Løgmaður hevði mót til at seta bæði provokerandi spurningar og tekna visiónir á fundi á Hafnia í Havn í síðstu viku. Frágreiðing um útflutning av óvirkaðum fiski vard løgd fram. "Er globalisering ein hóttan ella ein møguleiki? Skulu vit lata samfelagið upp ella lata tað aftur? Hvat sigur vinnan um alheimsgerð, um ES, um einskiljing? Skulu Føroyar í 2015 vera millum heimsins fremstu?" Vandin er nú, at øll siga, at sjálvandi kunnu vit gerast millum heimsins fremstu! So fer herðaklapparíið í gongd. Hvør torir at ganga ímóti hesi innbjóðing?
Ein globaliseraður føroyingur
Ein globaliseraður føroyingur finst á hvørjum gøtuhorni. Hann gongur í amerikanskum Levi?s cowboybuksum, sum eru seymaðar í Thailandi. Gongur í Ecco-skóm, eitt danskt merki sum verður fremleitt í Slovakínum. Hann gongur í leðurjakka, oksaskinnið er úr Argentina men jakkin er seymaður í Malaysia, T-skjúrtan við navninum Mallorca Sun Beach er gjørd í HongKong. Heima spælir hann Bob Marley reggae-musikk á einum Sanyo stereo-annleggi úr Japan, sum er skrúvað saman í Kina. Hann koyrir í einum svenskum SAAB-bili, smíðaður í Trollhättan, men fabrikkina eigur General Motors, sum er amerikanskt firma. Um kvøldarnar sær hann sjónvarp, eitt hollandskt Phillips, sum kemur úr Belgia. Sendingarnar koma um fylgisvein beinleiðis úr Los Angeles ella London. Tað føroyska er í høvdinum.
Soleiðis er gerandisdagurin hjá okkum settur saman sum eitt puslispæl av lutum ú øllum heiminum. Vit liva í eini verð, sum er globaliserað ella alheimsliggjørd, nú meira enn nakrantíð. Hvat er konsekvensurin? Er nakað nýtt í hesum? Hevur tað ikki altíð verið so? Jú, fyri ein part. Sluppirnar komu úr Einglandi, húkarnir úr Týsklandi, knívarnir úr Mora í Svøríki, saltið av Ibiza, og togendarnir kanska frá Randers Reb í Danmark.
Provokerandi spurningar eru neyðugir
Tí var tað eisini áhugavert at lesa samrøðu við Johan Mortensen í Sosialinum 1.2.05 við yvirskriftini "Um tíggju ár er eingin flakavinna á landi eftir." Hugsanin, sum lá aftanfyri, kann helst kókast niður til ein provokerandi spurning: Kunnu fimm fabrikstrolarar fiska og viðgera tað fiskatilfeingi, sum er undir føroyum - er tað framtíðin? Tað er sunt fyri huglotið, at gera slíkar framskrivingar, fyri at vita eftir hvat konsekvensurin verður. Um vit halda fram á somu gøtu sum nú, hvar enda vit so? Verðin gongur sína gongd, ja - broytist við fúkandi ferð. So í dag er lívsfarligt at siga, at "best man vera sum er."
Hvat fevnir globalisering um?
Í dag er globaliseringin so nógv meiri umfatandi enn fyrr í tíðini, og fevnir um næstan allar partar av okkara persónliga og samfelagsliga lívi. Formaðurin í danska Búskaparráðnum, Peter Birch Sørensen, sigur soleiðis: "Globalisering kan derfor defineres som den proces, der fører til en mere integreret verdensøkonomi." Hetta ljóðar, sum so nógvar økonomiskar definitiónir, kanska alt ov pent og sakligt, men skeivt er tað ikki. Men, í veruleikanum er eingin "objektiv" definitión uppá globalisering. Hon finst ikki!! Tí tað valdast hvør ið tosar um globalisering. Er tað Bush í Hvíta Húsinum, Eidesgaard í Gráa Húsinum ella ein arbeiðsleys flakakvinna í Vági.
Í stuttum orðingum kunnu hesi økir nevnast sum partar av globaliseringini:
?Globalar fyritøkur og virkir
?Ein globalur handils- og fíggjarmarknaður
?Nýggj ídnaðarlond, NIC- og BRIC-lond
?Teknologisk kollvelting í framleiðslu, samskifti og flutningi
?Minni leiklut til national-statin
?Nýggir karmar um mentan og umhvørvi
?Nýggjar politiskar uppgávur á øllum stigum
Globalar fyritøkur og virkir
Globalisering er einki nýtt, men ummálið er bara vaksið so enormt seinnu tíðina. Verðin hevur eisini fyrr verið nógv meira globaliserað. Tá kapitalisman og ídnaðarkolveltingin tók seg fram í Einglandi fyri 200 árum síðani, seldu fyritøkurnar um allan heim har teir sluppu framat. Eingilskmenn royndu at tryggja sær rávørutilførslur og sølumarknaðir við at byggja eitt koloniveldi upp, har teir ráddu fyri borgum. Men uttanlanda handil og framleiðsla í Bretlandi er í dag globaliserað nakað tað sama, sum beint undan fyrra Heimsbardaga, sigur búskaparfrøðingurin Henwood. Mexico hevði størri uttanlandahandil í 1913 enn í dag.
Í 1800-talinum og fram til fyrra Heimsbardaga var handilin millum landa yvirhøvur stórur. Men so kom kríggj og kreppa og ein tíð við protektiónismu, har lond royndu at verja sítt heimliga vinnulív við tollmúrum og innflutningseftirlitð. Aftaná seinna Heimsbardaga fóru lond so smátt at samráðast um at lækka tollmúrar og menna fríhandil.
GATT, General Agreement of Trade and Tarifs, var eitt tiltak, sum skuldi fremja fríari handil. Kol- og Stáluniónin millum Frankaríki og Týskland bleiv seinni til 6 lond, sum gingu saman um EF, sum nú er EU við 25 luttakarum. Um tvey ár verða tey helst 27, og um tíggju ár møguliga 30 lond, sum ikki bert hava símamillum fríhandil, men frían arbeiðs- og kapitalmarknað við felags valuta, Euro.
EFTA var eitt fríhandilsøki, sum gamla Stóra Bretland royndi at seta upp sum alternativ til EF. Eing-ilsmenn høvdu og hava ilt við at fata, at teir ikki longur "rule the waves." Danmark var limur í EFTA til 1973. Møguliga er tað til enn, men tað hevur ongan praktiskan týdning.
Tey multinationalu
Eitt eyðkenni í alheims vinnulívinum hevur í langa tíð verið, at tær størstu fyritøkurnar vóru multinationalar. Tað vil siga at tey høvdu deildir og áhugamál í nógvum ymiskum londum. Stóru oljufeløgini, Esso, Royal Dutch Shell, British Petroleum, Texaco og fleiri eru dømir um multinationalar fyritøkur. Tað nýggja er, at fleiri multinational feløg hava sín uppruna í asiatiskum og latínamerikanskum londum.
Fyrr kundi orðið imperialisma brúkast um eitt menningarstig av kapital-ismuni. Orðið hevur kanska mist sína kraft, men inni-haldið er nakað tað sama í dag, sum fyrr. Tær geopolitisku treytirnar eru tó øðruvísi í dag. Kapitalisman hevur útrudda tey so-nevndu sosialistisku londini, sum - uttan mun til samhug ella hvat - vóru ein geopolitiskur faktorur, ikki einans militert. Í dag kann USA brúka orðini hjá hjá gamla presidentinum Ted Roosewelt: "Speak softly and carry a big stick"
Ein globalur fíggjarmarknaður
Ikki bert er tað framleiðsla og handil sum globaliserast, tað ger kapitalurin eisini. Sjálvandi, kundi man lagt aftrat, tí hetta hongur alt saman. Tá øll tey kapi-talistisku londini í 1980-unum avtóku alt, sum forðaði rørsluna, kom rættilig gongd á. Um somu tíð fyri umleið 20 árum síðani var skuldarkreppa í menningarlondunum og tann globali kapitalurin hevði ilt við at finna pláss, har hann kundi investerast skilagott í framleiðslu ella øðrum.
Hetta var eisini tíðin, tá føroyingar læntu stórar upphæddir, ofta við lands-kassaveðhaldi. Og her henda so tað syrgiliga, at føroyska kapitalisman spældi totalt fallit, og landskassin, skattgjaldarar og samfelagið kom at gjalda fyri hesa gullash-tíð.
Tað at mørkini millum lond opnaðust, ger at kapi-talstreymar og spekulatiónskapitalur ferðast frítt. Støddin á kapitali, sum dagliga skiftir hond á valutamarknaðunum, er kanska 100 ferðir størri enn tann sum brúkast til vøruhandil (leksikon.org). Tí er javnan vandi fyri at kapitalmarknaðurin brýtur saman, krasjar, og tjóðbankastjórar og seriøsir valutahandlarar ræðast tað, sum kann henda.
Nýggj ídnaðarlond, NIC- lond
Einaferð var nógv tosað um u-lond ella menningarlond, og ofta var hugsanin - í 60-unum og 70-unum - at tey vóru og fóru helst altíð at vera tilafturskomin. Men nógv er broytt. Í 80-unum kom eitt nýtt hugtak fram, NIC-lond, newly industrialized countries, ella lond sum nýliga eru vorðin ídnaðarlond. Hesi vóru Korea, Thailand, Taiwan, Malaysia, Singapor og onnur. Hagani komu bíligar vørur, klæðir, skógvar, men seinni eisini bilar, sjónvarp og annar elektronikkur.
BRIC-londini vaksa skjótt
BRIC er eitt nýyrði, sum er ein stytting av Brasilia, Russland, India, China. Hetta eru størstu londini í 3. heiminum, sum hava ávikavist 190, 150, 1.000 og 1.300 milliónir íbúgvar og haraftrat veldugan ídnað. Búskaparligi vøksturin har hevur verið stórur seinastu árini, og tað kann væntast at hann heldur fram við somu ferð. Gongur sum útlitið er í løtuni verður vøksturin í Bric-londum eini 6%, meðan hann í framkomnu G-7 londunum bert væntast at blíva 3% árliga (Follow the yellow Bric road). Gongur tað soleiðis, so verður framleiðslan í Bric-londum størri enn í G-7 londum um 30 til 40 ár. Henda framskriving sigur nakað um, hvar ið marknaðarvøkstur verður, men eisini nakað um, hvar nýtslan av koli, olju, stáli og øðrum rávørum fer at vaksa, og - hvar dálking og CO2 útlát kann økjast.
Teknologisk kollvelting í samskifti og flutningi
Nógv fólk hugsa um miss av arbeiðsplássum, tá hugtakið globalisering kemur fyri. Men hetta er bert ein fylgja av einum nýggjum arbeiðsbýti í heiminum. Ein fortreyt er bíligur flutningur, millum annað konteynaraskip, sum skjótt og bíligt kunnu flyta stórar vørumongdir millum heimspartarnar. Stórreiðaríið A.P. Møller, stovnað um somu tíð sum Skipafelagið Føroyar, satsaði strategiskt rætt: Stór og skjóttgangandi konteynaraskip í fastari rutu millum asiatiskar havnir og USA/Europa, sum er ein fortreyt fyri at eitt nýtt TV-apparat kemur næstan líka bíliga úr Japan til Göteborg, sum eitt bræv kemur úr Suðuroy til Havnar.
Í nýggja arbeiðsbýtinum millum lond síggja vit, at eitt nú Kina og onnur láglønarlond, duga at framleiða vørur, sum fyrr at kalla bert vóru framleiddar í sonevndu framkomnu londunum, VesturEuropa og Norðuramerika. Tað eru ikki longur bert bíligar bummullsvørur og plastik-skrambul sum kemur hagani. Men eisini vørur á teknologiskt høgum stigi og komponentar, maskin-lutir, til víðari framleiðslu koma úr Kina, India ella Malaysia.
Hetta at fyritøkur leggja partar av ella alla framleiðsluna út til láglønarlond, kallast "outsourcing". Men orðið kann eisini merkja, at tey stóru útlicitera framleiðsluna av ymsum komponentum til aðrar fyritøkur, eitt nú í NIC og BRIC-londum, har komponenturin kann gerast bíligari. Eisini føroyska vinnulívið hevur í smáum roynt eitt eitt slag av outsourcing. Eg hugsi um ein skipaskrokk, sum bleiv bygdur í Pollandi, sleipaður til Føroya, har handverk-arar so gjørdu tað síðsta arbeiði.
Ein onnur fortreyt fyri globalisering er skjótt kommunikatión ella samskifti millum keypara og seljara, ella millum deildir í teimum stóru fyritøkunum. Her kemur internetið inn, sum hevur verið ein kollvelting á økinum.
Arbeiðskraftin er minni mobil
Kapitalurin er væl globaliseraður, og fesjar runt fyri at ala profitt, helst har arbeiðskraftin er bílig, væl útbúgvin, lýðin og óorganiserað. Men arbeiðskraftin av góðum grundum ikki so mobil. Kapitalur eru ópersónlig tøl ella kontoupphæddir, sum kunnu sendast hvar sum helst uppá eitt mikrosekund.
Arbeiðskraftin eru livandi og skapandi menniskjur, sum hava eitt mál, eina mentan og eitt socialt netverk. Føroyingar hava tó í tíðum við stórum arbeiðsloysi verið noyddir at fara við norskum, íslendskum ella týskum skipum, hava róð út í Grønlandi, verið arbeiðsmenn hjá Pihl og søn í Danmark ella hondverkarar í Týsklandi. Til Danmarkar og onnur vestureuropeisk lond komu arbeiðarar úr Pakistan og Turkalandi í 1960-unum og 70-unum, gestaarbeiðarar ella fremmandarbeiðarar. USA og onnur lond hava í langa tíð roynt at skava tað best útbúgvnu arbeiðskraftina til sín gjøgnum "green-card" skipanir, og at mong lond uppliva tað sum eitt "brain-drain", ella eina burturflyting av teimum bestu heilunum.
Minni leiklut til national-statin
Í samband við orðaskiftið um globalisering verður ofta sagt, at nationalstaturin, soleiðis sum vit kenna hann frá 1600-1700-talinum og frameftir, hevur mist sín týdning. Alment kann sigast, at í somu løtu tú fert uppí ein felagsskap, so gevur tú ein part at suverenitetinum til felagsskapin. Tað kundi verið NATO, EFTA, NAFO, IMF ella ST. Tað mista rásarúmið verður endurgoldið av øktari trygd ella meiri ávirkan á einum hægri støði. Í Europa er tað í okkara tíð ikki minst EU ella ES, sum er vaksið fram. Tað krevur eina politiska støðutakan, um limaskapur her ella har gevur fleiri fyrimunir enn vansar. Tað er ikki í øllum førum nakað frítt ella lætt val.
Nýggir karmar um mentan og umhvørvi
Tað kann diskuterast, um tað er rættast at siga at Verðin er blivin størri ella minni. Men eitt er vist og tað er, at eingilskt mál og amerikonsk mentan hevur breitt seg um allan heim. Internetmálið er í fyrsta lagi eingilskt, og tað er eisini tað málið, sum mest sum hevur status sum eitt lingua franca ella heimsmál. Amerikanskir filmir og sjónvarpsseriur koma út í hvønn krók, eisini í Føroyum, meðan fólkið drekkur cola og etur burg-arar afturvið.
Summi trupulleikar kunnu ikki loysast lokalt ella nationalt. Eitt nú umhvørvisspurningar og veðurlagsbroytingar krevja, at atgerðir verða framdar um alla verð, ella í hvussu so er í stórum regiónum. Til dømis kann umhvørvið og fiskiskapurin í Eystrasalti ella Norðsjónum ikki klárast av einum einstakum grannalandi. Øll mugu ganga saman.
Nýggjar politiskar uppgávur á øllum stigum
Tað er vert at leggja til merkis, at tey ríku londini í Vestureuropa, Norðuramerika og Japanhava ræði á heimsbúskapinum. Størsti partur av allari framleiðslu í heiminum fer fram í hesum regiónum, og nógv tann størsti handilin gongur fyri seg í hesum regiónum ella millum regiónirnar. Sidney Pollard nevnir, at 82% av allari vøruframleiðslu fer fram í hesum regiónum. 75% av heimshandlinum fer fram millum hesi ríku, framkomnu londini. Og talið er hækkandi; tað var bert 63% í 1960. Mynd 1, sum hevur nýggjari tøl, vísir nakað tað sama.
Heimurin er ikki globaliseraður meiri enn so, at hesar ríku regiónir verja seg við tollmúrum og øðrum reguleringum, sum ger tað torført hjá menningarlondum at sleppa framat. Eitt gott dømi er landbúnaðarskipanin í ES, sum er heimsins størsta "planøkonomiska" skipan í dag. Ætlanin var upprunaliga ikki at fremja vinnuliga kapping, men var lið í einum rossahandli, har franski forsetin de Gaulle skuldi tryggja ein ikki-kappingarføran franskan landbúnað, og so sjálvandi tær konservativu, borgarligu atkvøðurnar hagani. Landbúnaðarskipanin var, sum søgumaðurin Michael Seidelin citerar The Economist fyri: "Det ultimativt mest idiotiske system, som den vestlige verden nogensinde har skabt." Hesa skipan merkja føroyskir fiskimenn og fiskaalarar eisini væl. Teir standa uttanfyri, og mugu pent biða um loyvi at selja nakrar avmarkaðar nøgdir av fiski og alilaksi.
Kapitalurin hevur ikki gloymt klassastríðið
Hugtakið "outsourcing" varð brúkt omanfyri. Men tað hevur eisini eina aðra og minni pena síðu, sum er ein partur av mótsetninginum millum arbeiðskraft og kapital. Sum dømi úr ein-um ríkum landi, vísir Sid-ney Pollard á, at lønirnar hjá vanligum arbeiðarum í USA hevur í longri verið fallandi. Í USA eru ótallig dømir um, at eitt nú bilídnaðurin brúkar fabriksflytingar til at pressa lønirnar niður. Bilídnaðurin flytir úr teimum norðaru statunum og frá høvuðsborgini De-troit til suðurstatirnar, har fakfeløg einki hava at siga. Til "non-union, low-wage, no-benefit dead ends" ella: til eina blindgøtu uttan fakfeløg, við lágari løn, uttan framtíð. Av hesum ávum er organisatiónsprocentið í amerikanskum fakfeløgum fallið frá 33% í 1950 til 14% í dag.
Tað er ikki bert ein gamal professari í søgu, sum Sidney Pollard, ið sigur so. Amerikanska konservativa peningablaðið Business Week leggur ikki fingrarnar ímillum, hvørki nú ella fyrr. Blaðið skrivar (061299), at seinastu 10-15 árini hevur US-ídnaðurin ført "the most succesful anti-union wars ever, illegally firing thousands of workers for exercising their right to organize." Teir hava ført eitt tað mest væleydnaða anti-fakfelags kríggi nakrantíð, og ólógliga (!) koyrt túsundtals arbeiðarar tí royndu at verja rættin at organisera seg.Eg komi at hugsa um ein hugsingarsaman mann, sum fyri 157 árum skrivaði nøkur vísdómsorð um at standa ella saman!
Nøkur føroysk loysn?
Tað kann sigast rættiliga einfalt. Kendir politikkarar um alt Europa eru samdir um, at vegurin fram er útbúgving og gransking. Romano Prodi, fyrrverandi kommissiónsformaður í ES, Tony Blair í Einglandi, Lykkegaard og Fogh í Danmark brúka trý orð: Útbúgving, útbúgving og útbúgving. Er hetta vegurin í Føroyum? Hvussu skal henda visión praktiserast í Føroyum?
Kanska koma nøkur boð, tá Landsstýrið í maj fer at leggja eina ætlan fram.
Keldur:
Doug Henwood: "What is globalization anyway?" <www.igc.org.solidarity/henwoodonglobalization$?$end$!$<BR>Follow the yellow BRIC road. <Economist.com$?$end$!$, 091003<BR>Johan Mortensen: "Um tíggju ár er ongin flakavinna eftir?"Sosialurin 010205
Leksikon for det 20. <www.leksikon.org$?$end$!$<BR>Michael Seidelin (2004): "Den stenede vej mod Unionen. Tiderne Skifter. København
Peter B Sørensen,: "Globalisering" Børsen, 070205
Sidney Pollard (1997): "The international Economy since 1945" Routledge. London