– Eg hevði ikki væntað at fingið listafólkalønina. Als ikki. Tó valdi eg at spyrja meg sjálva, at um eg hevði fingið listafólkalønina, hvussu hevði eg so skipa tað? Hvussu hevði eg snikkað mína dreymavekætlan saman? Eg valdi at søkja. Á tann hátt fekk eg eisini høvi at gera vart við mítt arbeiði yvirfyri nevndini. Eg eri tikin av bóli, at eg fekk lønina. Eri eisini sera takksom fyri, at eg verði viðurkend fyri tað arbeiði, ið eg havi gjørt, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.
Hon hevði heldur ikki væntað, at sleppa at listprýða Glasir.
– Eg hugsaði, at eg var heldur óroynd og helt tískil ikki, at eg fór at vinna skitsuuppkastið. Men tað gjørdi eg, og listanevndin valdi at lata mær hesa ábyrgd, sigur hon.
Ull er Føroya gull
“Ull er Føroya gull” hava føroyingar sagt í øldir. Síðstu tíðina hava vit tó upplivað nakað heilt annað, tá ið seyðaull og skinn í tonsavís eru brend og farin upp í royk. Men tað er tó onkur, ið sær virði og møguleikarnar í ullini. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er ein av teimum.
– Eg arbeiði við burðardygd, og eg ynski millum annað at finna út av, um vit kunnu koma aftur til at gagnnýta ullina í størri mun. Eg royni at hjúkla um hesa søguna, sum liggur í føroyska seyðinum og tann rávøran, ið kemur av honum. Eg royni at endurhugsa gagnnýtingina av hesum tilfari og at lyfta virði, við at seta tilfarið í samanhangir, ið stuðla upp undir hesum. Eg ynski at bjóða menningarmegini av og kanna, um meira kann gerast við hana, enn tað, ið verður gjørt í dag, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.
37 ára gamla havnarkvinnan í Keypmannahavn leggur dent á, at neyðugt er við hugburðsbroyting, og at neyðugt er at síggja tilfarið á ein annan hátt, enn vit gera í dag. Ein hugburðsbroyting, ið sæst aftur í tíðarrákinum í dag.
– Eg royni at tvinna tað siðbundna saman við nútíðar- og framtíðarsamfelagnum. Eg veit ikki svarini, men eg vil fegin kanna tað nærri. Tað er ikki bara endaliga úrslitið, ið hevur áhuga, men vegurin hagar er eins áhugaverdur, sigur hon.
Tríggir varðar í trý ára verkætlan
Hon hevur býtt verkætlanina uppí í tríggjar partar. Hon kallar tað tríggir varðar, og hvør varði er eitt ár. Fyrsti varðin verður nýttur til rannsókn og nám. Annar varðin verður nýttur til nýhugsan og samanbundið við tað siðbundna, og triði varðin er eitt slag av lopfjøl.
– Eg vóni, at hetta kann bera við sær, at eg kann koma út um landoddarnar, út í Evropa at sýna fram. Eg vóni at fáa loyvi at umboða Føroyar á einum høgum listarligum støði, har miðað verður eftir at siga okkurt um okkara samleika og samtíð. Føroyska ullin er í serflokki, bæði tá ið talan er um dygd og lit. Í føroysku søguni eru nógvar ósagdar søgur, ið eiga at hava stóran áhuga bæði fyri útlendingar og føroyingar, sigur hon.
Skraddari og tekstillistafólk
Áhugin hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fyri føroyskari ull byrjaði, tá ið hon var í starvsvenjing hjá Sirri í 2005, ið tá hevði ullavirki og klædnahandil í Vági. Fyrst lærdi hon til skraddara, og fór síðan víðari undir útbúgving á Det Kongelige Kunstakademis skole for Design.
– Eg vildi víðka um mínar førleikar frá at gera klæðir til fólk, til burturav at arbeiða við tekstili. Nú arbeiði eg við føroyskari ull í arkitekturi, og at skapa hugløg inni í rúmum. Her miði eg móti at økja um trivnaðin á einum staði, til dømis gjøgnum at betra um rúmljóm ella at skerma fyri, sigur hon.
Listprýðing og verkætlanir
Hon hevur verið við at gjørt fleiri verkætlanir. Millum annað listprýðingina til fyrilestrasalirnar á Glasi, har veggjateppir vórðu gjørd úr føroyskari ull at heingja fyri glasveggjununum í teimum tveimum fyrilestrasalunum. Veggjateppini taka hvølla afturljóðið frá hørðu og sløttu flatunum úr glasi, stáli og betongi. Hon hevur eisini gjørt listarligu aukustikk elementini til matstovuna Noma í Keypmannahavn, umframt toy og pútur. Hon hevur eisini gjørt gólvteppir til Løgmansskrivstovuna, nakrar prestagarðar og til ymisk privatheim í Føroyum.
Listakvinnan hevur eisini sýnt fram í Føroyum, Danmark og London.
Ein av hennara nýggjastu uppgávum er at listprýða nýggja Hilton Garden í Havn, sum letur upp komandi ár.
Gevur tryggleika
– Við hvørja verkætlan, eg havi gjørt, spretta nýggj hugskot, sum eg royni at menna. Starvslønin veitir mær karmar fyri at eksperimentera í enn størri mun, og gevur mær ávísan tryggleika. Tað er sera gott, tí at hetta gevur mær møguleika at kannað ymiskt nærri, ið eg annars ikki hevði havt møguleika fyri, sigur tekstillistakvinnan.
Arbeiðir við føroyskar ull burturav
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard arbeiðir við ull bæði sum tilfar, men eisini søgan handan ullina.
– Eg leggi dent á føroyska seyðin, hvaðani ullin kemur, hvussu hon er knýtt at árligu rútmunum, árstíðunum, týdningin av ullini og teir føroysku siðirnir knýttir at ullini. Tað vil siga bæði søgu og framtíð. Hvar menniskjan er í samband við náttúruni í dag í mun til fyri hundrað árum síðani. Hvussu var samfelagið tá í mun til í dag? Eg royni við verkætlanini at svara nógvum av hesum spurningunum. Tað er eitt slag av gransking innan hetta økið, sigur hon.
Hennara listarliga arbeiði er rættiliga fjølbroytt og hevur verið í støðugari menning seinnu árini.
Síðani 2014 hevur hon valt at nýtt føroysku ullina sum tilfar burturav í hennara arbeiði.
– Tað er ikki bara tí at tað er føroysk ull, men eg arbeiði eisini við øllum tí, sum er rundan um ullina. Bæði tað søguliga, tað mentanarliga og alt, sum knýtir seg at ullini. Hetta er tað, sum eg haldi er áhugavert, sigur hon.
Veving og tufting
Hon hevur fingið sær kunnleika til og nýtir ymsa tøkni, tá ið hon arbeiðir við ullini.
– Tann berandi tøknin hevur verið veving, men eg havi eisini arbeitt við tufting. Tað er kanska ikki ein tøkni, ið nógv kenna, men tað kann sammetast við ryateppir, sum vóru nógv frammi í 60-unum og 70-unum. Tað eru teppir, ið ikki eru vovin, men tað eru træðrir, ið fara upp. Tey minna eitt sindur um eina máttu, sigur hon.
Burðardygt – nýtir teir fimm náttúrulitirnar
Hon hevur eisini arbeitt nógv við liting, og nú arbeiðir hon við náttúrulitunum.
– Eg setti mær sjálvari spurningin, hví tað skuldi litast, tá ið vit hava teir fimm føroysku náttúrulitirnar, sum eru so vakrir í sjálvum sær. Um tú arbeiðir við tilfari, ið er so óviðgjørt sum gjørligt, sleppur tú undan littilgongdini, tí at hon er tað tyngri fyri umhvørvið. Tí er burðardygd eitt av lyklaorðinum í mínum arbeiði.
Hon hevur eisini havt framsýningar, har hvørt verk hevur hvør sín høvuðslit av føroyska náttúrulitunum. Hon hevur eisini havt fyrilestrar um nevndu litirnar, hvítt, ljósgrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt og myrkamorreytt.
– Mítt arbeiði knýtir seg at teimum rávørunum, ið vit síggja í dag. Tað er longu ein djúpd í tí, eg geri í dag, og eg royni allatíðina at koma djypri í hesum. Eg gravi djúpari og djúpari. Eg arbeiði konseptuelt. Har er tað ekspirimenterandi arbeiði millum tilfar og tøkni ein týðandi partur. Samspælið millum tilfar og tøkni verður ofta til nakað, sum eg ikki dugi at ímynda mær áðrenn. Hetta er serliga galdandi fyri vevin, har tað ikki ber til at síggja áðrenn, hvussu tað verður. Tað er, hvat verður sett í vevin, og hvussu træðrirnir møtast, sum geva úrslitið, sigur hon.
Frá frumkendari til háteknologiska tøkni
Hon nýtir eisini aðra tøkni, til dømis myndir fyri at síggja, hvussu hon kann lata tað gamla í nýggjan ham. Listprýðingin á Glasi er eitt dømi um hetta, har hon hevur samstarvað við onnur listafólk í menningini av verkunum, millum onnur fólk úr Hollandi, Litava og Marokko.
– Hetta hevur givið mær eitt umfatandi innlit í tøkni, mentan og handverk, sum fevnir um alt frá frumkendari til háteknologiska tøkni. Eg arbeiði tí rættiliga breitt og nýti ymsa tøkni. Eg havi roynt nakað av hesum, men tað ber óivað til at nýta eitt heilt lív til dømis bara at veva og koma djypri niður í tilfarið og tøknina, sigur hon.
Ov dýrt at flyta til Føroyar
Ragnhild hevur í fleiri ár búð í Danmark, og hon ferðast til Føroya av og á í arbeiðsørindum. Men dreymurin er tó at búsetast í Føroyum.
– Sum nú er, tikist tað rættuliga vónleyst at koma heim til Føroyar. Eg kenni fólk, ið ætla at flyta heim, men tað hongur ikki saman hjá teimum fíggjarliga, og tí eru tey enn í Danmark. Tað er serliga tað at fáa ein bústað, ið er vorið so dýrt í Føroyum. Eg skilji ikki, hvussu tað hongur saman, tí lønarstøðið er munandi lægri í Føroyum, meðan livikostnaðurin er lutfalsliga høgur. Um eg skal koma heima at arbeiða sum stakur uppihaldari, so fái eg tað ikki at hanga saman. Eg havi eina íbúð í Danmark, sum eg hevði kunna býtt hana um við bústað í Føroyum, men sum tíðirnar eru nú, tori eg ikki reiðuliga at gera tað, sigur hon.
Arbeiðsnáðir men ikki arbeiðskarmar
Men eitt av endamálunum við listafólkalønini frá Mentanargrunni Landsins er at geva listafólkum tryggar arbeiðsumstøður í longri tíð, so at neyðugt ikki er at stúra fyri tí fíggjarliga, so at ein kann liva av tí. Er listafólkalønin ikki nóg mikið?
– Eg eri takksom fyri at fáa stuðul. Tað gevur mær arbeiðsnáðir, men tó ikki arbeiðskarmar. Í Føroyum mangla verkstovur og at eitt stað at arbeiða. Eg veit eisini um onnur listafólk, sum standa í sama trupulleika, og tí flyta tey ikki heim aftur til Føroya, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.
Hon vísir eisini á, at tað at arbeiða sum listafólk er hart.
– Eg haldi at tað er eydnast at virka sum listafólk burturav. Tað er tó ikki soleiðis, at alt hevur gingið lætt og væl allatíðina. Eg havi fingið nógv nei á vegnum. Men eg eri harðfør og havi verið noydd at arbeiða hart. Um ein vil skapa sítt egna, so krevst áhaldandi ágrýtni, sigur listakvinnan.
Samstarvar við onnur
Ullin er hennara tilfar. Fyrr hevur hon fingið tógvið og arbeitt við tí, men nú fer hon afturum, og vil fara aftur til upprunan – heilt til grundina.
– Eg havi familju, ið hevur seyð, til dømis í Fugloy og á Velbastað, men eg havi ikki verið so nógv við, tá ið royting og fletting hevur verið á skránni. Men nú ætli eg vera meira við í tí partinum eisini, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.
Hon ynskir eisini at hava samband við tær fyritøkur og einstaklingar, ið royna at fáa meir burturúr ullini í Føroyum.
– Tað nyttar so lítið, um øll bara berjast í hvør sínum lagi. Føroyar eru so lítlar, og tað ræður um at fáa samstarv og synergi, skal tað eydnast, sigur tekstillistakvinnan.