er nógv og gott fólk í Runavík verður undirstrikað av, at dreingjaliðið eisini fer at vinna FM heitið. Teir hava tríggjar dystir eftir at spæla, og um teir vinna ein av teimum, so eru teir FM vinnarar [...] kappast um í 1995. KÍ gott tak á B36 Klaksvíkingar hava ikki staðið seg serliga væl í unglingadeildini hesi seinnu árini. Teir hava ikki vunnið meistaraskapin síðani 1991, tá teir eisini vunnu steypakappingina [...] vinnarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er nógv sum bendir á, at fyritreytirnar hjá NSÍ eru góðar at vinna okkurt FM heitið afturat í unglingadeildini í nítiárunum, umframt tey trý, sum teir longu hava
teimum báðum virkjunum. Millum 110 og 120 hava søkt. Ein partur av teimum eru tøk og eru í oynni, men ein stórur partur er fólk, sum hesi seinastu árini hava verið av oynni og arbeitt. Onkrir menn hava hug at [...] ikki heilt greitt, tí tað eru onkrir smávegis trupulleikar við frárenslinum. Umvælingin á virkinum á Sandi er heldur ikki heilt liug enn. Tað er ógvuliga stórur áhugi millum fólk fyri at fáa arbeiði á teimum [...] at leggjast upp á land, um teir kunnu fáa arbeiði antin í Skopun ella á Sandi, og dømi eru um sandoyggjafólk, sum vóru flutt av landinum, men nú koma heim aftur, tí arbeiði aftur er at fáa. Tá arbeiðið
num er blivið eitt slag av »deyðans ringvegi«. Her láta fleiri fólk lív enn á flestu grand prix rasarabreytunum úti í stóru verð. Vit eru millum teirra, sum búgva fram við vegnum Yviri við Strond. Fyri [...] við húsum okkara. Løgið, at ungfólk ikki læra av skaðanum, øðrum eru fyri, sum raka tey sjálvi og síni næstu, ella at ósek verða rakt av hesi vitleysu koyring. Eyðvitað batar l´æitið at seta vegskelti upp
skapt split millum teirra, sum eru fyri og ímóti. Men kortini hevur hendan rørslan ávirkað tað, sigur Peter Nord Hansen, at fólk eru vaknaði av rumblinum, verið hevur, og eru farin at gáa eftir, hvat álítandi [...] vit eiga ikki at tala fyri ella í móti tí, sum hendir á Toronto-møtunum. Her eru fleiri av teimum, sum ikki eru við, sum eru ósamdir. Ein teirra er Bergur Debes Joensen. Hann vísir á, at Skriftin júst lærir [...] di, sum fólkini, ið komin eru vestan hav, høvdu á Sjómansheiminum týsdagin, var júst spurningurin um spjaðing havdur á lofti. Har varð gjørt heilt greitt, at hesi fólkini eru ikki komin at stovna nakrar
hongur í einum klønum tráði. Tey eru fleiri, sum rokna við, at um OB tapir í kvøld, so fær venjarin sekkin. Vildu ikki útseta Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum eru undir stórum trýsti í løtuni, og [...] tvær ferðir fimtan minuttir, tá kom einki mál, men tá var tað FCK, sum hevði størstu møguleikarnar. Hvør skuldi víðari í fimta umfar varð avgjørt í brotssparkskapping. Og tá lá fyri hjá FCK. Teir vunnu 4-2 [...] Jónsson roknar við, at talan verður um sera torføran dyst. Tað ger hann, tí mótstøðumenninir orduliga eru kroystir upp at múrinum. Sunnudagin taptu teir stórt í Herfølge. Tá kyknaði tosið av álvara um, at
verið aftanfyri Føroyar alla tíðina, og tað eru teir framvegis. Men mikukvøldið vóru maltesarar so tætt við at fáa stig, sum teir ikki hava verið áður í hesi kappingini. Kekkia var á vitjan, og teir vunnu [...] tíggju av teimum átjan spælarunum, sum vóru við í ferðalagnum, úr Barcelona og úr Real Madrid. Hesi feløgini eru bæði við í europeisku meistarakappingini, og tað vil siga, at spælararnir hava sera nógv at [...] spurningur. Ofta vísir tað seg, at spælarar, sum eru í útjaðaranum av hópinum, leggja uppaftur størri orku í, tá teir endiliga fáa møguleikan á landsliðnum at vísa, hvør dugur er í teimum. Nú skulu allir spaniumenn
Føroya Landsstýri verið vitandi um øll hesi viðurskifti!? Landsstýrið hevur ikki verið vitandi um tað, leggur Jóannes Eidesgaard dent á. Tað sum nú hevur týdning er, hvør dokumentatiónin hjá Frank Jensen er [...] fyrr umboðað Den Danske Bank Tað einasta vit fáa skrivtliga at vita, er úr Den Blå Bog, sum ein og hvør kann lesa. Tá vit so tosaðu um navnið Jørgen Grønborg, so minnist eg, at vit løgdu til merkis, at [...] Eidesgaard. Tá so Frank Jensen førir fram í samráðnum at føroyskir politikarar vóru kunnaðir um hesi viðurskiftini, so veit eg ikki, hvønn hann hugsar um, men tað vóru ikki teir landsstýrismenn, sum
rætt er tað at náttúrulýsingarnar eru sera væl eydnaðar, men her er ikki talan um ein turistfilm. Náttúrumyndirnar eru bert ein partur av søguni, og ongar upptøkur eru gjørdar, við tí fyri eygað at lýsa [...] at talan er um mætastu kærleikssøguna í okkara tíð. Filmsstjórin er fegin um, at fólk,sum hava sæð filmin, hava givið hesi viðmæli, tí tað hevur hann hildið, síðani hann sum 17 ára gamal las skaldsøguna [...] Tað eru ikki bert føroyingar, sum vænta sær nógv av filminum ?Barbara³, sum Nils Malmros sigur seg hava brúkt fýra ár av sínum lív at gera til veruleika. Hóast ógvuliga lítið er likið út um innihaldið
flóttafólk, kanska meiri enn føroyingar annars. Hesi seinastu árini eru næstan 300 fólk flutt rýmd úr Sandoynni, tey flestu úr tí yngra endanum. Og bundu húsini ikki fólk niður, vóru nógv fleiri farin. Tí, sum [...] onki at gera uttan at bíða, og vóna... Ilt at hugsa sær Sandoyingar, vit tosaðu við hósdagin siga, at fólk, sum ikki hava roynt tað, kunnu ómøguligt hugsa sær, hvussu ringt tað er at búgva á einum vinnuliga [...] oljuklæðini, áðrenn hon fór inn í skerihøllina.:Tað var eisini ómøguligt at sleppa av við húsini, tí hvør skuldi keypt tey? So í veruleikanum var onki val. Vit sluppu ongan veg, hóast vit vildu.
Ragnhild Sørensen her í Sorø. Vit eru errin av tykkum. Tit eru virðilig umboð fyri følandið. Tíverri hevur Føroyalandið bara havt tvær útflutningsvørur, nevniliga fisk og fólk. Tann fyrra hevur gagnað okkum [...] Odense, er bara at ringja og samband er í somu løtu. So verðin er minkað hesi árini, ikki bara minkað, men eisini broytt, umstøðurnar eru betri. Í 1935 gav »Hitt føroyska studentafelagið« í Kbhvn. eina bók [...] bók út, sum æt »25 ára minnisrit«. Har er eitt yvirlit yvir studentar, ið eru komnir til Danmarkar at lesa. Frá 1900 til 1925 eru einans 40 studentar byrjaðir upp á hægri lestur. 1 1/2 um árið. Bara teir