Hvussu nógv vilja vit offra fyri at sleppa at drepa grind?
Við hesum hárhvassa spurningi verður stungið hol í eitt eymt tabuevni hjá føroyingum.
Tað er Carl á Lag, stjóri í altjóða fiskafyritøkuni SN Global, sum førir hvalváknið.
Skulu vit tvíhalda um okkara aldagamla grindadráp, hóast tað fær avleiðingar fyri bæði fiskavirki, arbeiðspláss og okkara heilsu?
Carl á Lag saknar eitt sakligt, fordómsfrítt og opið orðaskifti í Føroyum um grindadráp og tess avleiðingar fyri fiskafyritøkur og harvið føroyingar.
Hann sigur ikki beinleiðis, at vit eiga at gevast at drepa grind, men hann heldur, at føroyingar eiga at gera sær greitt, at grindadráp forðar okkum í at virka á jøvnum føti við onnur á stórum marknaðum í Evropa.
Útihýsa føroyskt
Evropeiski marknaðurin hevur eftir øllum at døma fingið nokk av føroyingum.
? Tað vísir seg, at vit als ikki sleppa av við føroyskar laksaportiónir í t.d. Týsklandi, tí brúkarin ikki vil keypa føroyskt longur. Og líkt er til, at hetta breiðir seg til onnur fiskasløg eisini. Hetta hevur onki við tjóðskap at gera, men verðin rundan um okkum er ímóti føroyskum grindadrápi. Hví skal brúkarin so keypa føroyskt, tá hann fær somu vørur úr eitt nú Noregi og Kili? spyr Carl á Lag.
Hetta er ikki hvør sum helst fyritøka, sum kærir sína neyð. Umsetningurin hjá SN Global konsernini er umleið 4.000 milliónir krónur. Móðurfelagið heldur til í Japan, og tilsamans starvast 3.000 fólk í fyritøkuni. Evropeiska høvuðssætið er í Føroyum, her fyritøkan hevur verið síðstu fimm árini. Føroyska felagið hevur dótturfeløg í bæði Fraklandi og Týsklandi, og systirfeløg eru at finna bæði í USA, Kili og Japan.
Miðvís ætlan
Tað er á størstu marknaðunum hjá føroyingum í Evropa, at størstu trupulleikarnir eru.
Carl á Lag sigur, at enskar handilsketur hava ein niðurfeldan politikk um ikki at keypa føroyskar vørur, og stóru týsku handilsketurnar útihýsa somuleiðis føroyskar vørur.
? Størsta týska handilsketan ALDI er dømi um ein stóran avtakara av lidnum fiskavørum, men hon krevur, at tað mugu ikki vera føroyskar vørur ímillum. Í staðin noyðist man so at selja t.d. norskar vørur til ALDI, og tá er ongin trupulleiki, sigur Carl á Lag.
Kostar arbeiðspláss
Lidnar føroyskar laksavørur verða sostatt útihýstar frá teimum stóru marknaðunum. Og avleiðingin av grindadrápinum er ræðandi, sambært Carl á Lag.
? Føroyingar noyðast at selja sín laks sum rávøru til eitt nú Danmark og Frakland, ið so virka vøruna lidna. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum ger, at vit ikki koma víðari við at menna laksavirkini í Føroyum, sigur hann.
Sambært Carl á Lag dragast fleiri føroysk virki longu nú við avleiðingarnar av, at vit tvíhalda um grindadrap í Føroyum. Okkurt er longu við at stongja partvíst av hesum ávum, og onnur arbeiðspláss rúka helst í kjalarvørrinum.
?Vit eru noydd til at gera okkum greitt, hvat grindadráp kostar okkum, og síðan mugu vit taka eitt neyðugt kjak um avleiðingarnar. Er grindadráp so nógv vert fyri okkum, at vit missa arbeiðspláss, vælferð og fáa verri heilsu? spyr Carl á Lag.
Vit senda spurningin víðari til teir føroyingar, sum enn eta grind.
MYNDATXT
Carl á Lag, stjóri í altjóða fiskafyritøkuni SN Global, saknar eitt opið kjak um, hvørt føroyingar vilja gjalda prísin fyri at drepa grind
Mynd: Álvur Haraldsen