lata tað aftur? Hvat sigur vinnan um alheimsgerð, um ES, um einskiljing? Skulu Føroyar í 2015 vera millum heimsins fremstu [...] heiminum. Vit liva í eini verð, sum er globaliserað ella alheimsliggjørd, nú meira enn nakrantíð. Hvat er konsekvensurin? Er nakað nýtt í hesum? Hevur tað ikki altíð verið so? Jú, fyri ein part. Sluppirnar [...] føroyum - er tað framtíðin? Tað er sunt fyri huglotið, at gera slíkar framskrivingar, fyri at vita eftir hvat konsekvensurin verður. Um vit halda fram á somu gøtu sum nú, hvar enda vit so? Verðin gongur sína
Tað kann kosta skiparanum á Skoraberg, fyrrverandi Fram, dýrt, at hann eftir ein túr í 2013 gloymdi at boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, at partrolarin fór at landa á Kósini. Kunngerðin sigur, at skip mugu [...] løgið, at tað skuldi eydnast Vestmenningi at boða frá, men ikki Fram. Fráboðanarskyldan ger greitt, hvat ein skal boða frá, nær ein skal boða frá og hvussu ein skal boða frá. Endamálið er, at Fiskiveiðu [...] ákærin, og vísti á, at 100.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, at skip er komið í føroyskt sjóøki, og 50.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, nær og hvar gørn verða sett.
neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl [...] av grindini og so framvegis. Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi. Lundar og íbygdur steinur Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í [...] og ein kikari er óføra góður at hava. Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl. Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur. Atlantsflog hevur eisini túrin
ar eru so mikið sperdir av kanningarúrslitinum, at teir ikki minni enn tvær ferðir hava boðsent føroyskt-danska granskaraliðnum til USA at greiða frá úrslitinum. Tí skulu teir taka úrlitið til eftirtektar [...] ?prógva? at als onki skil var í føroysku kanningini, og at granskararnir bart út sagt ikki vistu, hvat teir tosaðu um. Men hann varð hóttur við endurgjaldi, um hann ikki tók frágreiðingina aftur og beindi [...] eru farnir so ódliga til verka. ? Tí skulu amerikanarar taka úrslitið til eftirtektar, fer tað at kosta el-ídnaðinum einsamøllum einar 50 milliardir dollarar, tað eru einar 250-300 milliardir krónur, bara
grindadráp forðar okkum í at virka á jøvnum føti við onnur á stórum marknaðum í Evropa. Útihýsa føroyskt Evropeiski marknaðurin hevur eftir øllum at døma fingið nokk av føroyingum. ? Tað vísir seg, at [...] vit als ikki sleppa av við føroyskar laksaportiónir í t.d. Týsklandi, tí brúkarin ikki vil keypa føroyskt longur. Og líkt er til, at hetta breiðir seg til onnur fiskasløg eisini. Hetta hevur onki við tjóðskap [...] tjóðskap at gera, men verðin rundan um okkum er ímóti føroyskum grindadrápi. Hví skal brúkarin so keypa føroyskt, tá hann fær somu vørur úr eitt nú Noregi og Kili? spyr Carl á Lag. Hetta er ikki hvør sum helst
innvølunum, tannlæknaviðgerð o.a. Skúlatilfar og klæðir Sponsorhjálpin fer mest til skúlagjald, skúlatilfar sum bøkur, heftir, blýantar o.s.fr., men eisini til klæðir. Summi børn hava ikki fingið nýggjar skógvar [...] m er eisini vaksið, har Føroysk Filippinsk Tænasta virkar. Men tað er eingin treyt um hjálp, at familjur og børn skulu ganga í samkomurnar. Áhugin er vaktur av forvitni um hvat annað samkomurnar umboða [...] Ein kann skriva saman við barninum og familjuni og senda teimum eyka gávur av og á ella regluliga. Føroysk Filippinsk Tænasta kann nærum skræddaraseyma eitt hjálpartiltak eftir tínum ynski um at hjálpa fólkum
umframt til gávur uttanlands, og eg haldi at gávurnar hava verið størri í ár. Fólk spyrja ikki, hvat klæðini kosta. Eg havi varhugan av, at tey heldur vilja keypa dygdarvørur og tílíkt, sum tey hava brúk fyri [...] at tosa við okkum tvær og tríggjar ferðir, áðrenn tey gera av, hvat tey vilja keypa. Eg haldi, at fólk spyrja seg fyri og sammeta við, hvat vøran kostar aðrastaðni. Vørusløgini eru eisini umfatandi í slíkum [...] um prís, men hyggja meira eftir, hvat tey ynskja sær. Anida Johannesen heldur tað vera torført at sammeta jólasøluna í ár við í fjør, av tí at Benetton tá seldi klæðir til børn og tilkomin, tó at tey samanlagt
hølir har. Her var lesistova, útvarp, spælistova og matstova, har ein fekk kaffi og køkur. Ein føroysk lesistova var eisini har. Har komu eisini nógvir danir og norðmenn, og kirkjan var vanliga nevnd [...] bløð vóru her frá øllum teim skandinavisku londunum, sum hesir sjómenn so kundu lesa fyri at frætta hvat fyrifórst heima. Umframt gudstænastur plagdi Ellingsgaard og pastor Nordin at fyrireika útferðir við [...] vóru tungar løtur. Fiskimenn høvdu nógvan pening um hendur og keyptu nógv í Aberdeen, sum til dømis klæðir, súklur, barnavognar og seymimaskinur. Hetta vóru lutir, sum teimum restaði heima, og bíligt var
tilboð er uppá tvey blikk av donskum rognum, sum kosta nakað tað sama sum eitt blikk av føroyskum. Vikuna eftir kunnu tey útlendsku rognini aftur kosta tað sama sum okkara egnu. Tískil noyðast fleiri og [...] til Havnar. Sjálvandi hava so at siga øll húski í hesum landi ráð til – enn í hvussu er – at keypa føroysk egg. Men tað er okkum so líkt, tíverri, at vit hugsa ovmikið egoistiskt og stuttskygt. Fyri mær er [...] og fleiri av handlunum í egnum umhvørvi at gevast og lata aftur. Hvat tað kostar at koyra henda innkeypstúrin í bensini og øðrum ferðaútreiðslum hevur ongan sum helst týdning - ikki enn í hvussu er, men